Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú hevur øll natiónin skulla grátið um tey neyðars diplomat-hjúnini, sum sótu og rystu í sendibrókunum í Eysturbýnum, tí tey tordu ikki til London fyri Coronu at passa sítt ekstremt vælbetalta diplomat- arbeiði.

Men eftirsum Bræva-Gunnvør opnaði tað privilegeraða ser-prikingar-ballið við at útvega hesum panikksligna pari ekstraordinera privat-spræning av nationalari vaccinu móti alskyns útlendskum mutatiónum, skuldu tey nýsprændu hjúnini eftirhondini verið uttanfyri alla coronara hóttan.

Tað eru annars bara serliga virðismikil eksemplar av homo sapiens, sum eru so "betýðilig", at Uttastova sleppur teimum at spreingja køina, fyri at tey kunnu fara óttaleys til arbeiðis.

Men tey liggja framvegis í Havn, hóast tey fáa astronomiska løn fyri at sita í London og umboða "føroyskar interessur" millum mutant-raktar bretar.

Tá ið tey við vælvildar-"hjálp" frá Uttastovu-Balle eru væl og virðiliga prikað, langt framum eldri pensionistar, er tað uppá tíðina, at tey fáa pakkað ferðaskrínini, skaldatilfarið og diplomatfrakkan beinanvegin og síðani skunda sær til London at passa sítt arbeiði har.

Annars mugu tey melda seg leys á arbeiðsmarknaðinum og stilla seg upp i arbeiðsloysis-køina, sum tey ikki kunnu spreingja beinanvegin.

Nú er nokk spælt við tastaturið av sersprændum skaldi og umboðsfrúgv í Eysturbýnum.

Føroyingar í London eru í akuttari diplomatiskari neyð og finna ikki sína nærmastu pub.

Ein sonn tragedia.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo