Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

- Vit arbeiða í Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon við at skipa eina kappingarrøð í innisúkkling, ella sokallaðari Cycling Esports og eCykling á donskum, sigur Helgi Winther Olsen frá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon.

- Tað gongur fyri seg í einum talgildum heimi har platformurin, ið verður brúktur eitur Zwift. Vit hava eina lítla avbjóðing í, at Føroyar ikki heilt eru talgildar sum serstøk tjóð, ella í hvussu er, at tað ikki ber til at súkkla við føroyskum flaggi. Tað royna vit so at broyta. Egentliga vænta vit ikki, at tað fer at gerast ein trupulleiki, men ljós skal kastast á hetta.

- Fleiri føroyingar hava staðið seg væl í X faktor, ikki minst tí at aðrir føroyingar eru óførir at vísa stuðul og atkvøða. Fyri at skapa áhuga fyri hesum, hevur Torkil Veyhe gjørt ein tráð har møguleiki er at atkvøða fyri, at vit gerast sjálvstøðug tjóð. Ovast á síðuni, har leinkjan vísir til, er møguleiki at trýsta á "Vote".

TRÝST HER

Í kvøld kl. 18.45 FO tíð luttekur Torkil í einari skandinaviskari kapping í innisúkkling. Hann luttekur sjálvandi fyri stuttleikar og við tí venjing hann kann við fulltíðarstarvi osfr.

Torkil luttekur (fyri Danmark) í kappingini, men møguleiki er fyri at stuðla føroyskari súkkling við at fara inn og atkvøða fyri at vit gerast tjóð.

Kappingin Torkil luttekur í sæst:

TRÝST HER

- Vit hava tosað við fyriskipararnar um, at Føroyar luttaka í hesum sum tjóð næsta ár, tá ið alt er uppá pláss hjá okkum. Tá kunnu allir føroyingar luttaka fyri Føroyar og SST fer longu í næstum at hava eina føroyska kappingarrøð eisini, umframt at føroysk feløg og einstaklingar kunnu gera kappingar og venjiingar í hesum talgilda heiminum, sigur Helgi Winther Olsen frá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo