Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum er fallið nakað síðstu mánaðirnar og var 556 mió. kr. í februar 2024. Innlánsyvirskotið er innlán (uppsparing) hjá føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frátrekt útlán hjá somu.

Samlaðu innlánini í føroysku bankunum íroknað útlendskar deildir vóru í februar 2024 21,2 mia. kr., meðan samlaðu útlánini vóru 20,7 mia. kr. til føroyskar og útlendskar kundar.  

Vøksturin í innlánum frá føroyskum kundum í føroysku bankarnar var 0% í februar 2024 mátað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Innlánsvøksturin var positivur hjá húsarhaldunum (4,4% í februar 2024), men negativur hjá kommunum, privatum og almennum fyritøkum, sosialum grunnum og hjá øðrum fíggjarstovnum (td. pensjóns- og tryggingafeløgum). Innlánsyvirskotið fall nógv í 2021 orsakað av søluni av donsku deildini hjá BankNordik.

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo