Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Føroyingar eins og nógv onnur kring allan heimin ganga mótmælisgongu og krevja vápnahvíld av Ísrael. Hesi krevja av sínum politikarum, at teir skulu fordøma Ísrael, men tykjast gloyma ella síggja stórt uppá illgerðirnar hjá Hamas, sum vóru byrjanin til ófriðin og sum halda fram hvønn einasta dag.

Hví krevja naivu mótmælisfólkini herheima og aðrastaðni ikki av Hamas leiðaranum, Yahya Sinwarsum (myndin) sum býr á marglætisgistingarhúsi í Qatar, at hann umgangandi steðgar álopunum á Ísrael og syrgir fyri at lata allar ísraelsku gíslarnar leysar?

Víst nítur tað at hjartanum hjá øllum rætthugsandi at síggja børn og onnur ósek verða skadd og liggja eftirá í syndarliga sorgarleikinum í Gaza. Men er tað Ísrael sum fremur fólkamorð? Er tað ikki Hamas sum fremur fólkamorð ímóti sínum egnu, tá teir brúka tey sum skjøldur undir sínum áhaldandi álopum á Ísrael.

Hvat hevði Hamas gjørt við restina av fólkinum í Ísrael, um teir høvdu hernaðarligu yvirvágina, og sluppu at halda fram sum teir vildu tann 7. oktobur? Hetta eru somu fólk sum samvitskuleyst og uttan at blunka renna rænd flogfør inn í bygningar og gleðiliga drepa ósekar vesturlendingar, sum í teirra eygum onki annað eru enn vanntrúgvandi hundar. 

Sjálvandi visti Hamas akkurát, hvussu Ísrael fór at svara yvirgangsálopinum og gíslatøkunum 7. oktobur. Tí Ísrael hevur altíð havt tann ófrávíkiliga politikk og lyfti til sínar landsmenn, at ísraelar sum verða tiknir gíslar skulu fríast uttan mun til avleiðingarnar. Punktum. So har gekk alt eftir ætlanini hjá Hamas.

Tíverri sær tað út til, at Hamas eisini megnar at gera Ísrael til Svartaper í øllum sorgarleikinum, enntá í eini tíð, har jødahatrið um okkara leiðir aftur hevur tikið dik á seg, og ikki hevur verið størri enn tað sama síðani Seinna Heimsbardaga.

Og við góðari hjálp frá sínum naivu skósveinum, sum vit hava ímillum okkum.

Tit skuldu skammast av tykkum!

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo