Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað vóru tíðindi um allan heimin, tá russiski staturin mitt í juli tók ræði á ognunum hjá bæði fronsku fyritøkuni Danone og á donsku fyritøkuni Carlsberg í Russlandi.

Bæði Danone og Carlsberg ávaraðu beinleiðis aðrar fyritøkur, sum virka í Russlandi, um at tað er sera ótrygt. Hetta var viðkomandi fyri Føroyar, sum hava nógv samstarv við Russland, og senda skip inn í russiskt øki at fiska. Men eingin setti tað í samband við okkum. Tak meg ikki í tí, men eg haldi ikki, at KvF so mikið sum nevndi ognartøkurnar.

Carlsberg eigur (átti) ognir fyri umleið 20 milliardir í Russlandi. Russisku grundgevingarnar fyri at taka ræði á teimum, vóru at Carlsberg ætlaði at selja ognirnar, og at Danmark er eitt fíggindaliga sinnað land.

Tað eru Føroyar eisini. Vit hava valt síðu í stríðnum í Ukraina. Men vit halda ikki, at nakað kann henda okkum. Einki ávirkar okkara bláoygda happy-go-lucky hugburð.

Russisk hóttan
15. august boðaði russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin, frá, at Russland ikki kann góðtaka, at Føroyar hava avmarkað atgongdina hjá russiskum fiskiskipum til føroyskar havnir. Hetta var eitt stig til at ”oyða fiskivinnusamstarvið” millum londini segði hann. Hóast fiskivinnuavtalan ikki er rørd.

Hann ávarar – les: hóttir – Føroyar og sigur, at hetta kann krevja eina reaktión frá Russlandi. Álitið á Føroyar má eftirmetast, sigur hann.

Og hann fer víðari enn so. At Føroyar, sambært eini felags semju í ríkisfelagsskapinum, skulu virka fyri friði og trygd í Norðurhøvum ”saman við sameindum og NATO”, kann eisini ganga út yvir sambondini við Russland, sigur hann. Hann leggur seg altso út í okkara trygdarpolitikk.

Tá ambassadørurin boðar frá slíkum, ger hann tað vegna sín arbeiðsgevara – stýrið í Kreml. Og boðini eru, at Føroyar ikki á nakran konkretan hátt skulu taka støðu fyri Ukraina og ímóti Russlandi. Gera vit tað, kann tað kosta okkum. At vit vilja samstarva um frið við okkara demokratisku grannar og NATO, kann eisini kosta okkum.

At Kreml sendir slík boð til Føroya, er eftir øllum hugsandi kriterium stórtíðindi.

Men hvørki politiska skipanin ella KvF tóku tað upp. Happy-go-lucky...

Merkir einki fyri Russland
Sambært almennum útrokningum hjá Landsstýrinum, er fiskivinnuavtalan við Russland samlað sæð verd umleið null krónur fyri Føroyar. Tøl, sum Árni Dam hevur lagt fram, vísa, at hon gevur stórt hall. Tøl frá fólki, sum liva beinleiðis av avtaluni, vísa hinvegin, at hon gevur stórt yvirskot.

Eg skal ikki gera meg klókan upp á tað. Men eitt er vist: Fyri Russland hevur avtalan ongan fíggjarligan týdning. Í mun til teirra búskap er hon ein viðfáningur. Sum ein kiosk í einum stórbýi.

Hví hevur russiska sambandi við Føroyar tá so stóran týdning, at Kreml sendir ambassadørin í býin við hasi hóttanini?

Fleiri hava sagt, at tann lutvísi havnastongsulin, vit hava sett í verk, bert rakar okkum, og er til fyrimunar fyri Russland, tí nú sleppa teirra skip undan at koma í havn her. Er tað rætt, mátti ambassadørurin fegnast um tiltøkini. Men hann er jú rasandi.

So hvat snýr hetta seg um? Jú, tað sýnir útmeldingini hjá Barbin sólarklárt: Russland vil hava NATO burtur frá Føroyum, og sjálvt púra frítt kunna brúka oyggjarnar til sítt virksemi. Stendur alt púra opið, kunnu Føroyar brúkast sum ein russisk miðstøð í Norðuratlantshavi.

Vanligur taktikkur
Tá tú vilt hava ávirkan á eitt land, er tað ein púra vanlig strategi at gera hetta landið búskaparliga heft at tær. Tað var m.a. tað, Marshall-hjálpin eftir annan heimsbardaga snúði seg um. Tað er tað, Kina ger í t.d. Afrika. Tað er eisini tað, sum summi halda, at Danmark hevur gjørt mótvegis Føroyum. Við fíggjarligum tilknýti kemur ofta politiskt tilknýti.

Kann stýrið í Kreml, við at brúka lutfalsliga fáar krónur í Føroyum, fáa okkum at knýta okkum at teimum politiskt, so gera teir ein sera góðan handil.

Hetta er Russlands yvirskipaða, strategiska mál við samstarvinum. Tað er ikki fiskur. Tað er ikki handil. Tað er politikkur.

Hetta var eisini orsøkin til, at Kaj Leo varð boðin til Russlands í 2014. Russar tosaðu tá ikki bara um handil, men eisini um ”eitt strategiskt samstarv við Føroyar”.

Royndirnar at knýta Føroyar tætt at tí sonevnda ”Eurasiatiska búskaparsamveldinum” (Russlands svar uppá ES) hava helst eisini havt eitt politiskt / strategiskt mál. Samráðingarnar um hetta hevur landsstýrið nú steðgað.

Hjá okkum hevur tað bara snúð seg um fiskivinnu og handil. Hjá Russlandi hevur yvirskipaða endamálið eisini verið politiskt og strategiskt. Føroyar skuldu togast burtur frá okkara grannum, og gerast politiskt loyalar mótvegis okkara búskaparliga partnara fyri eystan.

Russiski ambassadørurin sigur beinleiðis, at orsøkin til, at føroyskur fiskur er sloppin inn á russiska marknaðin er, at vit ikki hava tikið lut í antirussisku revsitiltøkunum hjá ES móti Russlandi. Og hetta, sigur hann, er grundarlagið undir okkara búskaparvøkstri.

Hvør skal siga: Taka tit í verki frástøðu frá russisku brotsverkunum, kemur tað at kosta tykkum økonomiskt!

Don’t rock the boat
Henda logikk hava mong í Føroyum longu tikið til sín.

Í kjakinum um hvat vit skulu gera í mun til kríggið, eru fleiri sum ávarað ímóti at gera nakað, sum kann ávirka samstarvið við Russland.

Sjálvt smá stig verða hildin at kunna fornerma Russland, ið so kann svara aftur. Hetta er júst tann logikkur, ið liggur í útmeldingini hjá ambassadørurin.

Kanska fer Russland at steðga við at keypa okkara vørur, siga hesi fólk. Kanska enntá at uppsiga fiskivinnuavtaluna. Tí er best at siga sum minst og gera enn minni.

Eg havi stundum víst á, at toskurin í Barentshavinum ikki er ein russisk gáva til Føroya, men at tað, vit lata afturfyri, er sera, sera nógv vert. At vit sum tað minsta eiga at hava betri eftirlit við russisku skipunum, sum fiska her. Og at vit ikki nýtast at geva 30 russiskum skipum rætt til at fiska við Føroyar.

Hetta er alt viðkomandi. Men mínar royndir eru, at summi ikki halda, at tað so mikið sum skal nevnast. Alt, sum kann órógva samstarvið við Russland, skal tigast burtur.

Hugsanin kann lýsast við eini aðrari enskari vending: Don’t rock the boat.

Vit skulu gera sum Norra, bleiv einaferð sagt. Men nú hevur Norra knallhart eftirlit við russiskum skipum. Og Norra hevur ikki bara samtykt at lata 85 milliardir norskar krónur til Ukraina, men eisini at lata landinum stríðsflogfør at berjast móti russiska herinum. Í Norra letur eingin seg ávirka av, at Putin kanska blívur keddur.

So nú hoyrist ikki so nógv um, at vit skulu gera sum Norra...

Eru vit komin hartil, at atlitið til kenslurnar hjá einum blóðdálkaðum stýrið ger av, hvat vit halda okkum kunna siga og gera? Og eru vit tá ikki á skeivari kós?

Ørkymlandi spurningar
23. august blivu Prigozhin og aðrir Wagner-menn dripnir á spektakuleran hátt. At teir høvdu eina ”avtalu” við Putin gjørdi ikki so nógvan mun. Prigozhin var eitt bølmenni, sum eingin fer at sakna – men soleiðis er lagnan hjá øllum í Russlandi, sum koma uppá tvørs av diktatorinum. Antin verða tey fongslað – ella verða tey dripin.

Og sum Putin arbeiðir innanlands, soleiðis arbeiðir hann uttanlands. At Russland undir hansara stýri ikki er ein álítandi partnari, hava mong sannað. Ikki bara fyritøkur sum Danone og Carlsberg, men eisini lond sum Týskland, ið gjørdu seg heft at russiskari olju og gassi. Fyri ikki at tala um Georgia og Ukraina...

Men sambært kanning hjá Sosialinum hevur ein stórur partur av Løgtinginum so stórt álit á stýrinum í Kreml, at tey uttan at blunka og uttan at kenna treytirnar vilja hava, at alt samstarvið skal halda fram. Avmarkaðu tiltøkini, sum eru sett í verk, skulu strikast, og fiskivinnuavtalan skal endurnýggjast. Putin forever kundi verið yvirskriftin á teirra politikki.

At ein samlaður Fólkaflokkur heldur hetta, er ikki óvæntað eftir tær útmeldingar, sum hava verið í langa tíð. Men at ein stórur partur av Sambandsflokkinum heldur ikki setur spurnartekin við nakað sum helst, er ilt at skilja.

Tí teir spurningar, sum troka seg fram, snúgva seg ikki bara um reella virðið á fiskivinnuavtaluni. Teir snúgva seg eisini um politisk virði.

Og so snúgva teir seg um nakað, sum vit, hóast tað er ørkymlandi, ikki koma uttan um: Trygdina.

Vestanlond hava lagt hald á fleiri luksusskip hjá russiskum oligarkum, sum standa Putin nær.

Russland hevur tikið ognirnar hjá m.a. Carlsberg í Russland, tí Danmark verður roknað sum ein fíggindi.

Russiski ambassadørurin roknar tað, vit hava gjørt, sum fíggindaligan atburð og ger greitt, at tað ”kann krevja eina reaktión” frá Russlandi. Og hann tosar altso vegna Kreml.

So tann óbehagiligi spurningurin er: Hvussu trygg eru tey skip, sum vit senda inn í russiskt øki?

Vinalag við krokodilluna
Eg dugi at ímynda mær, hvussu nøkur svara hesum spurningi:

”Tað er kanska ein vandi – men tað er okkara egna skyld! Vit skuldu ikki fordømt russisku innrásina! Vit skuldu ikki steðgað samráðingunum við Eurasiatiska búskaparsamveldið! Vit skuldu ikki samstarvað við okkara grannalond og NATO um trygd. Vit skuldu ikki framt tann lutvísa havnastongsulin! Og Aksel og Bjørt skuldu ikki við stórum smíli tikið í hondina á Zelenski!”

At hetta ávirkar hvussu vit standa í eygunum á Kreml, er eingin ivi um. Viðhvørt kann tað kosta at hava prinsipp.

Høvdu vit ikki samstarvað við okkara grannalond og NATO um trygd, hevði russiski ambassadørurin ikki verið so illur við okkum. Høvdu vit ikki verið kritisk móti stýrinum í Kreml, høvdu Russisk skip ligið við kei í Runavík. Vandin hevði eisini verið nógv minni fyri, at Russland brádliga sigur upp fiskivinnuavtaluna. Ella brádliga steðgar við at keypa okkara fisk. Ella tekur eitt føroyskt skip. Hetta eru vandar, vit nú liva við.

Høvdu vit ikki – í ein ávísan mun – latið okkum stýrt av virðum, kundu vit uttan nakran iva eisini tjent nógv meira uppá samstarv við Russland, enn vit hava gjørt. Russland hevur brúk fyri vinum í hesum døgum, og hevði viljað rindað nógv fyri okkara loyalitet.

Spurningurin er bara, hvussu gott og hvussu trygt hetta hevði verið fyri okkum í longdini.

At tú samstarvar við eina krokodillu er eingin trygd fyri, at hon ikki etur teg.

Sjúrður Skaale

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo