Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fríggjadagin 21. apríl vardi Jóhanna Martina Petersen, lækni, ph.d.ritgerð sína á Syddansk Universitet

Eftir næstan fýra ára gransking vardi Heini í Skorini í gjár sína Ph.D.-ritgerð í altjóða politikki við King’s College, University of London

Samstarv kvalir ofta kreativitet, og fundarvirksemi ella bólkaarbeiði er haft um beinið á nógvum arbeiðsplássum og skúlum. Í hesum broti úr bókini Quiet grundgevur Susan Cain sannførandi fyri hesum viðurskiftum

Donsk kanning av tvímæli er løgd fram og sambært undirvísingarráðharranum eru útvið 30 mió kr burturspiltar. Í staðin fyri at siga, at næmingar í fólkaskúlanum eru tvímæltir, eru teir í flestu førum tvífalt hálvmæltir

Fyrsta skúlaróðrarkapping “Kiwansi Róðrar-Kupp” hevur verið í Skúlanum við Løgmannabreyt í dag

- Vit tosa í Føroyum um, at vit skulu ansa eftir, at vit ikki fáa A- og B-skúlar; veruleikin er, at vit longu hava A- og B-skúlar. Royndar- og kanningarúrslit vísa tað, men vit tora ikki at viðurkenna tað, gera nakað við tað og enn minni at siga tað hart, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni

Tað var fyrr í ár at Fiskivinnuskúlin broytti navn til Miðnám í Vestmanna. Nú er tað staðfest við nýggjum skelti á bygninginum

- Danir hava nýskipað fólkaskúlan lutvíst út frá PISA-kanningum, og tann nýskipanin er púrasta miseydnað, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelag. Lærarafelagið saknar grundgeving fyri, hví okkara næmingar skulu taka lut í PISA

Børnini í 2. og 3. flokki í Spíranum hava fernisering í Ostahúsinum leygardagin 22. apríl frá kl. 14.00 – 18.00. Tey hava saman við Barbaru Álaberg arbeitt í 2 vikur við at mála málningar við várlitum

Fyrrapartin í dag vóru løgtingspolitikarir, embætisfólk og onnur á vitjan á stóra byggiplássinum við Marknagil, har nýggi og stásiligi miðnámsskúlin, Glasir, verður bygdur

Arbeiðstakarin hjá Bústøðum hevði sett plátur fyri rýmingarleiðir í Næmingaheiminum undir Fjalli. Tað var eitt mistak, og tað er nú rættað, sigur tekniski leiðarin

Neyðdyrnar á Næmingaheiminum undir Fjalli eru gjørdar óbrúkiligar í sambandi við umvælingararbeiðið. Ábyrgdina hevur eftir øllum at døma almenna felagið Bústaðir

- Tað er trupult at gera eina virksemisætlan, sum veruliga avspeglar ynskir og tørv, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

Fyri páskir vóru nýggju lærlingar til sveinaroynd í timburyrkinum á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hetta er sami flokkur, sum í fjør gjørdi bygningslutirnar og setti upp Skúvadalshúsið

Bogi Skorá hevur verið í Hjørring og gjørt Sveinastykkið, eina 1/4 svingtrappu. Hann fekk 10 og rós

Durita Djurhuus og Marjun Danielsen eru lærarar í Skúlanum við Streymin. Tær undirvísa báðar í kristni í hádeildini, og tær halda, at tímarnir í kristni kunnu, um rætt verður borið at, vera gevandi og víðka sjónarringin hjá næmingunum

Nevndin skipaði seg við Jacob Eli S. Olsen sum næstformanni, Andreu á Rípuni sum kassameistara, Carl Eli N. Samuelsen sum skrivara og Jonu Højsted sum nevndarlimi

Ein lærari hevur skrivað ein fulan sms til eina gentu í 9. flokki í Højmarkskolen í Holsted dygst við Esbjerg. Lærarin, sum er ein vaksin maður, er burturvístur og løgreglan er komin inn í málið

 

Unn kendi á sær, at hon var við at festa røtur uttanlands. Tí flutti hon til Føroya saman við manni og einum barni. Og so helt hon eisini bara, at tað var spennandi at flyta heim, sjálvt um hon ikki var liðug at lesa

Stranda skúli er næsti skúli í røðini at skriva undir fasthaldssáttmála um alt tað talgilda tilfarið frá Námi

Ein skipan, sum studentar hava ment fyri Vinnova í Svøríki, kann vísa luttøkuna í Horizon 2020 á ein einfaldan grafiskan hátt. Skipanin varð víst fram á fundi í Brussel í vikuni

Formalsvalið er avgreitt, tí eingin stillar upp ímóti verandi formanni, Herálvi Jacobsenm sum bjóðar seg fram aftur. Men fýra fólk bjóða seg fram at manna tveir nevndarsessir

Seinastu árini hevur talið á umsøkjarum til miðnámsútbúgvingarnar verið minkandi. Síðani 2014 er talið minkað við til samans 205 umsøkjarum, hetta svarar til 16 prosent. Í mun til 2016 eru 122 færri umsøkjarar, hetta svarar til 10 prosent

Áhugin fyri at fara í miðnámsskúla er minkandi. Í ár eru 122 færri umsóknir enn í fjør, og tað svarar til 10 prosentstig

Tað var ein bólkur úr Miðnámi á Kambsdali, sum vann ársins íverksetarakapping millum miðnámsskúlanæmingar. Bólkurin, ið nevnist Seyð, framleiðir bjálving av seyðaull, sum m.a. kann nýtast til dýnujakkar, draktir og onnur klæðir

Arnfinnur Bjarkhamar, fyrstilærari í Sumba, er sannførdur um, at fólk í tí traditiónsríku bygdini trívast so væl, tí at samanhaldið millum fólkið í bygdini er ómetaliga gott. Tey hava so nógv at vera saman um

- meðan 36% ynskja at fara til Danmarkar í lestrarørindum. Stóra Bretland er framvegis á einum 3. plássi, við 12%, móti 10% í 2014

Komandi fríggjadag fara føroyskir miðnámsskúlanæmingar at kappast um FM heitið í Ungum Virki 2017

Ongin stillar upp ímóti formanninum, men fleiri nýggj bjóða seg fram til nevndina

Borgarstórin Sonni á Horni og Torfinn Nón fyri Heildarverk hava undirskrivað sáttmála fyri jørðarbeiði, sum er 1. stigið at byggja nýggja skúlan í Fuglafirði

- Næmingarnir eru ikki fegnir um frálæruháttin í donskum. Teir halda, at tað er lítið áhugavert og lítið gevandi at hava danskt

Fyri fyrstu ferð eru útlit fyri, at vit verða fleiri enn 50.000 fólk í Føroyum. Tí er ein temasíða gjørd á Snar um fólkatalsfrøði, har tosað verður við Hans Paula Strøm á Hagstovuni

- Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fram í løgtinginum um, at fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum skal broytast frá 67 ár til 70 ár. Hetta er beinleiðis uppílegging í avtalurættin hjá Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag

Fuglafjarðar skúli hevur fingið nýggja heimasíðu. Hetta er ein heimasíða, ið er sergjørd til tørvin hjá skúlum. Hon bæði kunnar og er samvirkin

Kringvarpið veit um, at næmingar hava tikið myndir av telduskíggjanum og sent uppgávurnar víðari til vinfólk, sum skulu upp í roynd seinni

- At kreativa breytin verður niðurløgd, merkir ikki, at tað kreativa fær minni rúm, tíð og raðfesting í læraraútbúgvingini, sigur Janus Jensen, dekanur á Námsvísindadeildini

Nýggi barnaskúlin verður liðugur á sumri 2020. Við nýggja barnaskúlanum fær Fuglafjarðar kommuna, meira enn ein skúla, ein nýtíðar skúla, har vitan og mentan birta undir forvitni og langtan eftir lærdómi

 

Á Glasi í Smiðjugerði hava sjey hárfríðkanar kvinnur fingið prógv

Navnið Fiskivinnuskúlin fer nú í søguna, og skúlin fer at eita Miðnám í Vestmanna

Í Skúlablaðnum, sum er komið í dag, skrivar Olly Poulsen um danskt í fólkaskúlanum. Hon staðfestir, at námsætlanin fyri danskt leggur upp til eina undirvísing í móðurmáli og ikki í fremmandamáli

Ein bólkur úr Skúlanum á Fløtum vann ársins íverksetarakappingin millum fólkaskúlanæmingar við eini slóðbrótandi verkætlan, um at framleiða boxershorts til mannfólk, ið verjur sáðið ímóti fartelefonstrálum

Í gjár setti borivongur frá Samtakinum Articon - Búsetur Í/F skjølil á víðari jørðarbeiðið til stóru skúlabyggingina á Fløtum

- Um lærari ger eina uppgávu, sum ikki er skrásett, so er arbeiðið sjálvboðið og ólønt. Sjálvboðið og ólønt arbeiði er rós vert, men tað er ikki tað, ið fólkaskúlin ella einstaki lærarin kunnu byggja sína tilveru á

Seinasta hálva árið hava Jóhanna Magnusardóttir úr Havn og Dávid Fossdalsá úr Klaksvík verið starvslesandi í Vinnuhúsinum

Felagið hevur verið forum fyri vitanarbýti, netverkan, skeiðsvirksemi, samskifti við myndugleikarnar – serliga útbúgvingarmyndugleikan og hevur virkað fyri størri varhuga um útbúgvingarval

Um eina løtu hevur Miðnám á Kambsdali opið hús. Lærarar og næmingar hava lagt orku í, at fáa ymiskt spennandi á skrá og alskyns básar hava ígøgnum dagin tikið skap

Nú ber til at søkja inn á gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og yrkisútbúgvingarnar, sum byrja í august í 2017

Økið kring Skúlan við Streymin broytist sera nógv, og arbeiðið at grava út fyri nýggjum skúla og ítróttarhøll er nú komið væl áleiðis. Í apríl mánað verða væntandi fyrstu elementini sett upp

Mikukvøldið letur Miðnám á Kambsdali dyrnar upp á víðan vegg. Frá 17 til 21 hevur tú møguleika at hitta lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar

- Tíðin er komin at raðfesta náttúru og tøkni hægri, til dømis við eftirútbúgving av verandi lærarum, tí tað gevur mest, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags