Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hugtikin av Jesusi í nærveru hansara. At vera í nánd av honum hvørja løtu og stund og eftir førimuni geva tað víðari í orði, talu og verki. Tað var júst hetta, ið gjørdist mítt kall og mín frítíð, og júst hetta gevur lívinum fyllu og innihald.

Lívið í Jesusi er ein gáva, ið samstundis er ein uppgáva. Hvørt menniskja fær eitt kall, og vit mega virka fyri Harran, meðan dagur er. Guðs náði og fyrigeving, tað, ið vit fingu fyri einki, skulu vit geva víðari. Vit skulu nýta okkara evni, og óvirkin trúgv er trúgv uttan ávøkstur.

Við tænastuni vaksa, búnast og mennast vit. Guðs heilagi andi er ráðgevin í Jesu stað, tá ið orðið verður útlagt og andans verk skulu gerast ítøkilig í tænastu.

Í sekstan ár hevur tað verið mítt kall at gera tænastu sum biskupur. Samstundis sum henda tænastan er eitt andaligt kall í tí parti av Guðs ríki, ið nemur fólkakirkjuna, ja, so er tænastan eisini borgarligt livibreyð. Tað er ein samanrenning millum tað andaliga og borgarliga.

Skilagott er at hava hetta í huga, tá ið mett verður um tænastuna. Eitt sindur av eyðmjúkum sinnalagi er gott, ja, eins gott sum falskur eyðmjúkleiki er darvandi. Evsti myndugleikin í fólkakirkjuni hevur tørv á Guðs náði hvønn dag.

Ungdómurin spyr um etisk mál
Tey seinastu sekstan árini hevur tað verið ein frægd at tosa við hálvvaksnan og vaksnan skúlaungdóm. Mangir spurningar eru settir biskupi. Onkuntíð gekst væl at svara, aðrar tíðir minni væl. Tað er frálíkt, at tey ungu hugsa um lívið og tilveruna, ið langt frá altíð er líkatil.

Fosturtøka og deyðshjálp
Ta seinastu tíðina hava spurningarnir snúð seg um fosturtøku og virkna deyðshjálp. Skulu vit veita deyðshjálp, tá ið lívið er svárt, pínufult og óverdugt? Júst hesi orðini verða nýtt, hóast mær ikki dámar málburðin. Í míni fatan er lívið ongantíð óverdugt, hóast tað er pínufult og svárt.

Vit, ið játta trúnna á Jesus sum Harra og frelsara, mega vanda okkum um orðini, so vit nýta virðilig orð, tá ið vit viðgera viðkvom evni. Viðhvørt havi eg varnast, at mín egna tala var óhøvisk móti eini mannalagnu, har tilveran var nógv fløktari og fjøltáttað enn mín menniskjansligi ella fakligi førleiki megnaði at greina.

Einki einfalt svar er galdandi, tá ið um mannalívið verður talað. Vit kristnu mega virða øll menniskju, eisini tey, sum við sínum fakliga førleika greina tilveruna á annan hátt og hugsa øðrvísi enn vit.

Eyðvitað hava vit bæði rætt og skyldu at virka út frá okkara egnu trúar sannføring. Virka við ábyrgd móti okkara egna lívið og øllum tí, ið lívið nemur bæði í hugsan, talu og verki.

Ungdómurin ynskir at fáa at vita, hvørja støðu biskupur hevur til etisk mál. Ert tú ímóti t.d. fosturtøku og virknari deyðshjálp? Ein neiliga orðaður spurningur sigur mær sjáldan stórvegis, men eisini her er galdandi, at eingin einsamallur ásetur ella eigur lykilin til samskifti.

Mín sannføring
Mín sannføring er, at kristnin eigur at vera kend fyri jaliga hugsan, eisini tá ið vit umtala eitt evni neiliga. Tað er tað jaliga, ið eigur at seta dagsskránna.

Í langa tíð er tann hugsanin spakuliga ment og vaksin, at Jesus sum lívsins ljós er tað einasta ævigt galdandi svarið til lívið og tilveruna.

Trúgvin á Jesus fær meg at orða eitt jaligt svar til viðkvom evni, ið nema lívið og tilveruna. Á hesum sinni nemur viðgerðin lívsins upphav og enda.

Biskupur er fyri lívinum frá fyrstu løtu til evstu stund. Alt, ið gerast kann, til tess at veita lívinum bestu sømdir eigur at vera gjørt.

Sannføringin er grundað í míni fatan av kristnu trúnni við atliti at lívi og deyða:

  • menniskjan er myndað í Guðs mynd

  • lívið er Guðs gáva

  • dagatalið er Guðs ábyrgd

  • lívið er heilagt alt frá gitnaði til evstu stund

  • lívið er ævigt.

Sannføringin eigur at vera virkin, skapandi og gagnlig. Dagsskráin er einføld, at eg í trúnni ikki einans taki atlit at mær sjálvum og samstundis vaski hendur við at tala neiliga um atferðina hjá øðrum. At eg í Jesusi Kristi eri talsmaður lívsins, talsmaður teirra, ið ynskja at liva, og verji teirra, ið hava ilt í tilveruni og ikki síggja ljós fyri framman.

Í trúnni á Jesus skal trúgvin birta vón, geva mót og áræði. Eg vil jaliga tala lívsins søk heilt frá tí løtu

  • tá ið barnið verður borið í móðurlívi og føtt

  • tá ið barnið skal ansast, mennast og vaksa

  • tá ið mamman rennur høvdið móti múrinum, tí vælvildin er føgur orð uttan sosialan og fíggjarligan stuðul

  • tá ið pápin als ikki tekur ella hevur torført við at taka ábyrg

  • tá ið mamman sær, at einstaklingar, kirkjan og samfelagið svíkja.

Í trúnni á Jesus skal trúgvin tala søk teirra gomlu, óhjálpnu og doyggjandi, so tey tørvandi kenna tað óverdiga lívið verdugt í egnari tilveru og í eygum og hjørtum okkara:

  • so øll hava innivist í góðum og nøktandi heimligum umstøðum

  • so øll fáa hægstu fakligu røkt

  • so okkara dugnaligu fakfólk í heilsu og røkt fáa góðar arbeiðsumstøður

  • so tann fakliga sosiala menningin kann halda fram og búnast

  • so menniskjan í virkni og óvirkni hevur fremstu raðfesting.

Biskupur kann ikki einans vera ímóti. Tað sigur mær sjáldan stórvegis. Tað er so lætt at seta krøv til onnur og hava eina dagsskrá. Sjálvur at liva upp til krøvini, ið verða sett øðrum, er munandi torførari. Í so máta øvundi eg ikki tí politisku skipanini, tí eingin kann gera øllum til vildar.

Eg má vera fyri lívinum og eftir førimuni tæna teim livandi. Soleiðis sum vit fara um og meta um deyðan, virða vit lívið. Er deyðin einans ein avgreiðsla, so er lívið valla stórvegis.

Fyri mær er lívið vakurt og dýrabart. Samstundis er lívið ein stór avbjóðing. Eingin, ið fer skeivur av málinum, verður lastaður av mær. Mær hóvar ikki neiliga umtalu av teimum, ið hava aðra áskoðan ella taka øðrvísi avgerðir enn eg sjálvur. Vónandi finna vit í felag aftur á slóðina lívinum til frama og gleði.

Ískoyti
Alt tað omanfyri sagda liggur ræði at siga hjá einum prædikumanni, ið heldur seg til sín fakliga serkunnleika og sínar royndir sum sálarhirði í tríati ár.

Tó, tað eru veruliga umstøður, ið als ikki eru lættar at greina, hvørki hjá kvinnum ella monnum. Vit hava hvør í sínum lagi evstu ábyrgd av okkara kroppi, og henda rættin eiga vit ikki treytaleyst at lata øðrum í hendi, hóast holl ráðgeving t.d. gudfrøði, sálarfrøði og læknavísindi eru okkum gagnlig og neyðug.

Ivamálini eru mong, og lívið er ikki eins og ein bein strika í sandinum. Uttan at svara, nevni eg einans tvinni ivamál við atliti at fosturtøku og eitt ivamál við atliti at elli og tvørrandi heilsu, ið seta stórar spurningar:

Fyrsta ivamálið:
Tá ið kvinna er neyðtikin og verður við barn beinleiðis ímóti sínum vilja. Skal hon so hava møguleikan at velja barnsburð ella fosturtøku?

Nú eri eg maður, men mær tykir torført at hugsa, at ein kvinna, ið er neyðtikin, hevur orku at hava sín móðurkærleika heilt og fult tøkan, samstundis sum hon skal viðgera tað trauma, ið tað er at vera neyðtikin. Er tað rætt og virðiligt móti kvinnuni, at vit, ið velja at tala fyri lívinum, nýta ógvuslig orð í hesum sambandi, orð, ið minna um brotsverk og varpa skugga á kvinnuna?

Næsta ivamálið:
Tá ið læknin og heilsuverkið metir, at umstøðurnar við barnsburðinum eru so svárar, at einans barninum ella mammuni er lív lagað. Hvørji eru tá vit, at vit uttan fakligan førleika vegna onnur taka dagar ímillum?

Er tað ikki skilagott, at hin kristna kirkjan hevur kærleika til hitt einstaka menniskja, uttan mun til, hvør avgerð verður tikin. Virðing, fyrigeving og framtíð eiga í kristnari prædiku altíð at møta hinum einstaka uttan avmarking og treytir, ið verða settir av mær ella øðrum.

Triðja ivamálið:
Tá ið árini eru komin ella likamliga heilsan staðfestir, at tímaglasið er um at renna út. Er tað tá virðiligt, at vit leingja dagatalið við tólum og tøkniligari orku?

Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Tórshavn í august 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo