Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Fyrstu árini hjá barninum eru týdningarmikil og avgerandi fyri, hvussu barnið mennist og klárar seg í lívinum. Tí er umráðandi, at tey tíðliga í lívinum verða møtt á bestan hátt. Tíverri er stórur mangul av starvsfólki á summum dagstovnum

Føroyar skulu fyrihalda seg til, at danska lóggávan um ríkisborgararætt ávirkar útlendingar í Føroyum Somuleiðis skulu tiltøk setast í verk fyri at tryggja eina væleydnaða integratión og haldføran búskap

Tíðindastovan AP skrivar, at Donald Trump sær út til at vinna í Virginia, og sostatt vinna fyrsta statin á Super Tuesday

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur í dag fingið handað eftirmetingina av Tí góðu tilgongdini

Minnilutin í Vinnunevndini - Jørgen Niclasen og Árni Skaale - mæla til at broyta uppskot hjá Høgna Hoydal, landsstýrissmanni

- Eftir skjótt 12 ár tykist tað sum punktum er sett í málinum um heilsutrygdargjaldið hjá teimum føroyingunum m.a. útisiglarum, sum starvast í øðrum norðurlondum og eisini rinda sosialgjøld har

Landsstýriskvinnan metir ikki, at tað neyðturviliga er ein trupulleiki at fólk eiga ein bústað, samstundis sum tey leiga frá Bústøðum. Tvørturímóti vísir hon á, at tað í fleiri førum er heilt rímiligt

Frá í dag til 25. mars fer Barbara Gaardlykke Apol at røkja fólkatingssessin fyri Sjúrð Skaale, ið er farin í farloyvi

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, luttók í gjár á einum fundi um dátuvernd, sum Didier Reynders, ES-lógarkommisserur, skipaði fyri

- Yrkisútbúgvingarskipanin kennur ikki til, at klagur eru um yrkisútbúgvingarnar, og at dygdin í yrkisútbúgvingunum ikki er á høgum støði

- Tó er hetta nakað, eg havi biðið øll míni landsstýrisfólk upplýsa, tá tey tóku við

- Løgmaður eigur beinanvegin at biðja landsstýrismannin upplýsa, um hann hevur fingið endurgoldið innflutnings-mvg av sínum báti

Høgni Hoydal sigur við D&V, at tað var ein feilur, at hann ikki upplýsti, at hann átti í einum báti, sum millum annað hevur til endamáls at reka ferðavinnu

Hægstirættur í USA hevur avgjørt, at Donald Trump fær stillað upp á undanvalinum í deilstatinum Colorado, skrivar AP

- Við teimum drúgvu royndum og stóru vitan, ið bæði vinnan og myndugleikar hava tilognað sær gjøgnum árini, umframt ta nýskapan sum er í vinnuni, eri eg vónríkur um at alivinnan eisini í framtíðini verður í fremstu røð altjóða og her heima

Bulurin í føroysku fiskirættindunum í bretskum sjógvi eru 850 tons av svartkalva, umframt onnur fiskasløg eitt nú hýsa, longa og blálonga

- Nær verður dalstunnilsprojektið við tilhoyrandi vegum liðugt?

54 læknar eru í útbúgvingarstørvum í Sjúkrahúsverkinum og Kommunulæknaskipanini í løtuni

Formaðurin í danska konservativa flokkinum Søren Pape Poulsen er deyður. Tað upplýsur flokkurin á síni heimasíðu

- Og tí undrar tað meg, at hann ikki hevur gjørt tað, sigur fyrrverandi løgmaður Bárður á Steig Nielsen

Ráðharrarnir eru samdir um týdningin av góðum og støðugum viðurskiftum ímillum Føroyar og Grønland

Hyggjandi á jarðsjálvtaskíggar í bjargingarhúsinum í Grindavík, sigur ein jarðfrøðingur, sum er hálvur føroyingur, at: “Talan er um tímar og í mesta lagi dagar, til aftur fer at goysa”

Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya hava, vegna Føroyskar Sálarfrøðingar, gjørt nýggjan sáttmála

Ásetingin um, at privatir aktørar kunnu selja streym beinleiðis til kundan, er tikin úr uppskotinum um broytingar í elveitingarlógini, skrivar KVF

Brain Mulroney, sum var forsætisráðharri í Kanada frá 1984 til 1993, er deyður, upplýsur dóttir hansara. Hann gjørdist 84 ára gamal

- Onga lønarhækkan! Okur skulu ikki skrúva okkara egnu lønir upp til at “kompensera” fyri avtøkuni av tænastumannapensiónini

 

- Hvat heldur landsstýriskvinnan um, at 3.000 húskir síðani 2018 hava gjørt stórar íløgur í grønar málarar, men skjótt standa við einari íløgu og einum málara, ið ikki longur tænir nøkrum endamáli?

McConnell er tann longstsitandi senatsleiðarin í amerikanskari søgu

Fyrr í februar mánaði frættist á Danmarks Radio, at onki danskt verjuskip er til staðar kring Føroyar, tí F360 Hvidbjørnen, ið vanliga varðar um føroyska sjóøkið, var flutt til Grønlands

- Tað er gleðiligt at síggja, at Anna Falkenberg nú er komin á betri tankar viðvíkjandi umboðan hjá Álandi, Grønlandi og Føroyum í formansskapinum í Norðurlandaráðnum

- Eg havi sæð meg noyddan at fara til løgregluna í dag við einum málið um chikanu og ærumeiðing av mær, skrivar Johan Dahl á Facebook

Umrøðu verður nú av møguleikanum hjá Føroyum og Grønlandi at fáa fastan sess í formansskapinum í NorðurlandaráðnumU

- Hvussu gongur við arbeiðinum at veita heilsustarvfólkum løn undir útbúgving?

Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11, skulu 14 munnligir fyrispurningar svarast

- Vit eiga altíð at hugsa um, hvat tænir Føroya fólki best, og hvørjir stórrakstrarfyrimunir eru við samstarvi, heldur enn at senda nýggjar rokningar til føroyingar

- Um nakað hendir í nýggju tunlunum, sum ger, at tunlarnir mugu steingja eitt tíðarskeið, eigur Landsverk at tryggja, at ein alternativ farleið er tøk hesa tíðina

- Tað er áhugavert at fáa at vita, hvussu Føroyabanki sum fiskiøki roynist, og um tað eru broytingar í mun til fiskiárið 2022

- Er Erla Kongsdóttir eitt nøktandi avloysaraskip hjá Strandfaraskipum Landsins?

- Í ár er talan um 2 skip, sum skulu gera royndir við trolútgerð, og 3 virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu

Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í Breddanum fyrrapartin

Parlamentið í Ungarn hevur seinnapartin í dag atkvøtt ja til at Svøríki gerst limur í NATO

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, sigur sambært Reuters, at parlamentið fer at samtykkja NATO-umsóknina hjá Svøríki í dag

- Øll børn, hvørs mamma antin býr í Føroyum, tá barnið verður gitið, ella flytir til Føroya í viðgongutíðini, hava lógarfestan rætt til lív

Palestinski forsætisráðharrin Mohammad Shtayyeh hevur lagt frá sær, skrivar tíðindastovan Reuters í morgun

Sostatt vann hann valið í heimstatinum hjá mótvalevninum, Nikki Haley, men hon noktar at gevast

- Í tíðindunum klokkan 18 sigur tú teg ikki kenna teg aftur í tí, sum eg førdi fram. Ja, tú rørt beinleiðis fram undir, at eg sigi ósatt

- Á hesum vakra, fyrsta várdegi, komu gleðiboðini: Dialysusjúklingar kunnu fáa viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi!

- Spurningur er, nær ein vinna er komin hartil, har hon kann/skal standa á egnum beinum

- Eg fegnist um, at dronurnar kunnu brúkast í føroyskum øki. Tað hevur nógv at siga fyri okkara trygd og tilbúgving. Eisini er tað gleðiligt, at roynt verður at skunda undir at fáa eftirlitsradaran kláran

- Klagur eru um yrkisútbúgvingarnar, serliga innan el-og maskinyrkið, har útbúgvingin verður søgd ikki at vera dekkandi, eins og onki sensorskeið hevur verið fyri sensorar í mong ár