Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nú kom so navnið á Føroya fyrstu og størstu arenu til Havnar.

Í staðin fyri at kalla hana Føroya Arena, hvat tá, so hevur Heðin í dag gjørt av, at hon skal eita Við Tjarnir.

(By the Ponds. Ved Dammene).

Sig mær, hvat er hatta?

Eitt ból hjá seyði at kroka í, ella ein trøð at hava gæs á?

Hatta stendur ikki telefonprøvan, tað er so vist og sætt.

Hvussu sigur tú hatta í eini skjótari vending í telefonini?

Hvør er skráin, tá Summarfestivalurin flytir inn?

Jú, hin heimskendi Olly Murs fer at syngja Við Tjarnir!

Nei, álvara, fara teir eisini at spæla?

Tað ljóðar gott.

Kom, vit fara beint at keypa atgongumerki til Olly og Hjarnar uppi Við Tjarnir, tað er so vist og sætt.

Og so eina Oy afturvið.

Heimsmeistarakappingin í hondbólti fyri menn?

Jú, hon verður uppi Við Tjarnir í Hoyvíkshaganum.

Har fara allir teir í Mittúni og á Skipagøtu at spæla.

Spennandi.

Men altjóða?

Gudforbarmi seg, nei.

Hetta er so heimabeitisligt, at vit øtast.

Heðin, hatta eigur tú at gera umaftur innan eitt ár er umliðið.

Tí tá verður kommunval aftur.

Hatta navnið stóð ikki telefonprøvan.

En ommer!

Hvussu ljóðaðu hini 150 uppskotini?

“Eg fari niðan til Við Tjarnir” … noy, riggar ikki.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo