Blaðstjórin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov, ringdi til mín í morgun, og helt eg, at hetta var hugnaprát, men nú skilji eg at hann siterar meg í Sosialinum ivaleyst sum vant frá upptøku, uttan at fólk vita av tí.
Men tað kom ikki óvart á meg, at hesin blaðstjórin ger slíkt.
Óetiskt og ómoralskt og skitið ikki at kunna um áðrenn, at talan er um eitt intervju.
Miðlahúsið rekur framvegis óreiðiligar miðlar og tað er heldur ikki nakað nýtt.
Blaðstjórin segði so eisini seinni í samrøðuni, at hann hevði fingið innlit í teldupostar frá kringvarpsstjóranum, og tað helt eg var viðvíkjandi innlitsumbøn frá Kringvarpinum.
Men tað hevur hann so ikki fingið frá Kringvarpinum.
Feilurin var gjørdur, at kringvarpsstjórin kom at senda teldupostar tveir, til teldupost adressuna beiti(at)olivant.fo sum ikki er mín adressa.
Mín adressa er beiti(at)kallnet.fo og hesa adressuna kunna fólk trygt senda til.
Sambært IN.FO í dag, so verður skrivað: Sosialurin hevur fingið teldupostarnar, sum eru lagdir út í at kalla fullum líki á Vp.fo.
Her verður sipað til, at onkur hevur sent teldupostarnar til Sosialin, og tað er revsimál, sambært advokati, at víðarisenda teldupostar, sum eru sendir skeivt.
ólavur
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo