Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Landið, sum flýtur í mjólk og hunangi. Henda myndin av Ísrael festi seg í barnasinnið. Bíbliusøgan og sunnudagsskúlin styrktu kensluna, tí Ísrael er landið, har Jesus var føddur, vaks upp og búleikaðist.

Hendan andaktin er ikki politisk søga ella landafrøðiligar niðurstøður. Ei heldur er talan um vísindaliga staðfesting. Andaktin vellir fram úr tí kristna barnalærdóminum og dvølur har. Ísrael er tað heilaga landið.

Eitt heilagt land er trúarinnar loyndardómur og avbjóðing. Loyndardómurin er fjaldur í Guðs egnu avgerð, at hann valdi tað jødiska fólkið sum sítt ognarfólk. Valið er Guðs, og hjá trúnni er tað ein óvikaligur sannleiki.

Avbjóðingin er eyðsýnd, tá ið Jesu trínur fram í tí jødiska fólkinum og kallar Guð faðir sín. Avbjóðingin er ikki minni, tá ið Jesus sendir lærisveinar sínar út at boða tey evangelisku gleðiboðini um frelsu Guðs fyri allar tjóðir og øll fólkasløg.

Í spenninum ímillum loyndardómin og avbjóðingina verður andaktin skrivað. Tann himmalski Guð hevur valt Ísrael sum sítt ognarfólk. Tann himmalski Guð hevur í Jesusi víðkað skaran av børnum sínum til alheimsins tjóðir og fólkasløg.

Sostatt hevur Guð í fyrstu atløgu bundið sítt guddómliga virki til eitt landafrøðiliga avmarkað øki, ið uttan nærri søguliga endurtøku verður kallað Ísrael. Skapari himins og jarðar valdi eitt ávíst øki í Miðeystri til staðið, har Guðs ognarfólk kundi búleikast, liva og virka.

Tað er mín persónliga trúgv, ið sostatt verður jarðbundin og landafrøðiliga ankrað. Til tess at gudsdyrkanin ikki skuldu sveima sum ein óítøkilig hugsjón, valdi Guð sær Ísrael sum pall. Á hesum palli ella staði opinberaði Guð seg sum tann, ið hann er: Lívsins trygga skjól, býli og hvíld.

Satt er eisini tað, at Guð í Jesusi Kristi elskar øll menniskju og øll heimsins fólkasløg. Guð, skaparin, stendur við menniskjans lið og ynskir, at vit sum børn hansara skulu elska fíggindar okkara.

Við hesi dupultu útveljing – Guðs ognarfólk og Guðs fólk í Kristi – er loyndardómur Guðs til allar tíðir vorðin ein avbjóðing hjá teimum kristnu. Ikki minst í 2023, nú kríggj herjar á fleiri mótum á okkara hugsjónarligu nærleiðum. Kríggj og kærleiki samvinna sjáldan.

Vegna mína persónligu trúgv er undirritaði ikki sannførdur um, at tað eydnast mær at vera uttanveltaður. Guðs útvalda fólk hevur eina serstøðu í hjarta mínum.

Tað merkir ikki, at tað jødiska fólkið hevur rætt til at gera, sum tey vilja. Teimum, ið nógv er givið, verða so mikið størri krøv sett. Bæði jødar og kristin hava fingið boðini, at vit skulu elska fíggindar okkara.

Álopið, ið hernaðarligi felagsskapurin Hamas gjørdi á Ísrael fyri eini viku síðani, verður fordømt av stórum parti av vesturheiminum. At leypa á verjuleys og ósek fólk og harvið byrja eitt kríggj móti grannatjóðum kann ikki rættvísgerast.

Eri staddur í Danmark og áhugavert er at síggja, at danskir miðlar á hesum sinni hava munandi størri ábreiðslur móti Hamas enn áður. Mangan hevur tónin móti Ísrael verið hatskur. Tó, tað skulu tveir ella fleiri partar til at kríggjast, og valla er annar parturin ósekur.

Ísrael er Guðs útvalda fólk. Úr Jerúsalem vellir tann kristna missiónin. Kærleikin til henda veruleikan er mær ein dýrabarur sannleiki, tí her stóð kristindómsins vøgga.

Sangurin hjá einum ferðandi pílagrími er trúarstyrkjandi. “Harrin vil teg frá Zion vælsigna, glaður tú skoða skalt Jerúsalems eydnu allar dagar á ævi tíni... Friður yvir Jerúsalem!” (Sálmur 128,5-6).

Jú, soleiðis verður maður signaður, ið ber fyri Harranum ótta, sigur skaldið. Tað, ið hendur tínar avrika, njóta tú skalt, sælur ert tú, væl veit tær við.

Hjá profetinum Ezekiel lesa vit um synd Ísraels á heimferðini úr trælahaldinum í Egyptalandi. Harrin Guð ætlaði at hella út vreiði sína í oyðimørkini til tess at oyða teir av, tí fólkið helt ikki Guðs boð og fyriskipan.

Í hesum sambandi stendur skrivað um landið, Harrin gav útvalda fólki sínum: “Tá svór eg teimum í oyðimørkini, at eg ikki vildi føra teir inn í tað landið, sum eg hevði givið teimum, og sum flýtur í mjólk og hunangi, hitt dýrmætasta av øllum londum.”

“Men kortini várkunnaði eg teimum, so at eg ikki týndi teir og læt teir ikki farast í oyðimørkini.”

Tað er henda kenslan, ið vitjar, nú kríggj er í Miðeystri millum Ísrael og Hamas. Ísrael er tað dýrmætasta landið av øllum.

Land frelsarans, ið fleyt í mjólk og hunangi. Nú flýtur tað í sakleysum blóði. Blóði frá børnum, ungum og eldri.

Mátti Harrin Guð hin alvaldi styrkt tey, ið líða í sorg, kvøl og ræðslu. Gævi at Guðs einglar vakja og sita hjá ofrunum, ið uppliva ræðuleikarnar frá krígnum.

Vit biðja í Jesu navni um frið yvir Jerúsalem og Ísrael. Vit biðja um frið yvir londini í miðeystri, tí báðumegin Grátimúrin gráta kvinnur og børn. Amen.

Orðið: “...hitt dýrmætasta av øllum londum.” (Ezekiel 20,15).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo