Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Ein arbeiðssteðgur eigur at vera eitt amboð sum verður brúkt við størri umhugsni enn fakfelagsleiðarar eftir øllum at døma megnaðu at vísa í hesum førinum.

Starvsfólk í eini langari røð av arbeiðsplássum hjá tí almenna vórðu í gjár av sínum fakfeløgum send heim í 24 tímar fyri at vísa samhuga við sjúkrarøktarfrøðingunum sum eru í verkfalli. Fleiri túrar hjá SSL duttu burtur. Almenna Kringvarpið, sum forrestin er ein partur av landsins tilbúgving, bara anti. Heilsuverkið, sum longu frammanundan liggur niðri, fekk ein frammaná afturat. Skúlar og barnagarðar vóru stongdir og so framvegis.

Hetta samhugaverkfallið vardi ikki meira enn eina lítla helvt av hesum 24 tímunum, so hevði Fasti Gerðarrætturin sjúgvað øll aftur til arbeiðis.

Men hvussu ber tað til, at tey sum fáa løn fyri at standa á odda fyri fakfeløgunum ikki vita so frægt at hetta ikki var heimilað? At tað var í stríð við tann sáttmálan, tey sjálvi hava skrivað undir?

Er tað ikki respektleyst ímóti limunum, sum av tí sama ikki fáa tað løn, tey annars áttu at fingið? At brúka tey sum finnur og so bara yppa øksl tá tað ikki gekk? Er tað ikki virðismiklar samfelagsfunktiónir hesi fólkini røkja?

Er tað ikki respektleyst ímóti teimum sum brúka hesar samfelagsins funktiónir, um tað so er innan heilsuverk, skúlaverk, barnaansing, public service kunning, samferðsluna ella aðrar almennar tænastur?

Og síðst men ikki minst er tað ikki respektleyst ímóti arbeiðsgevarunum hjá hesum fólkunum, ið sum ikki einaferð eru sum taratonglar í brimi og noyðast at takka og bukka fyri teimum sum rópa harðast?

Tað átti altíð at verið eitt álvarsmál at fara í ein arbeiðssteðg. Tað átti at fingið avleiðingar tá arbeiðssteðgurin so eisini enntá vísir seg at vera óheimilaður.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo