Kina heldur ikki, at keiputekningin hjá Jyllandspostinum í gjár var hóskandi. Hon var so óhóskandi, at Kina vil hava eina almenna umbering.
Keiputeknarin Niels Bo Bojesen teknaði tær fimm stjørnurnar á kinesika flagginum sum virus ístaðin fyri stjørnur, og tað er fallið kinesisku myndugleikunum fyri bróstið, sum umvegis sendistovuna í Keypmannahavn hava biðið um eina umbering, bæði frá miðli og teknara.
Men tað verður av ongum sigur blaðstjórin Jacob Nybroe.
- Hetta man vera dømi um at stórur munur er á mentanunum hjá kinverjum og dønum, hevur hann sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo