Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tey ganga til próvtøku í fólka- og miðnámsskúlunum kring landið í hesum døgum. Skulu uppá vektina, og metast skal um avrik og evni.

Men hetta er eisini ein eirindaleys og køld tíð fyri nógv.

Tí verri enn so øll eru líka røsk at koma ígjøgnum hesa løtuna, sum próvtøkan tekur, sum tey annars vóru íðin og arbeiðssom tey árini, skúlin vardi.

Sjálvsagt eru lærarar og próvdómarar professionell fólk sum duga síni ting. Men tað ger kanska onki um tey verða mint á, at dómurin kann hava stórar avleiðingar fyri hesi ungu, sum hava uppiborið betur, enn tað sum nervarnir rukku til hesa løtuna.

Ein kann vera heppin og draga okkurt sum fellir einum lætt og soleiðs sleppa lættari ígjøgnum nálareygað. Ella umvent.

Skipanin er minni enn so lýtaleys og kann stundum tykjast beinleiðis órættvís.

Tað mugu tey, sum eiga kanska tyngstu uppgávuna, at gera úrskurðin og fella dómin, ikki at gloyma.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo