Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein spurningur, sum stjórin, stýrið - og vit onnur niðri á banjaranum - eiga at seta okkum av og á. Tí talan er um henda máttmikla mentanarvita landsins við einum ayatolliskum kjalarvørri.

Jenis og journalisturin
Politisk sending var við Miðflokkin: Jenis og Bill. Báðir væl fyri. Tá verður knappliga av journalisti Kvfs spurt um stuðul kundi væntast til ein samkyndan stjórnarleiðara? Og svarið varð noktandi við eini grundgeving. Ikki so óvæntað.

Eg kann undrast á svar Jenisar – men enn meiri inn á onkran løgtingslim hvørs smiley-smíl støðugt vendir øvut – um bara navn Jenisar verður nevnt - men mest av øllum ógvist eg yvir tað ívantandi journalistiska handverkið hjá Kvf.

Kenni Jenis bara sum onnur, men hvør kennir ikki til hansara lívsáskoðan frá hansara sendirøð í “Lindini” í áravís? Og  tí kendist spurningur Kvfs bæði veruleikafjarur, tápuligur og óreinur.

Um nú journalisturin helt fram í sama órealistiska duri, so kundi kanska verðið at fregnast um floksins luttøku í “Vild med dans” ella hug til at klintra í Ásmundarstakki við longutong og lítlutá...

Aftur til spurningin
Avleiðingarnar av hesi “djúpu” samrøðu í Kvf hava volt til miklan látur, spott og happing um lond av okkara lítla, fjarskotna og fagra landi. Og hertillands við - við hóttan um at reisa misálit á landsstýrið og møguligt val í úrtíð.

Floksformaður Tjóðveldisfloksins (sum mær við høvi dámar væl at skifta orð við) vil gera bart, og hetta so væl saman klistraður til Sambands-javnaðarflokkin og teirra trúgva klípi: Framburðsflokkin.

Uppdragið hjá teim stýrandi er vitiliga ein støðugur bardagi millum ideal- og realpolitikk! Hvat, ið ein vil, og hvat ið mann - eftir umstøðunum – má velja, sum ta frægastu loysnina á leiðini.

Vælsignaður Høgni, míni ráð, gevst við tílíkum smáttaríum. Vit eru nokk til spott.
Háborg sjálvbjargnismanna í Norðuroyggjum síðani í 1946 er í knúsi. Okkurt annað má verða til ráða at taka her. Um nøkur vón gerst. Mikla sjálvrannsakan og stórt álit at byggja upp.

Sum Søren Kierkegaard segði tað nakað soleiðis: “Man må samle sig om sin hovedopgave - og ikke løbe ærinder i tilværelsen”.

Jens Otto Krag
Helst mest alment happaði maður í ríkinum var Henrik Prinsur. Hann royndi eftir førimuni at uppdraga synir sínar, men sum onkur fekk ilt av og tí leyp á føtur við óvanda “stórtíðindum”.

Henda søgan um Henrik tók ilt fyri seg, svølpaðist upp, og fór um allar geilar og endaði í sjálvum fólkatinginum.

Men har vísti Jens Otto Krag, forsætisráðharri, sítt format (av egnum royndum) og mælti nakað soleiðis: “Táið eitt mál verður lagt fyri Tingið, eigur tað vitiliga at fáa eina sakliga viðgerð; men skulu vit í hesum føri ikki bara halda okkum til tann veruleika: “... at sagen er bragt på bane af “BILLED-BLADET” (!)”.

Úrslitið varð - skellilátur í høll - og síðani fall tøgn á Tingið.

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo