Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Vit átti at havt drúgvar royndir í øllum viðvíkjandi kopping, bóking, kunning og samskipan, men tað sær ikki út til at alt er komið upp á pláss enn við koppsetingini móti koronu.

Vaksinan kom til landið hósdagin, skilir VP, og verður koyrd út til apotekini í dag og í morgin, og so verða tað apotekini sum fara at koppseta, og til ber eisini at koppseta seg hjá kommunulæknanum, sambært Heilsutrygd.

Men bókingarskipanin hjá Apotekinum riggar ikki enn, tí har eru onkur brek.

Tað vil siga at skalt tú bíleggja tær eina tíð, so mást tú senda ein teldupost til koppseting@apotek.fo.

Her skal upplýsast fult navn, bara føðingardagur, og á hvørjum apoteki tú vilt koppsetast.

Tá talan er um koppseting móti koronu, so verða tað bert apotekini sum fara at koppseta, var sagt VP, men sambært Heilsutrygd, so ber eisini til at koppseta seg móti koronu hjá kommunulæknanum.

Her kanst tú lesa meira um koppsetingarnar á heimasíðuni hjá Heilsutrygd - trýst her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo