Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Í 07 Vestur verður framhaldandi arbeitt við at styrkja liðið, og nýggjasi leikarin eitur Mathias Voss, sum flytir til felagið úr Vejle BK, sum spæla í donsku superliguni.

Mathias er uppvaksin í Herning Fremad og síðani í FC Midtjylland, men flutti til Vejle har hann koma á akademiið. Í hesi tíðini fekk hann eisini nakrar dystir á donsku U18 og U19-landsliðunum, umframt debut á besta liðinum hjá Vejle, í steypakappingini.

Ungi danin hevur spælt mest í høgru síðu, mest í verjuni, men eisini í høgru síðu á miðjuni, har vit helst skulu vænta at síggja hann hjá 07 Vestur.

Mathias er komin til landið, og er longu við í kvøld í venjingardystinum á Toftum móti B68.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo