Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

At taka ábyrgd av sínum egna lívi er ein setningur, ið vit nýta varisliga. Eins sannur setningurin er, eins náðileysur kann hann tykjast. Tað er skjótt til orðafellið, at vit liggja soleiðis, ið vit royða okkum ból.

Tað eru umstøður, ið eru sterkari enn tað, menniskjan megnar. Náttúrukreftirnar ella forløg manna eru størri enn menniskjan.

Aðrar tíðir eru menniskju soleiðis útborin til likams ella sálar, at vit skjótt kunnu siga ov nógv. Tað sømir seg ikki, at trúgvandi fólk meta um eina lívslagnu, ið vit ikki skilja. At døma í Guðs navni er ikki okkara málsøki.

Hóast vit ikki velja okkara lagnu ella tað, ið kemur á lívsleiðina, so er tað okkara uppgáva at vera næsti teirra, har lagnan er hørð og krevjandi. Sum kristin hava vit skyldu at hjálpa, tá ið neyðin bankar á dyrnar. Vit skulu vera hjástødd og rundan um.

Nógv gott og vakurt er at síggja í tí almenna føroyska samfelagnum, hóast torført er at nøkta tørvin við atliti at sálar- og heilsustøðu fólksins. Hóskiligt er at bera eina tøkk til almannaverkið og heilsumyndugleikarnar. Heldur ikki tey megna meira enn tað, teimum verður játtað og heimilað.

Tó, vit hoyra um bíðitíð og bíðilistar. Tað er alt annað enn nøktandi, tí hesi orðini eru neilig við atliti at vælveru fólksins. Vit skilja onkursvegna støðuna, men tað merkir ikki, at bíðilistar eru eitt jaligt hugtak, tá ið talan er um lív og heilsu.

Tað er lætt at lasta onnur og tað, ið liggur uttan fyri okkara málsøki. Vit eiga at sýna teimum fólkavaldu virðing, tí teirra uppgáva er torfør. Mær tykir, at tann politiska skipanin skal raðfesta menniskjað og tað menniskjansliga fremst av øllum, tí lívið er lívið vert.

Vit kunnu við atliti at teimum almennu fíggjarligu íløgum seta hvør øðrum ein rannsakandi spurning: Ynskja vit sum borgarar at broyta lutfallið millum jørð og betong á einari síðu og menniskjað og tað menniskjansliga á hinari síðuni? Ella ynskja vit eitt sindur av hvørjum?

At lívga øll málsøkir samstundis skapar misnøgd hjá mongum í drúgva tíð. Júst her eru vit stødd. Eingin okkara megnar at skera ígjøgnum og gera eina neyva raðfesting. Og ivasamt er, um tað var skilagott.

Hóast alt ikki er fullkomið, er nógv gott og vakurt at vísa á. Samstundis sum manglar og tvørleikar verða staðfestir, mega vit takka fyri átøkini, har hjálp verður veitt eftir førimuni, tí eingin kann gera meira enn tað, vit megna.

Hinvegin eru nógv góð sjálvboðin og almannagagnlig átøk í tí føroyska samfelagnum. Einstaklingar, felagsskapir, kirkjur og samkomur eru virkin í manngóðum verki. Vit kunnu úr rúgvuni nevna trý tiltøk: 1) átakið í menniskjum góður tokki, 2) ból til teirra heimleysu, 3) eskjurnar við gávum til treingjandi børn úti í heimi.

Vit, ið prædika, mega kenna okkara vitjanartíð og ábyrgd. Vit prædika um lívið heilt frá fyrstu stund í móðurlívi, enntá áðrenn tað er sjónligt fyri manna eygum. Vakurt, lívgandi og trúarstyrkjandi. Hetta er okkara heilaga kall.

Vit prædika um lívið, eisini tá ið deyðin vitjar. Vakurt, lívgandi og trúarstyrkjandi. Hetta er okkara heilaga kall og uppgáva. Vit eru rótfest í tí kristnu vónini um uppreisn av deyða og grøv.

Spurningurin verður javnan settur okkum í kirkjuni: Geva vit í nóg stóran mun jarðarlívinum gætur? Eru vit tilvitað um, at tað er á jørðini millum menniskju, vit skulu virka?

Fortíðin afturi í upphavi er Guðs. Framtíðin heima í himmiríki er Guðs. Nútíðin er latin okkum í hendi at umsita við ábyrgd.

Hvat gera vit við dagin í dag? Droyma vit okkum aftureftir ella frameftir? Eru fortíðin og framtíðin meira spennandi enn nútíðin?

Taka vit jørðina í álvara? Ella er hon einans ein neyðturvilig klombra, meðan vit bíða eftir tí æviga heimlandinum í Guðs ríki?

Jesus kom til jarðar í fylling tíðarinnar og tók jørðina í álvara. Tað var hansara høga kall, sum hann røkti við lív og sál. Jesus sat ikki hendur í favn og bíðaði eftir tí komandi. Hann var virkin millum menniskju og upptikin av teimum, ið hann møtti. Hann gekk um og gjørdi øllum væl.

Harafturat vann hann okkum fyrigeving syndanna, frelsu og ævigt lív. Enntá á krossinum møtti hann bønini hjá einum doyggjandi ránsmanni við fyrigeving og livandi vón.

Er Jesus okkara fyrimynd, tá ið um jørðina og tað jarðliga verður talað?

Nógv talar fyri, at tað verður okkum í himlinum, svá Kristus er okkum á jørðini!

Hava vit borið eygað við Jesus millum tey heimleysu og fátæku, svongu og neyðstøddu? Amen.

Orðið: “Eg (Jesus) var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.” (Matteus 25,36).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo