Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hús gav út sína fyrstu plátu 'Nevember' fyri góðum mánaða síðan á plátufelagnum Kervið. Í kvøld t. 7 desember kl. 21 spælir Hús eina ókeypis útgávukonsert í Tøting í Gøtu, sum Tónleikasamtakið Grót skipar fyri. Umframt Hús spælir Rebekka Petersen eisini.

Í samband við útgávukonsertina letur Hús eisini frá sær eitt nýtt videolag. Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt videolagið burtur úr gomlum 8mm bandupptøkum, sum hann fann á loftinum hjá mammubeiggjanum. Samansettu brotbitarnir eru sum eitt sorgblítt ekkó frá eini farnari tíð.

Um Hús
Hús er verkætlan hjá Rólant Lenvig av Reyni, ið eisini er kendur sum guitaristur í rokkorkestrinum Makrel. 
Tónleikurin hjá Hús er ein samanrenning av tungum pulserandi rútmum og hypnotiskum guitarriffum. Onkur hevur lýst tónaheimin hjá Hús sum ljóðbandið til ein dreymasekvens í einum Sophia Coppola filmi, meðan tónleikurin samstundis hevur eina myrkari síðu; litað av London, har flestu løgini av 'Nevember' hava sín uppruna.

Nýggja videolagið kann síggjast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo