Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seinnapartin í dag hevur verið skipað fyri móttøku í Fountainhúsinum í sambandi við 10 ára dagin

Føroyar fáa vitjan av navnframa rúmdarfararanum Andreas Mogensen. Hann kemur til Føroyar 23. septembur og fer avstað aftur 25 septembur

Í dag klokkan 16:30 verða fyrstu dystirnir í innleiðandi umfarinum í blandaðum tvímansleiki leiktir. Finnast skulu tey bæði pørini, sum í morgin skulu kappast um føroyameistaraheitið

Í serligum hjálparpakka frá Litava fær Ukraina 3000 dronur og eitt rehabiliteringsprogram fyri særdar hermenn

- Hvørji rættindi hava børn hjá útlendingum við uppihaldsloyvi, sum eru fødd í Føroyum 2. september 2023 ella seinni?

Ísraelski herurin (IDF) hevur givið tveimum offiserum fótin eftir dronuálopið í Gaza sum tók lívið av sjey hjálparstarvsfólkum hjá felagsskapinum World Central Kitchen

Manchester United svansaði burt sigurin móti Chelsea í yvirtíðini. Soleiðis reagerar Ongland

Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2023, og vinnarin gjørdist SVITZER HYMER hjá Svitzer Faroe Islands, sum eisini var vinnarin í 2022

Ukrainsk trygdarkelda sigur Reuters, at eitt álop á russiskari jørð hevur oyðilagt seks stríðsflogfør

Nýggj norsk gransking vísir, at tað er stórur munur á monnum og kvinnum sum fáa staðfest bróstkrabba

Ung fyri Miðflokkin hevur havt aðalfund og hevur skipað nýggja nevnd

Í komandi viku hevur NLS fund í Føroyum. Høvuðsevnið á fundinum, ið varir í tveir dagar, er talgildingin í barnaskúlanum

- Sansaligt-abstrakt og figurativt landslag er heiti á málningaframsýning sum Finleif Mortensen letur upp í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin 5. apríl kl. 15.00

Manchester United er ikki nakað Champions League-lið, tað vístu reyðu devlarnir í kvøld móti Chelsea

- Við einum donskum fótbóltskrússi úr Meksiko í 1986 millum nýupptrektar øl, eru vit í køkinum hjá mínum heimildarmanni, sum vil verða ónevndur

Sendingin, Sofía og djórini, sum Kringvarpið gjørdi fyri tveimum árum síðani, verður send í svenska sjónvarpinum í næstum

Sjúrður Skaale spyr útlendinga- og integratiónsaráðharran um vantandi eftirlit

Í morgin fer kvinnulandsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Fyrsti dysturin er á útivølli móti Grikkalandi, sum í løtuni er nummar 60 á FIFA listanum

Nevndin í Orkufelgnum, sum eigur Magn, er broytt, boðar Skrásetingin frá

- Hvussu verður tryggjað, at ikki alt verður burtur, um eitthvørt skuldi hent – til dømis eldsbruni?

Á 75 ára degnum hjá Nato sigur Joe Biden forseti at USA hevur eina heilaga skyldu til at verja hvønn einasta tumma av landøki í samgonguni

Aksel. V. Johannesen, løgmaður, ætlar, at tær bøtur, sum verða skrivaðar á yvirtiknum málsøkjum, framyvir skulu fella í landskassan og ikki í ríkiskassan

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, er ivaleysur og vil hava greiðar reglur fyri, hvussu fartelefonir eiga at verða handfarnar í skúlunum

Hallgerð Akurstein úr Hvannasundi hevur tikið stig til ein talgildan lesiring, har øll áhugað kunnu vera við. Ymsar bøkur í Bíbliuni verða lisnar og umrøddar á netinum, skrivar KVF

- Í nýggju stavsetingarorðabókini er einki alternativ. Orðið finst ikki

Í dag setir NET nýggja mastur upp við Brandstøðina í Havn. Nýggja masturin er 36 metrar høg og skal geva betri FM og Sjónvarpssignal í Havn, sigur Páll Vesturbú, stjóri í NET

Kendur DJ og framleiðari hevur framførslu á Vágsbø í august

Hetta verður evnið á tiltaki 9. apríl kl. 19:30 á Skúlatrøð í Klaksvík (í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð)

Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Pætur Smith Clementsen er sum vera man sera væl nøgdur við javnleikin ímóti Turkalandi, har EM-undankapping er á skránni

Tann 31. mars vóru 2122 elakfør í Føroyum. 37.310 akfør hava motor, skrivar KVF

- Ítróttur er fimi fyri øll; kvinnur og menn, yngri og eldri, vælvera millum Føroya vøkru fjøll, loysing frá dagsins meldri

Fríggjadagin skulu síðstu finalistarnir finnast, tá innleiðandi dystirnir í blandaðum tvímansleiki verða leiktir í Badmintonhøllini í Havn frá klokkan 16:30

Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja kekkiska stórfilmin Il Boemo. Virðislønti filmurin er um best umtókta operatónaskaldið í italska 1700’talinum, Josef Mysliveček, ið var mentor hjá Mozart

Phil Foden var í essinum, tá ið Manchester City vann dystin í Premier League í kvøld 4-1 móti Aston Villa

Russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, hevur eftir samrøðu við franska verjumálaráðharran, Sebastien Lecornu, upplýst, at samrøðan vísti "vilja til dialog um Ukraina"

- Samstundis sum tosað verður um burðardygd á landgrunni, verða ásettar pelagiskar kvotur, sum eru øgiliga langt frá vísindaligari burðardygd. Men tað eru 200 milliónir politiskar orsøkir til tað

- Føroya leskiligasti aðalfundur, kalla teir sum standa aftanfyri Faer Isles Distillery "ársaðalballið" sum verður fríggjadagin - næstan 2% av øllum vaksnum føroyingum eru íleggjarar

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hitti í morgun kinesiska varahandilsmálaráðharran, Ling Ji. Fundurin var á kinesisku sendistovuni í Keypmannahavn

Bókin, Crosby-Schoyen Codex, úr Egyptalandi, kemur á auksjón í juni hjá Christies í London

Svimjifelagið Flot á Toftum varð sett á stovn tann 2. april í 1984. Sostatt hevði felagið 40 ára stovningardag í gjár

Uppgávan at taka ímóti flóttum og tilflytarum og børnum teirra er nógv størri enn einans at geva teimum málsliga frálæru

- Skipafelagið Føroyar – stovnað í 1919 – fekk ikki góða byrjan. Svenska skipasmiðjan, ið smíða skuldi teimum farmaskip við plássi fyri nøkrum ferðafólkum, fór á húsagang, tá ið skipið stóð hálvliðugt, og allur inngoldin peningur var mistur

Nú fríggjadagin tann 5. apríl verða innleiðandi umførini í FM-kappingunum í borðtennis spæld í høllini á Hálsi í Havn

Sjey dystir eru á skránni í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Fýra dystir verða spældir mikudagin 24. apríl, meðan hinir tríggir eru á skránni flaggdagin, hósdagin 25. apríl

- Einans 13 trolstøðir av 29 vórðu kannaðar í ár, av tí at Jákup Sverri fekk tekniskar trupulleikar. Í hálunum vóru skásett 21 ymisk fiskasløg og tvey sløg av høgguslokki

- Hóast Malan Mohr, lærari, seinastu árini hevur ognað sær servitan við tveimum eftirútbúgvingum innan ADHD og autismu og verið við til at sett 2 serskúlatilboð á stovn, so gjørdist alt hetta persónliga stríðið ikki nógv greiðari fyri henni

- Kvotaskipan er perfekt á einum rokniarki - og bara har. Við fiskidagaskipan lata vit náttúrna stýra okkum og við kvotaskipan royna vit at stýra náttúruni. Tá vit vilja stýra náttúrini, kann tað bara ganga galið

Stóra danska hondbóltsstjørnan Mikkel Hansen hevur júst boðað frá á tíðindafundi at hann gevst við hondbóltinum í summar

Marina Leban Jacobsen, adjunktur í marknaðarføring á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur saman við øðrum givið út vísindaliga grein um burðardygga ferðavinnu í Føroyum

Onkustaðni er hvítt í dag og aðrastaðni bakar sólin niður