Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Lærarar hokna undir ábyrgdini og undirvísingarbyrðuni, og næmingar fáa ikki tað tilboðið, sum teir eiga at fáa og sum lærarar vilja bjóða. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

Í morgun var prógvhandan á Vinnuháskúlanum, har skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar fingu prógv. Sum vanligt var borgarstjórin við og segði nøkur orð í hesum sambandi

Skúlainnskrivingin er nú av, og Mentamáladeildin og Snarskivan í Tórshavnar kommunu hava eftirkannað og viðgjørt innskrivingarnar

Í dag hevur verið próvhandan á Sjónámi, tá skiparar fingu prógv

Seinastu vikurnar hava føroysku listafólkini handan SWAY og EKA- trio vitjað skúlar í Føroyum. Tey hava spælt og sungið fyri næmingum úr 0.-9.flokki í 16 ymiskum skúlum

Bara níggju av 75 næmingum vóru í skúla fyrradagin, tí koronufarsóttin ger um seg á Skála, skrivar KVF

Skulu vit skipa góð tilboð til næmingar, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, krevst, at vit gera eina heildarætlan fyri allar skúlarnar, heldur formaðurin í Lærarafelagnum

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava trettan føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2021. Sjey av hesum verkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum

Frank tekur við starvinum sum fyrstilærari í Sumbiar skúla tann 5. januar 2022

- Er tað ikki fullkomiliga líkamikið, eg spyrji bara?

- At menna hugburðin, at bókasavnið og lesing eru týdningarmikil liggur á okkum, sum arbeiða á bókasavninum at gera meiri við, sigur Jónfríð Foldbo, lærari á Skúlatrøð, við Skúlablaðið

Her greiðir Henny Dánialsdóttir, lærugreinaráðgevi í evning í Námi, frá um andlitskappingina hjá ListaMelduri úr egnu evningsstovuni í Eysturskúlanum, har hon eisini undirvísur

Í gjár fingu 8 elektrikkara-, 7 maskinsmið- og 11 timburlærlingar prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík

Innskrivingin í forskúla, 1. flokk og frítíðarskúla letur upp 15. desember 2021 og gongur fyri seg í bókingarskipanini BARN. Innskrivingarfreistin er 16. januar 2022

Nú fer hon at granska víðari

ESU hevur 45 limafelagsskapir úr 40 londum og umboðar eini 20 milliónir lesandi í øllum Evropa

Í Tórshavnar kommunu hevur verið frítt skúlaval í nógv ár. Í fjør vórðu tó nógv fleiri børn skrivað inn í Skúlan á Fløtum, enn pláss er fyri, og tí eru upptøkureglurnar nú dagførdar, sigur kommunan

Endamálið er at menna førleikar í landgrunsviðurskiftum hjá menningarlondum, og á hesum øki hava Føroyar holla vitan og royndir

Hetta er 23. ritið

Seks tilburðir eru staðfestir í 8. og 9. flokki, skrivar KVF

Stendur tað til arbeiðsbólkin, sum hevur gjørt tilmæli um fremmandamálini í skúlaverkinum í Føroyum, fáa næmingar tveir tímar í týskum í 7. flokki

Talan er um einki minni enn eitt nýbrot innan undirvísing, nú samstarv er skipað millum undirvísingina av tilflytarum í Streymoy og í Vágum

Í tilmælinum verður m.a. mælt til, at týskt verður lærugrein í 7. flokki og at næmingar á náttúrubreyt og búskaparbreyt hava eitt fremmandamál ella danskt aftur at enskum

Grøni háskúlin á Sandi fær nú nýggjan stjóra. Fyrsta desember byrjar Maud Wang Hansen í starvinum sum stjóri á Mat- & Moldmentanarháskúlanum

Tey eru um 30 í tali, bæði fólkaskúla- og miðnámsskúlalærarar, sum eru farin undir diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál

At styrkja næmingar við vitan um heimligt tilfeingi, er drívmegin hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi

Undirtøkan á fyrsta skeiðnum hjá BSK er sera góð. 50 næmingar luttaka á hesum skeiði, ið ber heitið Bíblian

Í ár er næmingatalið í fólkaskúlanum 7.300. Fyri fimtan árum síðani var tað útvið 7.600. Størsta minkingin er í framhaldsskúlunum

1. september byrjaði Thorvald Danielsen í starvi sum sálarfrøðingur á Skúlatrøð. Talan er um eina slóðbrótandi verkætlan, tí ongantíð áður hevur sálarfrøðingur, av hesum slag, verið í starvi í fólkaskúlanum

Verjan gekk sera væl, og metingarfólkini spardu ikki uppá lýsingarorðini: Framúrskarandi, frálíkt filosofiskt arbeiði, sera týðandi gransking. Ein av próvdómarunum endaði við at bjóða henni við í ein granskingarbólk í Oslo

Samfelagnum tørvar fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, og nú fer Setrið at taka lesandi inn tvær ferðir árliga, og 25 lestrarpláss verða sostatt tøk í januar

Í ár vann 6. a í Sankta Frans Skúla fiskikappingina “Á flot við Westward Ho”og ein næmingur úr Skúlanum á Fløtum vann kappingina um størsta fiskin. Steypahandan var á skúlunum í morgun

Í dag var Nem røðin lægd fram í Námi, nú tólv bøkur eru komnar og røðin er fulfíggjað. Bøkurnar og tilfarið er til miðdeild í føroyskum

Í gjár var seinasta freist hjá teimum 148.000 starvsfólkunum í skúlunum í stórbýnum at hava fingið minst annað prikið - annars mugu tey vera heima

- Í grundini áttu allir útbúgvingarstovnar, allar fyritøkur og øll virki at lagt seg eftir at lýsa nógv og væl við tí, tey kunnu bjóða

Týsdagin 28. september kl 15:00 verður útgávutiltak í Námi, nú tólv bøkur eru komnar í røðini Nem. Røðin, sum er til miðdeild, tað er 3.-6. flokk, er nú fulfíggjað og klár at brúka til allar flokkar í føroyskum

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Rudi Olsen í starvið sum fyrstalærara í Kvívíkar skúla

- Munurin á at geva tøl og bókstavir er, at við tølunum kanst tú rokna eitt miðaltal út, meðan tú við bókstavum ikki kanst

Merkið varð vundið á stong bæði við skúlan í Hovi og við Miðnámsskúlan í morgun, nú serbreytin hevði sín fyrsta skúladag

Eitt margháttligt mál hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum av setan av nýggjum skúlastjóra við Vestmanna skúla

Í dag var árliga tiltakið Markleys útbúgving á tímatalvuni hjá landsins elstu miðnámsskúlanæmingum, sum skulu velja sær vegin fram

Í august gav Gunnar Restorff, professari á Náttúruvísindadeildini, eina grein út í høgt metta tíðarritinum, Duke Mathematical Journal, saman við øðrum. Hetta er úrslit av greinarøð, ið byrjaði fyri fleiri árum síðani, og veruliga tók dik á seg í Hawaiioyggjum í 2015

Alis tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna skúla tann 20. september 2021

Í morgun fóru 31 miðnáms- og fólkskúlalærarar úr øllum landinum undir at taka diplom í føroyskum sum øðrummáli

Hugleiðing um Glasir og sandlist eftir Napoleon Smith

Á skrivstovuni hjá Føroya Lærarafelag hava tey ein varhuga av, at tað hevur gingið betur í ár hjá nýútbúnum lærarum at fáa starv samanborið við eitt nú í fjør

Í síðstu viku varð sjøtul settur á Skúlaleikir, tá út við 50 ítróttarlærarar úr øllum landinum savnaðust í Høllini á Hálsi í Havn til ástøðiligara og praktiska undirvísing. Næsta stigið er at skapa rørslugleði og samanhald úti í skúlunum

Á tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes hesu ferð verður teldutøka undirvísingartilfari um burðardygga fiski- og alivinnu, ið Nám, Tøkni og Sjókovin hava gjørt til fólkaskúlan, lagt fram

- Er fólkaskúlin veruliga fyri øll? Hvat er tað sum ikki fungerar við verandi skipan? Er játtanin á fíggjarlógini hjá Løgtinginum til skúlarnar ov lág og, um so er, hvussu nógv eigur hon at verða hækkað?

Ann-Elisabeth hevur tikið við nýggjum námsfrøðiligum seniorstarvi hjá Tórshavnar kommunu við staðseting á Fløtum