Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Rebekka J. Olsen (t.h.) og Kristina D. Simonsen (t.v.) eru millum luttakararnar á Venjaraleiðini - Mynd: Bjarni Enghamar

Rebekka J. Olsen (t.h.) og Kristina D. Simonsen (t.v.) eru millum luttakararnar á Venjaraleiðini - Mynd: Bjarni Enghamar

Rebekka J. Olsen (t.h.) og Kristina D. Simonsen (t.v.) eru millum luttakararnar á Venjaraleiðini - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Sum liður í arbeiðnum at útvega fleiri kvinnuligar venjarar, verður í ár skipað fyri átakinum “Venjaraleiðin”. Talan er um venjaraskeið fyri kvinnur við B1, har luttakararnir taka B2 og B3 yvir fleiri vikuskiftir í 2021. 

Undirtøkan fyri Venjaraleiðini hevur verið sera góð, og skeiðini eru fult teknaði. Motivatión, frálæruhættir, venjingarhættir, skaðafyribyrging og tann góða byrjanin vóru millum evnini hetta vikuskiftið, og skeiðið er sum heild komið væl frá byrjan. 

– Luttakararnir hava glett seg til at koma í gongd, og tað hava vit eisini, tí hetta er ein heilt nýggjur og spennandi máti at skipa venjaraskeið uppá. Støðið í framløgunum og kjakinum hevur verið gott, og tað sær út til at rigga væl at skapa hendan bólkin av kvinnum, sum allar taka venjaraskeiðini saman, so hetta ber avgjørt góð boð um framtíðina, sigur Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya. 

Næsti partur av Venjaraleiðini verður á skránni mánaðarskiftið apríl – mai.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo