Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ársins fyrsti fótbóltsskúli verður í Klaksvík 21. og 22. juni - Mynd: www.FSF.fo

Ársins fyrsti fótbóltsskúli verður í Klaksvík 21. og 22. juni - Mynd: www.FSF.fo

Ársins fyrsti fótbóltsskúli verður í Klaksvík 21. og 22. juni - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Eins og undanfarin ár, fer Fótbóltssamband Føroya aftur í summar at skipa fyri fótbóltsskúlum. Saman við KÍ, HB, B68 og FC Hoyvík verða í alt fýra fótbóltsskúlar á skránni í juni, juli og august mánað.

Tann fyrsti verður í Klaksvík 21. og 22. juni. Eina viku seinni, 28. og 29. juni verður fótbóltsskúlin í Havn, meðan fótbóltsskúlin í Hoyvík verður 2. og 3. august.

Í mun til hinar fótbóltsskúlarnar, verður fótbóltsskúlin á Toftum skipaður yvir fýra dagar. 31. juli og 1. august fyri U11 og U13, og 2. og 3. august fyri U7 og U9.

Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum og ungum, bæði gentum og dreingjum, í aldurinum 7 til 13 ár (fødd í 2011 til og við 2017).

Øll, sum luttaka, fáa afturat góðari fótbóltsvenjing, eisini mat, frukt, bólt, eina t-troyggju og luttøkubræv.

Tilmelding og nærri kunning um fótbóltsskúlarnar fer fram í nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo