Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Russiskir myndugleikar mæla til / hótta við at steðga innflutningi av fiski úr Føroyum. Summi vilja vera við, at hetta er okkara egna skyld. Og kanska er tað rætt.

Fyrstu boðini úr Kreml um, at tiltøk vóru væntandi, komu 15. august. Tá bar russisku ambassadørurin í Danmark m.a. føroyingum hesi boð: ”Royndirnar vísa, at verða bondini til NATO styrkt, gongur tað altíð út yvir sambondini við Russland.” Altíð...

Og hvat hava vit gjørt? Vit hava givið loyvi til, at ein NATO-radari verður settur upp í Føroyum. Hann skal typpa eitt hol í eftirlitinum, sum er millum Ísland, Bretland og Norra. Í øllum hesum londum eru fleiri radararar – men eingin er í Føroyum.

Og tað er eingin ivi um endamálið: At hava eftirlit við russiskum hernaðarflogførum, sum aftur og aftur eru farin inn í bretsk loftrúm farnu árini. Við ongum radara í Føroyum hava russisk hernaðarflogfør víðar ræsur til slíkt ólógligt virksemi.

So sjálvandi eru tey ikki glað fyri hesa avgerðina í Kreml!

Hinvegin: Høvdu vit sagt nei til radaran (sum sterkar kreftir gjørdu), høvdu vit ikki verið keisarans vinir í NATO-londunum Norra, Íslandi og Bretlandi. Tí tað er altso NATO, sum verjir okkum. Serliga bretar – sum bjargaðu okkum undan nazistunum á sinni – høvdu undrast.

So sjálvandi hevði eitt føroyskt NEI havt avleiðingar fyri okkara viðurskifti við grannarnar. Men tað hevði verið gott fyri okkara samstarv við Russland!

Kundu farið øvutan veg
Tað hevur eisini verið ein NATO-hernaðarvenjing norðanfyri Føroyar, har eitt føroyskt vaktarskip hevur luttikið, eins og fleiri NATO-skip hava vitjað her. Tað er sum heild eingin ivi um, at bondini millum Føroyar og okkara sameindu eru styrkt, tá tað snýr seg um verju. Og sum ambassadørurin segði: Tað gongur altíð – altíð! – út yvir sambondini við Russland.

Finland og Svøríki hava altíð hildið seg uttanfyri NATO. Teirra formligi neutralitetur hevur verið partur av teirra samleika – og serliga javnaðarflokkarnir hava borið flaggið í hesum spurningi. Men tað var undir júst javnaðarleiðslu í bæði Finnlandi og Svøríki, at tey søktu um NATO-limaskap í fjør. Ikki við góðum vilja, men av ótta. Tey sóu ongan annan møguleika.

Vit í Føroyum kundu gjørt tað øvuta. Vit kundu flutt okkum frá NATO. Tað hevði verið hættisligt fyri okkara egnu trygd. Tað hevði verið ringt fyri viðurskiftini við grannarnar. Men tað hevði verið gott fyri okkara samstarv við Russland!

Havnastongsul
Øll russisk skip kunnu gerast partur av hervaldinum. Og sambært norðurlendskum fregnartænastum eru tey tað longu nú. Tí eru havnirnar hjá okkara grannum stongdar fyri flestu russiskum skipum.

Í Norra – sum umsitur bæði land, hav og fiskastovnar saman við Russlandi – eru kortini tríggjar havnir opnar. Men als ikki fyri øllum skipum. Og tey, sum sleppa í havn í Norra, eru undir sera strongum eftirliti. Orsøkin til hetta er, sum norski uttanríkisráðharrin segði í fjør, at ”når grensene mot Europa i økende grad stenges, gjør det oss sårbare. Det øker risikoen for ulovlig aktivitet gjennom Norge.”

Føroyar stongdu í summar fyri teimum russisku fiskiskipum, sum ikki hoyra til fiskiveiðuavtaluna. Tær avmarkingar, vit hava sett í verk, eru kortini, samanumtikið, nógv minni víðfevndar eru tær, Norra hevur sett í verk.

Men vit kundu eisini latið vera við at gjørt nakað sum helst. Vit kundu, sum einasta land um okkara leiðir, havt havnirnar púra opnar fyri øllum russiskum skipum. Tað hevði skapt sera stóran vanda fyri ólógligum virksemi. Og vit høvdu endað sum eitt slag av russiskum miðdepli.

Hetta hevði havt við sær stóra misnøgd millum okkara grannar. Men tað hevði verið gott fyri okkara samstarv við Russland!

Bretland
Bretski ambassadørurin tók síðst í september ta stóra og óvanliga stig at skriva eitt alment bræv til føroyingar. Hann vísti til tey góðu viðurskifti, sum hava verið millum londini, men gjørdi greitt, at Bretland ikki ynskir, at vit loyva russiskum skipum inn í sonevnda ”felagsøki” millum londini, sum Bretland og Føroyar umsita í felag. Og tað er júst tað, vit gera gjøgnum fiskiveiðuavtaluna við Russland.

Tað er sannlíkt, at nýggja russiska fráboðanin hevur samband við júst hetta. Samráðingar um avtaluna skulu jú møguliga (eingin veit tað fyri vist!) byrja um fáar dagar. Kanska Russland fer at siga soleiðis við borðið: Lova okkum inn í felagsøkið – so taka vit aftur hóttanina um ikki at keypa tykkara fisk. Sleppa vit ikki inn í hetta øki, verður hóttanin framd í verki.

Sleppa russisk skip inn í bretskan sjógv gjøgnum føroysku ’bakdyrnar’, fer tað at skapa stórar trupulleikar millum okkum og bretar. Men tað verður gott fyri okkara samstarv við Russland!

Bundinskapur og hóttanir
Vinnuliga samstarvið við Føroyar hevur í sjálvum sær minimalan týdning fyri Russland. Men tað er eitt týdningarmikið amboð, tí gjøgnum hetta samstarv kann Kreml gera Føroyar fíggjarliga heftar at Russlandi. Fíggjarligur bundinskapur kann jú (mis)brúkast politiskt. Og tað er júst tað, Russland nú ger mótvegis Føroyum.

Tað gjørdi Russland eisini mótvegis teimum londum – t.d. Íslandi – sum í 2014 dittaðu sær at hava eina meining um, at Russland tók Krim-hálvoynna. Og í fjør royndi Russland enntá at trýsta velduga Týskland til ikki at stuðla Ukraina við hóttanum um at skrúva fyri gassinum, sum kom gjøgnum North Stream-rørleiðingina.

I dag kom fram, at Russland hóttir Norra við at siga upp fiskivinnusamstarvið, um russisk skip ikki fáa betri sømdir og møguleikar í norskum havnum. Norra veit, at hendir tað, kann tað fáa fatalar avleiðingar fyri toskastovnin í Barentshavinum. Mann kann siga, at toskastovnurin verður tikin sum gísli.

At Kreml brúkar matvørur í sínum stríðið móti Vesturheiminum, er einki eindømi. Hóttanin um at steðga við at keypa føroyskan fisk er ógvuliga lítið av miklum. Hugsa um blokkaduna av kornflutningi gjøgnum Svartahavið. Hugsa um oyðiløgd landbúnaðarøki og bumbaðar korngoymslur í Ukraina.

Hópdrápsmaðurin Putin er eirindaleysur.

Men geva vit honum tað, hann vil hava, kunnu vit uttan iva varðveita eitt gott samstarv við Russland.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo