Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fíggjarmálaráðið: Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, fer í næstum at leggja uppskot fyri Løgtingið um broyting í meirvirðisgjaldslógini soleiðis, at afturberingin av MVG fyri grønar hitaloysnir verður lagaligari.

Ætlanin er, at lata fulla afturbering av MVG fyri grønar hitaloysnir í 2024. Minkingin í afturberingini byrjar ikki fyrr enn í 2025, og hon verður meira stigvís og lagalig enn tað, sum galdandi lóg ásetur. Nýggja uppskotið fer ætlandi at leggja upp til, at í 2025 verður MVG frítøkan 75%, í 2026 50%, og í 2027 er hon 25%. Frá 2028 verður ongin frítøka.

Sum nú er, ásetur § 3 d í meirvirðisgjaldslógini, at MVG-afturberingin fyri grønar hitaloysnir lækkar  niður í 50% 1. januar 2024. Hetta verður eisini galdandi fyri 2025. Í 2026 og fylgjandi ár verður meirvirðisgjald ikki endurgoldið.

Høvuðsbroytingarnar í nýggja uppskotinum verða sostatt, at skipanin við afturbering av MVG fyri grønar hitaloysnir heldur fram næsta ár, og at afturberingartíðarskeiðið verður longt til og við 2027.

Uppskotið fer væntandi í almenna hoyring í næstu viku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo