Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í dag liggja Katrin Jóhanna og íslendski nótabáturin Gullberg á Havnini og bíða eftir at sleppa at landa

Her ber til at taka niður stóra og flotta Faxe kondi steypafinalublaðið 2024

- Landsstýrismaðurin hevur í samrøðuni við Frihedsbrevet hvørki nevnt Tórshavnar kommunu ella byggifyritøkuna Articon

Tveir av teimum trimum handtiknu eftir skjótingina undir sigursparaduni hjá Kansas City Chiefs eru ómyndigir, váttar løgreglan

Nú er møguligt at søkja inn á miðnám og yrkisútbúgving til komandi skúlaár. Innskrivingin er tøk á heimasíðuni innskriving.fo, har søkjast kann um upptøku við talgildum umsóknarblaði

- Spurningurin stendur framvegis opin, um landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur ella ikki hevur sagt, at persónlig sambond diktera, hvør fær hvørjar uppgávur frá Tórshavnar kommunu

Havstovan: Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu útgávu av einum globalum klimamyndli

- Eg haldi, at tað er alt ov lítið fokus á tey, ið bara hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva av. Samgongan hevur gjørt nakrar batar, og orkuískoytið er ein liður í hesum

- Her er okkurt hissini leyst og fast úr okkara skattfíggjaða klimatiska ørvitishúsi

- Um tað skuldi komið hartil, at annar av teimum fer í farloyvi og eg verði spurdur um at taka sætið sum varamaður, so sigi eg nei og lati næsta fólk á listanum fáa møguleikan, sigur Bill Justinussen, tá ið VP spyr

- Í samband við, at nýggir tunlar koma Norður um Fjall, kunnu teir gomlu brúkast til onnur endamál. Eitt nú til rennarar, gongufólk og súkklur ella brúkast til vatngoymslu

- At Havnardalur og Sandagerðsá hava havt ein serstakan áhuga fyri fólk í Suðurstreymoy, og sum tey hava kent serstaka ogn í - kann ikki vera nakar ivi um

- Ákærurnar frá landsstýrismanninum í lógarmálum móti Tórshavnar kommunu eru sera álvarsligar. Hetta er ein beinleiðis insinuering um, at avgerðir hjá borgarstjóra og kommunuleiðslu byggja á persónlig sambond og mutur

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og Vørn hava gjørt eitt yvirlit yvir fiskirættindini hjá føroyskum fiskiførum í 2023

Ísraelskir hermenn eru í ferð við at storma Nasser-sjúkrahúsið í býnum Khan Younis har suðuri í Gaza, sambært heilsumyndugleikunum

- Vatnið er væntandi aftur umleið kl. 11.30

Fundirnir eru á Parnassinum á Hafnia leygarmorgunin kl. 10.00 (almennur og fyri kvinnur), og kl. 15.00 almennur fundur, har Paivi leggur fyri

Granskarar siga seg hava funnið heilivág sum kann leingja um lívið. Bíligur og fá hjáárin, sigur lívevnafrøðingur sum sjálv hevur tikið heilivágin

- ​Fjølmiðlafrælsi verja, ikki niðurberja

Fríggjadagin 16. februar á middegi fær Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, handað eitt tilmæli um nýggja lønar- og eftirlønarskipan til tingfólk

Fleiri mál fáa eisini fyrstu viðgerð og landsstýrismaður fer at svara spurningi um at gera metro til útoyggjarnar

Íløgufelagið hevur týðandi leiklut í feløgum har yvir 400 fólk starvast

- Eitt framstig fyri kvinnur, siga tey! Ikki eitt orð um pápan, og BARNIÐ verður als ikki tikið upp á tungu

- Ferðing til evropeiskar stórbýir liggur í luftini, tá vit í februar vísa tveir nýggjar, men rættuliga ymiskar spælifilmar, sum fara fram í hvør sínum býi - París og Rom

Skjótingin var við Union Station. Union Station er staðið har Super Bowl-sigursparadan gjøgnum Kansas City í Missouri endar

- Vit, sum arbeiða á námsfrøðiliga økinum, fáa ikki eina løn, sum avspeglar tað ábyrgd, sum liggur í okkara arbeiði ella ta útbúgving, vit hava

Mjølnir nærum spleysað av eftir tap fyri KÍF

- Eingin skal ivast í, at lovaða lønarlyftið til námsfrøðingar er komið uppá pláss

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München, har hann skal luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður í døgunum 16. - 18. februar

Formaðurin í fregnartænastunevndini í Umboðsmannatinginum, Mike Turner, sendi í dag tíðindaskriv út har hann ávarar um at tað finst ein «álvarsom hóttan móti trygdini í landinum»

- Eg vóni og vænti, at Bill kemur aftur. Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, nú Bill Justinussen er farin úr Miðflokkinum upp í Fólkaflokkin. Hoyr samrøðu í ÚF

- Tað hevur stóran týdning, at PKU-kortini og annað føroyskt tilfar verður savnað og varðveitt hjá okkum í Føroyum. Tilgongdin at fáa PKU-kortini heim hevur verið drúgv

- Javnaðarfólk eru á báðum síðum, eru íverksetandi á Vaglinum og eru mótmælandi á sosialu miðlunum. Hevði ikki væntað, at tey fóru at tørna soleiðis saman, tíggju mánaðir fyri kommunuvalið

Russiskir granskarar eru tætt við at hava gjørt ein vaksinu lidna móti krabbameini. Tað sigur forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, í dag sambært Reuters

- Tað nyttar ikki bara at tosa og koma við frágreiðingum og álitum. Her skulu avgerðir takast og setast skal út í kortið, hvussu fólkaskúlin skal skipast í framtíðini

Sólskinssøgur innan ferðavinnu og íverksetan er evnið til fyrilestrarnar mánakvøldið 19. februar. Tríggir sera spennandi fyrilestrar eru á skrá

- Spurningurin er, um vit kanna, hvat veruliga fer fram í havinum? Um summi sløg av kanningum ikki verða gjørdar, er tað so tí, at mett verður, at tær kanningarnar ikki eru neyðugar, ella verða tær ikki raðfestar og fíggjaðar?

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, skjýtur upp at hækka mánaðarliga hámarkið fyri barsilspeningi úr 25.000 kr. upp í 30.000 kr. Eisini verða umstøðurnar hjá nýútbúnum betri í Barsilsskipanini, verður uppskotið samtykt

Í døgunum 21. – 28. apríl verður mentanarvika í øllum bygdum í Runavíkar kommunu

Fóðurflakin Muninn varð sleipaður av M/S Samson úr Íslandi til Føroya. Hetta var gjørt eftir at flakin var sokkin og illa farin

- Nýrasjúklingarnir mugu í miðdepilin, tað eru teir ikki sum nú er

Umberingin kemur eftir fleiri ár við diskriminerandi retorikki, men eftir valið av einum nýggjum forsætisráðharra hevur pípan fingið eitt annað ljóð

- 18 lond liva í dag upp til endamálið um at brúka 2 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni til verjuna, segði Stoltenberg á tíðindafundi í dag

Í januar vórðu góðar 940 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 72 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Hetta er ein vøkstur á 8,3 prosent

- Undanfarin ár hava nógvir pensjónistar og fyritíðarpensjónistar mist brennistuðulin. Hetta orsakað av, at teir hava fingið ein kapitalvinning, ið er hægri enn 2.000 krónur

Frá í dag - 14. februar 2024 - skulu turistar rinda eitt minni gjald við komu til vælumtókta Bali í Indonesia

- Christian í Grótinum og Gamli Jupiter fiska uttanfyri fiskimarkið í altjóða sjógvi

Landgonguskipið «Tsezar Kunikov» sakk eftir at tað var rakt av eini ukrainskari sjódronu í Svartahavinum, sambært ukrainsku fregnartænastuni

Í kvøld kl. 19 møtast nr. 2 og 3 í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum, SÍ og Fleyr

Landsstýrismaðurin er á rundferð í hesum døgum, har hann vil hava mótspæl til uppskotið um burðardygga ferðavinnu sum er farið til hoyringar