Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Pól F varð gott nokk ikki so væl lýddur, tá hann yrkti um gula vandan.

Bíbliusmuglarar hava nokk heldur ikki altíð verið so populerir har eysturi.

Í hesum woke tíðum skal mann jú vara seg fyri ikki at verða stemplaður sum rasist ella bara snævurskygdur.

Men er Kina nú so nógv betri enn Russland?

Hvat kann Kina geva okkum av nýggjum, sum vit allareiða hava frá Russlandi, ja, heilt aftur til tíðina við Vietnamkrígnum?

Var tað ikki beint eftir tað kríggið, at vit gjørdu fyrsta sáttmála við Russland og byrjaðu tað sterka og gevandi samstarv, sum vit enn hava?

Nei, vit bara spyrja!

Hvørki Putin ella Hitler munnu koma Mao til kníggja, tá umræður, hvussu nógv fólk hann hevur beint fyri, bara tí tey onkursvegna vóru í vegin.

Í søgubókunum er eingin drápsmaður sum Mao.

Stalin er sum eitt heimalamb.

Kina er stórt og fólkaríkt.

Javnan hoyra vit um forfylging av úrvaldum fólkum og fólkasløgum, tí tey onkursvegna eru annarleiðis enn hini í landinum.

Dalai Lama hevur breitt út vitanina um landið Tibet.

Amnesty hevur eisini í fleiri ár sagt frá um musilmar í sama økið, har vesturi í Kina, sum verða steriliserað og koyrd í legur at læra seg eitt annað mál enn teirra egna.

Hetta er uppskriftin til fólkamorð.

Helst eru somu viðurskifti eisini galdandi onkustaðni í Russlandi, men er Kina nakað pettið frægari?

Nýríku kinesararnir, eru teir nakað frægari enn nýríku oligarkarnir í Russlandi?

Nei, vit bara spyrja!

Og Himmalska Friðartorgið?

Søgan sigur okkum í hvussu er, at Mao var størsti mordari í søguni!

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo