Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað sum stendur undir "mítt tastatur" á VP er at meta sum ein oddagrein.

Oddagreinir skrivar redaktørurin vanliga.

At so onkur annar førir pennin viðhvørt er ikki nakað ókent fyribrigdi, heldur ikki á javnaðarmiðlinum, har Sjúrður traðkaði sínar journalistisku barnaskógvar, og har øll síða 2 eitt skifti var eitt klútateppi av eini oddagrein, har tey sum so ella so høvdu stungið nøsina nakað langt fram eftir smakinum hjá redaktørinum fingu nøkur speirekandi orð við á vegnum.

Men tað sum stendur í eini oddagrein, og onki navn hevur undir, er altíð ábyrgdin hjá redaktørinum.

Á VP taka vit talu- og skrivifrælsið í stórum álvara.

Eisini tað hjá Sjúrði, sum javnan ger brúk av møguleikanum.

Um Sjúrður heldur, vit eru farin ov langt, so er bæði møguleiki at kæra og fara í rættin fyri at fáa uppreisn.

Men vit halda nú, at politikarar, eins og redaktørar, mugu ikki vera ov erkvisnir.

Og best man vera at halda seg til málið og lata boðberan fáa frið.

Tað meinar VP.

Les eisini: Crocodile Skaale og hansara Løkke brøgd í Føroyum

Les eisini: VP er verji teirra feiku

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo