Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Annika her saman við Trine Laiderz, verkætlanarleiðara

Annika her saman við Trine Laiderz, verkætlanarleiðara

Annika Olsen, borgarstjóri, beyð vælkomin á Ovara Vølli seinnapartin. Hon nevndi m.a., at við støði í visjónini fyri Gundadal samtykti býráðið í fíggjarætlanini fyri 2020 at fara undir at endurnýggja karmarnar kring fótbóltin í Gundadali, umframt stóru verkætlanina við Tórsvøll, ið longu nú er komin væl ávegis og sum væntandi verður liðug komandi vár.

5 mio.kr vóru settar av til Ovara vøll og var útboð fyri nýtt graslíki og stoytdoyvingarlag tíðiliga í vár og við licitatión í apríl 2020. Vinnarin var veitarin, ið farnu árini mangan hevur vunnið slík útboð í TK, nevniliga fyritøkan Laiderz Aps. við hoyvíkinginum Ásvaldi Simonsen á odda.

- Hetta er ein stórur dagur fyri okkum og fyri feløgini, sum tolin hava bíðað í eftir at sleppa framat - tit eiga øll eina stóra tøkk uppiborna fyri tykkara tolni og fyri at finna tykkum í nógvum órógvi, segði Annika Olsen.

- Men nú er so klárt – og vit halda nú fram við at fyrireika gerð av nýggjari ljósskipan til Ovara vøll, ið ætlandi skal vera klár til várs. Og tá vit eru liðug fara vit at høvuðsumvæla og endurnýggja niðara vøll.

- Hetta arbeiðið at endurnýggja graslíkið og undirliggjandi stoytdoyvingarlagið byrjaði 9. juli, umframt at fyrireika sprinklaraskipan v.m. Tá varð meldað út at, arbeiðið skuldi vera liðugt í seinasta lagi 5. september.

- So tað hevur gingið skjótari enn væntað. Og hetta hevur alt verið neyðugt fyri at lidna verkætlanin kann uppfylla galdandi krøv frá FIFA til slíkar leikvøllir, ið skulu brúkast til evropeiskan klubbfótbólt.

- Hetta hevur verið ein strævin tíð hjá mongum. HB og B36 hava klárað seg við Tórsvølli til dystir og venjing, og við Niðara vølli til venjing, umframt møguleika at brúka hinar fótbóltsvallirnar í kommununi, t.e. Hoyvíksvøll, Vøllin í Vika og Eysturvøll.

- Harumframt hava Betri-deildarliðini hjá feløgunum menn og kvinnur spælt dystir á Tórsvølli í juli/august. Tað hevur sum heild eydnast væl fyriskipanarliga og áskoðarar hava notið hentleikararnar har.

- Býráðið hevur játtað 5 miljónir til ovara vøll í ár og 4 miljónir eru avsettar í langtíðarætlanini fyri næsta ár, t.v.s. 9 miljónir íalt. So nógv er ikki játtað í mong ár.

- Vøllurin er nú avhandaður og í komandi viku verður vøllurin skoðaður av FSF við atliti til góðkenning til dystir í fremstu deildunum. Í september verður vøllurin eisini skoðaður í sambandi við UEFA krøv í sambandi við evropeiskar klubbdystir.

- Í summar hava ein røð av veitarum, undirveitarum og eindum arbeitt dúgliga við verkætlanini, umframt at aðrar ábøtur eisini eru gjørdar í Gundadali. Eisini síggja tit, at skýlið er blivið málað so snøgt.

- Ein orsøk til at arbeiðið hesaferð eisini var eitt sindur drúgvari enn vanligt er, at nógv er lagt fyri at uppfylla krøvini um javnleika á undirlagnum. Lagið undir stoytdoyvingarlagnum er tað drenasfaltið, ið var lagt heilt afturi í 1986, tá fyrsti graslíkisvøllurin kom í Gundadali, og sum var tann fyrsti av sínum slag.

- Neyðugt var at fáa kønu fólkini frá asfaltliðnum hjá TK at gera fleiri royndir - og hevur tað eydnast væl. Krøvini til javnleika eru serliga strong, tá talan er um vøllir, ið skulu brúkast til evropeiskan klubbfótbólt.

- Eitt annað serstakt í hesum føri er, at kommunan hevur lagt seg eftir at halda serlig umhvørviskrøv sambært sonevndu KIMO-ásetingunum - og tí var undanfarna graslíkið pakkað niður og sent til endurnýtslu uttanlands.

Fleiri myndir

Annika her saman við Trine Laiderz, verkætlanarleiðara

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo