Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Løgmaður boðaði frá í síni ólavsøkurøðu í ár, at vektin hjá Christoffer von Gabel í Vektabúðini í Tinganesi fór at verða politiska kumpassin hjá sitandi samgongu.

Øll, sum hava lisið Føroya søgu vita, hvat hetta bølmenni gjørdi ímóti okkum føroyingum.

Svikabrøgdini vóru eirindaleys við ymsum loddum á vektini, har stakkals føroyskar gentur, ið høvdu bundið hosur og troyggjur allan veturin vórðu ógvisliga snýttar og í veruleikanum hildnar í trælabandi, tí at tær og teirra menn, brøður og pápar fingu evstu revsing um tey handlaðu við onnur úr øðrum londum fyri fleirfaldaða inntøku.

Christoffer von Gabel er við hesum nýggja fyrimyndin hjá sitandi samgongu, tá ið ræður um at finna eina sokallaða javnvág í Føroyum við støði í hansara svikakendu vektskálum í Vektabúðini í Tinganesi.

Mong hava eisini hoyrt um spískastein, har føroyingar vóru tvingaðir at sita til teir nærum doyðu í pínslu.

Eisini her gongur Christoffer von Gabel aftur og helst sum hetjan hjá sitandi samgongu.

Christoffer von Gabel átti jú spískastein.

Og hví er Christoffer von Gabel hetjan hjá samgonguni?

Jú, allur føroyski Barentshavsflotin situr í løtuni á spískasteini og kúrur um tað ófrættakenda, sum sitandi samgonga hevur í umbúnað.

Politikkurin hjá sitandi samgongu við spískasteini sum grundstøði heldur bara fram, har føroyskir sjómenn og húski teirra verða sálarliga og fíggjarliga forfylgd og pínd til einaferð í september mánað, tá ið Trojkan við Mette, Løkke og Sjúrði trýsta á knøttin og avtaka inntøkur teirra.

Sum øllum kunnugt, eru tað hesi trý, sum stjórna føroyskum uttanríkispolitikki í løtuni og einans tey.

Bløkurnar í Sethúsunum í Tinganesi eru í besta føri ein copycat hjá Trojkuni við Mette, Løkke og Sjúrði.

Og tíðarinnar speisemi vísir, at tey húsast í júst somu húsum sum Christoffer von Gabel og gera júst somu ónáðir ímóti okkum føroyingum, sum hann gjørdi.

Í Tjóðveldi eru tað í hesum døgum frælslyntar og skynsamar røddir, ið rakna við.

Í hvønn mun tær fáa veingjabreiði undir dagsins sosialistiskt stýrdu búskaparligu leiðslu er ivasamt.

Vit mega bara sanna, at Gablarnir stjórna framvegis Føroyum, men nú í føroyskum hami í sitandi samgongu, nú umleið 400 ár eftir fals vektirnar øðrumegin og spískisteinur hinumegin í Tinganesi framvegis verða nýtt ímóti okkum føroyingum, at skilja sjálvandi sum myndamál í ramasta álvara.

Vit vita øll, at skulu vit nýta pening, so skulu vit eisini vinna hann, tí at annars verður hungur og hall.

Sitandi samgonga ætlar sambært røðuni hjá løgmanni á ólavsøku at brúka meira enn eina milliard í nýggjum útreiðslum samstundis sum hon ætlar at kvala føroysku vinnuna.

Vaknið føroyingar, hetta er galskapur og ørskapur, sum er uttan fyri alt vit og skil.

Christoffer von Gabel segði farvæl við okkum føroyingar við at seta eld á Tinganes og harvið at dylja øll síni brotsverk ímóti okkum føroyingum.

Og harvið hvurvu vektirnar hjá løgmanni uppí royk, sum hann helt so nógv av í ólavsøkurøðuni.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo