Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Í kvøld kl. 19 skipar Hugskotið aftur fyri íverksetarakafé – hesa ferð á netinum. Hetta kvøldið fer at snúgva seg um sølu og marknaðarføring á netinum. Tiltakið verður skipað sum eitt sonevnt “webinar”, sum er ein netfyrilestur.

Øll kunnu tekna seg til íverksetarakafé á hesum leinki: bit.ly/iverksetarakafe Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Higartil hava um 300 fólk teknað seg til tiltakið.

Hugskotið hevur valt hetta ógvuliga viðkomandi evnið, tí netsøla er voksin við rúkandi ferð seinastu tveir mánaðirnar, ímeðan korona hevur herjað á kring allan heimin. Hetta hevur tvingað nógvar fyritøkur til at hugsa øðrvísi, men hevur eisini latið upp fyri heilt nýggjum møguleikum at røkka út til nýggjar kundar.

Jákup Justinussen, sum er ein av fremstu serfrøðingunum í Føroyum innan fyri talgilda marknaðarføring, fer í sínum fyrilestri m.a. at greiða frá, hvussu tú kemur í gongd við netsølu. Hann fer at tosa um, hvørjir plattformar eru og greiða frá møguleikunum at taka ímóti gjaldi á netinum.

Eisini fer Jákup at greiða frá, hvussu tú marknaðarførir tína vøru á netinum og gert tína fyritøku sjónliga á Google, Instagram og Facebook. Harumframt fer hann at tosa um, hvussu tú kanst brúka “remarketing”, “e-mail marketing” og “influencer marketing” í sambandi við tína marknaðarføring.

Nærri kunning um tiltakið er á heimasíðuni hjá Hugskotinum HER og á tiltakinum á Facebook HER 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo