Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Vit fingu eitt formannsumfar har Sjálvstýrisflokkurin hevði lisið leksiurnar - og tað skuldi til. Flokkurin er misbrúktur sum hoppiborg inn í aðrar flokkar

- Tað gav at bíta hjá alvitandi moralsku tjóðveldisverjuni í høvuðsstaðnum, nú ein fullveldis tjóðveldismaður veruliga dittaði sær at hava aðra etiska hugsan enn grái massin

- Hvussu gongur við málpolitikkinum, KVF?

- Okkum manglar ein flokk, sum torir at standa ímóti rákinum í sambandi við tey sokallaðu “etisku málini”

- Eftir at Parkinsonfelagið gjørdi vart við at limir okkara vóru ikki nøgdir við samskifti við Neurologiska Ambulatoriið á Landsjúkrahúsinum, svarar leiðslan, at tey harmast

- Frá nú av verður læknavaktin noydd til at avvísa tað, ið læknin ikki metir er bráðfeingis

- Nú eru 7 ár liðin, síðan Føroyar fingu Demensætlanina: “Gloymsk-men ikki gloymd 2015”, og er hon hornasteinurin í demensætlanini

Sat í Løkshøll nú mikukvøldið og lýddi á borgarstjóran, unga listakøna kvinnu og systurson listamansins, bóka- og listsavnaran mikla, Petur Martin, sum við vælvaldum orðum dvøldu við meginevni kvøldsins: Jóannis Kristiansen og hansara lívsavrik

- Tað er ringt at fáa eyga á liberalar politikarar í løtuni. Jú, tað eru nakrir, ið kalla seg fyri liberalan, men tá tað kemur til stykkis, so fylgja teir sosialistiska politikkinum, sum øll hini føra

- Sum fyrrverandi nevndarlimur og formaður í Havnar Framburðsfelag (2011-2015), vil eg heita á stuðlarnar hjá Fólkaflokkinum í Havn og Suðurstreymi, um at samlast fjølment til eykaaðalfund skjótast tilber

Javnan hoyra vit, at børn og vaksin við breki detta niður ímillum ymisku skipaninar. Tey, ið verða rakt, ganga oyðimarkargongdir, soleiðis sum vit hava hoyrt bæði foreldur og fosturforeldur greitt frá í tíðindunum hesa vikuna

- Í politikkinum hoyra vit dag og dagliga um, at vit sjálvi skulu taka støðu, sjálvi ráða, sjálvi hava ábyrgd og sjálvi stýra okkara landi, uttan at hoyra serliga nógv um hvussu

- Nú nýggj stjórn tekur við til á nýggjárinum havi eg sum borgarstjóri nøkur ynski fyri Havnina sum landsins høvuðsstað. Okkum tørvar ein nýggjan heildarhugburð til Havnina sum landsins miðstøð, sum høvuðsstað hjá øllum føroyingum

- Í eini tíð har spurnatekin vera sett við hvussu nógv kyn eru og har kenslur hava størri týdning enn fakta, hevur tað ongantíð verið meiri brúk fyri einari sterkari konservativari rødd

- FNU og Veðurlagslóg NÚ! ynskja at gera valið til eitt grønt val, har vit føroyingar eisini taka ábyrgd og gera munagóð átøk fyri at minka um útlátið og samstundis verja og bøta føroysku náttúruna

- Eg vil hervið takka fyri áminningina frá Sinnisbata. Eg fari at vanda mær betur um orðini, tá eg skrivi í framtíðini

- Kjakið kann til tíðir gerast ógvuliga hart í miðlunum, men hóast vit hava ymiskar meiningar og eru grundleggjandi ósamd, so eiga vit altíð at vísa virðing fyri hvør øðrum

- Tá søgumenn fara at skriva Føroya søgu skulu teir svara spurninginum um hví hetta valið kom, og tá noyðast teir at viðurkenna, at sitandi samgonga ikki kundi semjast um, hvat skuldi skrivast í kirkjubókina tá barn var føtt

- Nú løgtingsval eftir øllum at døma nærkast, er lítið at síggja fram til. Hetta verður eitt val um einki

- Áhugabólkurin ”Lutaíbúðir” er farin til verka á Facebook og hevur eftir stívari viku fingið 433 limir

- Ein spurningur, sum stjórin, stýrið - og vit onnur niðri á banjaranum - eiga at seta okkum av og á. Tí talan er um henda máttmikla mentanarvita landsins við einum ayatolliskum kjalarvørri

- Eg eri ein einlig mamma at vaksnum barni, ið ber brek. Hvørki frítíð ella arbeiðstíð hanga saman, og eg átti helst langt síðani at verið sjúkrameldað. Um bara skipanin tók støði í einstaka borgaranum, so hevði verið so nógv betri

Opin áheitan og áminning til Fiskimálaráðið, landsstýrið og uttanlandsnevndina í sambandi við møguligar sáttmálasamráðingar við Russland

Almenni bústaðarpolitikkurin vendir skeivt, uttan at nakað verður gjørt fyri at bøta um støðuna. Bústaðarpolitikkurin hjá tí almenna lívgar um tey, sum longu hava ein bústað frammanundan, meðan tey, sum mangla íbúð, verða slept upp á fjall

- Beint nú venar og ringir Sjúrður Skaale seg sum ein jomfrunalsk politisk krympireyv. Hann skapar sær heilt óneyðugt í einum næstan absurdum sjónleiki, sum ikki hevur nakran reellan substans fyri ein fólkatingslim

- Fólkatingsvalið er av og nú talt er upp, gjørdist úrslitið so javnt, at føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini kunnu koma í avgerandi støðu

- Fleiri munnu kenna stuttsøguna ”Húsvillur”, sum Martin Joensen skrivar í 1936, har hann hjartanemandi skrivar um Magnus, ið noyðist at rýma úr heimbygdini frá húsi og heimi við húski

- Eitt er, at man hevur hevnt seg inn á sín gamla flokk, Vinstra við at stilla upp sum mótflokkur, men síðani at vera so ússaligur tapari, tí man IKKI fær nakra politiska lykla-rollu, at man vágar sær at ringja sjálva valgnátina líka til Grønlands

- Leiðarabólkurin fyri dagstovnaøkið í Eysturoy mótmælir við hesum avgerðini hjá Sernámi at niðurraðfesta dagstovnaøkið

- Nú er rætta løtan komin til at siga við danir, at nú lata vit farið vera farið, og at vit eru til reiðar at taka upp samráðingarnar við teir um ta loysing, sum av ymsum óhepnum umstøðum ikki komu í lag í 1946

Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjan á trimum sambýlum hjá Almannaverkinum, sum eru fyri fólk við sálarsjúku

- Eru vit veruliga komin hartil, at tað er ein treyt fyri at stilla upp, at tú skalt vera konufólk?

- Soleiðis vil eg lýsa støðuna í politikki, har loysingin og sjálvstýrið seta dagsskrá.

- Nú rokast Royndarstøðin aftur við at fyriskipa seyðasýningar, ella rættari vakurleikakappingar, kring landið. Myndir av síðullaðum og væl greiddum veðragjólingum prýða hvønn telduskerm

- Í Andglettinum í ÚF í vikuni fekk Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, spurning um Miðflokkurin fór at stuðla einum samkyndum forsætisráðharra í Danmark

Hitin á jørðini fer at hækka 2,6 stig, um londini ikki skjótast gjørligt taka stig at tálma útlátinum, vísur nýggjasta veðurlagsfrágreiðingin frá ST. FNU heitir á fólk og politikarar um at geva umhvørviskreppuni gætur

- Fundur verður sunnukvøldið. Har hava flokkarnir høvi til at greiða frá um teir standa saman fyri at verja áhugamál Føroya heldur enn tey hjá ES

- Tórshavnar Býráð samtykti einmælt at taka undir við mentamálanevndini og fíggjarnevndini at fara undir at útbyggja Dagstovnin á Hamrinum fyri 57 mió. kr.

- Nú hevur man í ramasta álvara givið tí sama "litterera" kandidatinum ein fín-kulturellan heiðursprís fyri fjórðu ferð. Tann littereri heiðursprísurin verður soleiðis niðurprioriteraður til fótatraðk og tað turra spott

Aftursvar til Karl-Erik Reinheim frá felagnum Heimafriði

- Sum so nógv havi eg fingið valkort so eg kann sleppa at atkvøða fyri onkrum av teimum flokkum sum bjóða seg fram at umboða Føroyar á danatingi

Áheitan og áminning til Fiskimálaráðið og landsstýrið í samband við møguligar sáttmálasamráðingar við Russland

- Føroyar hava javnan sent 2 sosialistar á Fólkating, so teir ‘norðurlendsku’ 4 MF-ararnir hava stuðlað reyðum donskum stjórnum, aktivt ella passivt

- At formaðurin kann koma sær at siga, at tað var í besta forstáilsi við Anniku Olsen, at hon bleiv tveitt út í politiska kuldan fyri aðru ferð, er óskiljandi

- Eins og á hvørjum ári fyllist “fjasbókin” komandi tíðina við harmaljóði um amerikonsku siðspilluna Halloween, ið fær alsamt djypri fastatøkur í føroyingar, serliga føroysk børn

- Parkinson er sjúka sum krevur, at sjúklingurin fær fatur á serlækna beinleiðis ella via sjúkrasystur, tá sjúklingurin hevur átrokandi trupuleikar við sjúkuni.

- Alsamt fleiri hava brúk fyri sálarfrøðiligari hjálp og ráðgeving, og ov fá fáa skjóta og góða hjálp. Hóast peningur er settur av, tykjast álvarsamar avbjóðingar ikki at vera loystar, heldur vaksandi

- Tann avgjørt mest lítillætni, og ovurbeskedni tjóðveldisturin, sum droymir um at sleppa sær aftur á Christiansborg er okkara febrilski facebook-skribentur hr. Arge

- Fyrst eina rætting til eina grein um ferðavinnu sum var i Sosialinum 21.okt 2022 Har stendur, at tað kostar 800 kr. fyri eitt par við 2 børnum at ganga út í Trælanípu. Hetta er ikki rætt!

 

- Ein hin mest avlagaða og óseriøsa oddagrein Sosialurin enn hevur borðreitt við, er í dag at lesa á in.fo.