Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- 56 dagar eru farnir, síðan samgongan tók við tann 22. desember í fjør. Eg haldi, at tað kundi gingið skjótari at fingið inflasjónshjálparpakkan í Løgtingið

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú gjørt løgtinginum greitt, at hann fer ikki í tingið við lógarbroyting, og tí fara loyvini úr gildi um 11 ár, altso 1. januar 2034, skrivar KVF

- Náttúran er hornasteinurin undir okkara grundleggjandi lívstreytum og trivnaði. Men skal margfeldið í føroysku náttúruni verjast, er neyðugt at menna og samskipa vitan um føroysku náttúruna

Samgongulimurin Erling Eidegaard hevði nakrar atfinningar viðvíkjandi fíggjarlógaruppskotinum hjá samgonguni, men fegnaðist eisini um at blokkurin er skerdur

Landbúnaðurin skal mennast, og tilvitskan um alt tað góða, sum fæst úr føroysku moldini og úr sjónum, skal gerast betri

Síðan 2017 hevur serstøk játtan verið á fíggjarlógini til nýggjar serlæknar - sokallaða serlæknapuljan. Hetta tíðarskeiðið eru higartil tilsamans settir 10 nýggir serlæknar av hesi játtanini

Helgi Abrahamsen nevndi at nógv av tí sum sagt var undir valstríðnum, verður ikki sett í verk í ár, og nevndi samtíðis at grøna samgongan hevur sett 700.000 krónur av til vinnuligan kolagrevstur

Í komandi viku fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, at handa virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2022

Føroyskir bátasmiðir fáa nú betri umstøður, tá tað snýr seg um at fáa til vega seym, spíkar og røur til føroyska bátin

Samgongulimurin Karlot Hergeirsson nevndi nógv, sum stendur í fíggjarlógaruppskotinum, ymiskt sum fær stuðul runt um í landinum, men saknaði stuðul til Ovasavnið í Nólsoy

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 verða settar av 200.000 kr. til at fyrireika at lata upp føroyska sendistovu í Washington. Eftir ætlan letur sendistova Føroya í Washington upp í 2024

- Vit høvdu sett 7 milliónir av til Tjóðleikhúsið, men samgongan hevur lækkað játtanina til 4 milliónir, og tað kundi eg hugsað mær at fingið at vita, hví tað er gjørt

Undir valstríðnum lovaðu flokkarnir at mótrokningin fór at liggja um 100.000, har onkur flokkur segði at eingin mótrokning skuldi vera yvirhøvur, men nú sigur Javnaðarflokkurin, at hon helst verður einans 60.000

Bygningarnir í Tinganesi skulu framyvir hitast við sjógvhita. Hetta ætlar Løgmansskrivstovan, sum hevur sett 2 mió. kr. av til verkætlanina í ár á fíggjarlógini fyri 2023, sum bleiv løgd fram týsdagin

- Føroyska samfelagið kann kortini merkja avleiðingar meira óbeinleiðis

Í fíggjarlógaruppskotinum verður lagt upp til fleiri batar innan útbúgvingarøkið

- Onkur skal hava sagt, at alkohol er heimsins besta upploysingarevni. Tað upploysir kærleika, parløg, lívsgleði og teg sjálvan

- Er tá neyðugt hjá tí almenna at halda fast við tey 34,8% í ognarluti, ella kundi almenni ognarluturin verið lækkaður til tey 10%, sum tað almenna í dag hevur at atkvøða við?

Undir munnligum fyrispurningum í spurningi um elbilar, segði Jørgen Niclasen seg hava hoyrt, at ein elbilur var komin inn á Brennistøðina, sum ikki visti, hvat hon skuldi gera við elbilin

- Vit senda áhaldandi børn av landinum, sum vit ikki megna at taka okkum av í Føroyum. Børn, sum av einari ella aðrari orsøk ikki kunnu vera hjá sínum foreldrum

Læknavaktin verður styrkt soleiðis, at hon fær betri møguleikar at taka sær av teimum, sum ringja 1870, tá ið tey hava tørv á bráðfeingis hjálp til sálarligar trupulleikar

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var í dag á fyrsta sinni við fylgi á fundi við biskup og Stiftsstjórnina um kirkjumál

- Tað er gott, at fleiri húsarhald leggja um til varandi orku. Tað ger mun. Men tað sigur seg sjálvt, at landið, sum eigur so nógvar bygningar, eisini má gera sítt

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum fegnast um, at skjøtul nú er settur á, at loysa trupulleikarnar, sum hava verið á nógvum dagstovnum kring landið

52 ára gamla Sturgeon hevur verið forsætisráðharri síðani í november 2014, sum er tað longsta nakar hevur sitið í sessinum

Tað eru 33 munnligir fyrispurningar tilsamans

Landsstýrið hevur biðið løgtingið um loyvi til at læna 350 mió. kr. til at fíggja møguligt gjaldførishall landskassans í 2023, skrivar KVF

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur raðfest fiskiveiðieftirlit í uppskotinum til fíggjarlóg 2023, sum er lagt fyri Løgtingið

- 500 túsund kr. afturat til FMX, 500 túsund til nýggja stuðulsskipan til tónleikavinnu, og játtanin til Filmshúsið veksur upp í 2 mió. kr.

- Ofta kenna fólk seg slept upp á fjall, tá tey skulu finna røttu orkuloysnina. Trupult er at vita, nær talan er um ráðgeving, og nær talan er um sølu

- Hetta skaðar rættarkensluna og trygdina í Føroyum

- Landsstýrið, sum sat undan hesum, skeyt upp at seta 5 milliónir kr. av til bergholið í hesum árinum, men á fíggjarlógaruppskotinum, sum var lagt fram í dag, er játtanin skerd niður í 1 millión krónur, skrivar KVF

- Miðalaldurin á ferjunum hjá Strandferðsluni er ov høgur, og tær lúka ikki nútímans krøv, hvørki til ferðafólk ella manning

- Eg fegnist um, at tað eisini verður møguligt, at skipa fyri dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Fyri einstaka sjúklingin hevur tað stóran týdning at sleppa undan drúgvari ferðing tríggjar ferðir um vikuna

- Umleið 80 familjur kunnu fáa heit klæði, neyðsynjarvørur og tak yvir høvdið fyri tí hálvu milliónina vit lata til økið í dag

Fyrrverandi ST-sendikvinnan hjá USA, Nikki Haley, hevur boðað frá í video á Twitter, at hon er valevni hjá Republikanarunum

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 hevur 141 mió. krónur í avlopi, og ríkisveitingin minkar 25 mió. krónur

- Um vit fara at trífalda ferðaseðlaprísirnar hjá útlendingum við bussum og skipum, so kann ein avleiðing verða, at ferðavinnan í útjaðaranum dettur niðurfyri

Arbeiðsbólkur hevur handað sítt tilmæli við átøkum, sum skulu økja um sannlíkindini fyri, at børn við sálarligum og sosialum avbjóðingum trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum

- Ongantíð rakar harðari, enn tá ið børn gerast sjúk. Tað tit í Rynkeby Føroyum gera, hevur sera stóran týdning hjá børnunum við lívshættisligum sjúkum

- Eg havi sett sjøtul á verkætlanina ”Frá útróðrarbáti til døgurðaborð”. Endamálið er at gera tað lættari hjá føroyskum húskjum at fáa atgongd til fisk til ein sámiligan prís

- Eg havi nú í eitt ár sóknast eftir einari frágreiðing um eftirmeting av Málráðnum, sum varð sett á stovn við lóg í 2012 - avloysarin fyri Málnevndina

- Almfinn Jacobsen hevur eina heilsan til mín í einum lesarabrævi, og sum eg skilji tað, so er hann misnøgdur við, at eg havi sett ein fyrispurning í løgtinginum um vegin gjøgnum Skálafjørð

Noreg gjørdi líknandi avtalu í 2021 sum millum annað ásetur, at amerikanski herurin hevur frítt at fara í pørtum av Noregi

Nú er fráboðað, so eingin ivast, hvør í landsstýrinum hevur Suðuroyartunnilin. Tað er løgmaður, skrivar KvF

Hetta er størsta einstaka upphædd, sum Føroyar nakrantíð hava latið í neyðhjálp

- Eg eri als ikki samdur í tí, at tað eru tíðindi, hvørja ferð onkur broytir smakkin ella styrkina í einum drykki

- Síðani 26. mars 2021 er Bústaðir farið í holt við: 12 íbúðir á Blómubrekku í Tórshavn (3. byggistig), vistarpartin til Húsarhaldsskúlan í Klaksvík og búfelagsskapir ávikavist á Toftum (19 íbúðir) og á Strondum (16 íbúðir)

Landsstýrið er í løtuni í tøttum samskifti við Reyða Kross Føroya um at lata neyðhjálp í sambandi við jarðskjálvtarnar, ið hava rakt Sýria og Turkaland

- Uppleggið er, at starvsfólk skulu sleppa at dagføra sína útbúgving við styttri og longri skeiðum umframt eftirútbúgving og serútbúgving