Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Sjálvræði hins einstaka er í dag sjálvsagt. Fáur setir spurnartekin við heimildina at sæta sær sjálvum. Um vit løgdu okkum út í persónligu viðurskiftini hjá øðrum, vóru vit farin út um markið, ið verður alment góðtikið. Eg ráði mær, tú ræður tær.

Hesin sannleikin er eyðsýndur og valla til umrøðu. Hann er ein sjálvsagdur partur av viðurskiftunum í nútíðarsamfelagnum, har hugtøk sum andsfrælsi og tolsemi skipa tað sosialu og menniskjansligu samveruna.

Legði til merkis í undanfarnu øld, at somu fyribrigdi spakuliga sóust millum foreldur og børn. Børnini settu dagsskránna bæði andaliga og tímiliga, í skúla og frítíð.

Í tí kirkjuliga umhvørvinum varnaðust vit, at foreldur lótu børnini avgera, um tey ynsktu at ganga í sunnudagsskúla ella verða fermd sum tannáringar. Børnini skuldu ístaðin sum vaksin taka støðu til síni persónligu andaligu viðurskifti.

Foreldrini áttu ikki at taka avgerðir fyri børnini á økjum, sum vóru persónlig. Vaksin skuldu ikki ávirka børnini. Ístaðin skuldu børnini fáa eina objektiva undirvísing, ið ikki ávirkaði tað viðkvæma barnasinnið.

Sum sjálvlærdur hugmyndafrøðingur tykist mær, at henda hugsanin var í andsøgn við veruleikan og elvdi til eitt slag av andaligari fátækt. Børn og foreldur eru ikki javnbjóðis stillað við atliti at ábyrgd og førleikanum at taka støðu.

Tann innan námsfrøði væl kendi setningurin, ið áður var borin fram sum meginregla,

  • at vit læra handverkið við at arbeiða saman við vaksnum,

  • at vit andaliga mennast við at fara í kirkju ella á møti saman við vaksnum,

  • at vit fáa innlit í mentan og list við at vitja listaskálar saman við vaksnum,

varð skúgvaður til viks. Ístaðin skuldi barnið sjálvt uppfinna tann djúpa talerkin og taka støðu til spurningar, ið nema nútíð og framtíð.

Hesin lesturin er ein andakt, ið einans merkir orð til umhugsunar. Talan er sostatt ikki um vísind. Mær tykir, at hetta nýggjara rákið valla gagnar børnunum, ið kunnu gerast fátæk børn hjá andaliga ríkum foreldrum.

Øll læra og frálæra ávirkar. Tað, ið tey vaksnu halda børnunum til, er foreldranna val fyri barnið. Tað, ið tey vaksnu halda børnunum frá, er foreldranna val fyri barnið.

Áhugavert var at lurta eftir Útvarpinum hjá Kvf í viku 11/2023, har ein prestur og ein serkønur innan ítrótt í hvør sínari sending tosaðu um at seta børnunum mørk, og hvat var skilagott ella beinleiðis skaðiligt hjá børnum.

At tulka er krevjandi, tí vit kunnu yvirtulka ella lesa inn í tekstin. Samrøðurnar vóru vitbornar. Tó, mintu tær um gamlar dagar, har foreldur vístu børnunum vegin og tóku avgerðir barnsins vegna. Ella rættari sagt, at foreldrini vegleiða barninum, so tað kann taka sína egnu avgerð.

Presturin tosaði um vandan við fartelefonini, sum fylti allan dagin og tók alla tíðina. Telefonin órógvaði tann sosiala trivnaðin og skapti eina óveruliga tilveru. Telefonin elvdi til eitt slag av tómleika innaní og rundan um okkum. Vit kundu verða sálarliga órógvað.

Tann køni ítróttarmaðurin tosaði um barnsins gerandisdag, at børnini vóru við í mongum leikum og vandu yvir evni. At røra seg er gott, at røra seg út yvir tey fysisku evnini kann verða óheppið. Íðkan uttan fyrilit órógvar ta likamligu vælveruna.

Mær hóvaði hesar samrøðurnar væl, tí tær vóru eitt nýbrot í tíðini. Nútíðarfólk viðgjørdu fyribrigdi í samtíðini. Og tó vóru vit aftur við gamlar dagar, har foreldrini høvdu ábyrgd av at velja fyri børnini ella stuðla teimum í at velja.

Vit skulu læra hvør annan at seta mørk, tí uttan mørk er tilveran markleys.

Samtalurnar staðfestu, at tað letur seg gera hjá væl skikkaðum nútíðarfólki við trúvirði at tosa inn í tíðina og siga ein sannleika, ið er elligamal.

Sum prædikumaður lærdi eg almikið av samrøðunum í Kvf. Tað varð staðfest, at tað letur seg gera at siga ein neiligan sannleika á ein jaligan hátt.

Hvør okkara ynskir at verða rættleiddur? Tað var vælgerandi og frígerandi at lurta eftir prestinum og tí køna innan ítrótt.

Á tí andaliga økinum er tað sum í lívinum annars. Tey somu fyribrigdini eru galdandi við atliti at læru, frálæru og menning. Ynskja vit at geva børnunum og hvør øðrum ein førning, ja so mega vit halda teimum til.

Vit mega læra børnini um Jesus. Tað er fremsta uppgávan hjá kirkjuni og teimum kristnu samkomunum. Tað ræður um at vera vakin í tímanum og tosa við tað yngra ættarliðið um andalig viðurskifti.

Hóast tíðin við moralskum formaningum er farin, er ein vinarlig etisk áminning altíð kærkomin. Vit mega vera vís í talu og medferð til tess at møta børnunum og teimum ungu í eygnahædd og virðing.

Mørk eru gagnlig og neyðug. Kærleiki, náði og fyrigeving eru mikið betri. Svá Jesus var og gjørdi. Amen.

Orðið: “Hví lurtaði eg ikki eftir lærarum mínum og lýddi á teir, ið vegleiddu meg!” (Orðtøkini 5,13).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo