Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Á leguhúsinum í Nesvík hava 4. og 5. flokkur verið á legu seinastu dagarnar. Í morgin skulu tey heim, og tí er okkurt heilt serligt á skránni hjá teimum í kvøld

340 av teimum tilsamans 389 umsóknunum um lestrarpláss í 2023 eru til tær 13 bachelorútbúgvingarnar, sum vórðu bodnar út í ár

Nýggj ársfrágreiðing um granskingina á Fróðskaparsetri Føroya er júst komin, og tølini vísa, at hóast menningin er góð, so vantar politisk raðfesting av granskingini í Føroyum

- Løgtingið hevði nóg illa fingið summarfrí, tá løgtingslimir settu landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna N. Joensen, fyrispurningar um vetrarfrí í fólkaskúlanum

Ritgerðin er um ein hálvleiðara-lasara í nýggjum skapi, sum kann justera bylgjulongd

- Við einari útbúgving frá Setrinum í skjáttuni hava tit skapt ein grundvøll, sum kann geva tykkum sjálvum – og føroyska samfelagnum – eina betri framtíð, segði Martin Tvede Zachariasen, rektari

- Vit byggja eitt gott tilboð upp við teimum røttu læraraførleikunum, sum so kanska má halda uppat, tí næmingarnir ikki sleppa at vera í móttøkuflokkinum eftir seks mánaðir

Fyrrapartin í dag gjørdi Tórshavnar kommuna avtalu við Undivísingarstýrið og Gjaldstovuna um Skúlanet, sum fevnir um allar fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu

Í móttøkuflokkinum er undirvísingin skipað og miðvís og ikki minst meiri nøktandi fyri næmingar og lærarar samanborið við tilboðið, vit høvdu frammanundan. Tað sigur Brynhild W. Djurhuus, lærari í móttøkuflokkinum í Runavíkar kommunuskúla

Aftur í ár skipar Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya fyri norðurlendskum summarskeiði í føroyskum máli, kallað Nordkurs

- Hóast tað aftur og aftur verður víst á stóra tørvin á eftirútbúgvingum av lærarum, tykist lítið og einki at henda

Hetta seinasta árið hava 209 kvinnur og menn staðið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya. 153 hava fingið bachelorprógv, 27 masterprógv, sjey ph.d-prógv og 22 hava fingið prógv í hjánámi og øðrum

Sp/F Henning Larsen North Atlantic við viðurkenda arkitektinum úr Gøtu, Ósbjørn Jacobsen, hevur vunnið arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya

Prógvhandan var á Vinnuháskúlanum í morgun, har skiparar, skipsførarar, maskinmeistarar og maskinistar fingu prógv handað. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt stutta røðu í sambandi við prógvhandanina!

- Tá ið hugsað verður um sertilboð, og at næmingatalið er vaksandi og samansetingin fjølbroyttari, so eiga vit kanska at spyrja, um ein serskúli aftrat Skúlanum á Trøðni er ein loysn

Í gjár fingu 22 starvsfólk innan eldraøkið prógv sum demenssamskipari

Tørvurin á námsfrøðingum í Føroyum er sera stórur, og júst nú eru 39 komin í útbúna hópin aftrat

Leygardagin 10. juni var Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í Saltangará og handaði prógv til næmingar á Rásini

Nú er endaspurtur á universitetsútbúgvingunum hjá mongum á Setrinum, og arbeiðsmarknaðurin kann gleða seg til aftur at fáa feska og vælútbúna arbeiðsmegi

Samstarvið millum Tórshavnar kommunu og kommunurnar í Vágum um kvøldskúlaundirvísingina í føroyskum sum annaðmál er fyrimyndarligt og riggar avbera væl

Seinnapartin stóð Turid Hermannsdóttir væl og virðiliga sína ph.d.-verju á Setrinum við ritgerð síni um m.a. reproduktivar royndir í avmarkandi politiska umhvørvinum viðvíkjandi fosturtøku í Føroyum

Veðrið er av tí allarbesta og fleiri skúlar og barnagarðar nýta høvið at fara ein túr í býin. Fleiri hava vitjað inn á Ráðhúsið og í býráðssalin í morgu

- Myndugleikarnir eru settir at tæna okkum øllum. Minsta krav er, at teir lurta og fyrisita rætt, segði formaður Føroya Lærarafelags á ársaðalfundinum hjá felagnum

Í dag hevur stóra finalan í talentkappingini, sum Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini hevur skipað fyri, verið hildin á ovara vølli í Gundadali

Sarah Ann Bjarnadóttir Vinther hevur lokið útbúgvingina sum ákæri. Hon var til endaliga rættarmálsroynd 2. juni

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur sett Magnus Reimar í Króki í starvið sum fyrstalærari í Kaldbaks skúla

- Samanborið við skúlar uttanlands hava handaligu og listaligu lærugreinirnar í Føroyum ikki serliga høga raðfesting í verandi tíma- og lærugreinabýti

Nýggj kanning: Talið av næmingum, sum ikki íðka, er vaksið frá 12% til 19%. Talið av næmingum, sum kenna seg bundnan av skíggjanýtslu er vaksið frá 51% til 63%

Tað var hátíðardámur á kvøldskúlanum fyrrapartin, tá ið 20 næmingar úr Ukraina fingu handað prógv. Tey hava lokið undanskeið í føroyskum sum annaðmál

- Føroysku vinnukavaraútbúgvingarnar fáa alsamt størri viðurkenning í grannalondum okkara

- Vit rokna við batum á hesum økinum, tí bæði núverandi og undanfarni landsstýrismaður í skúlamálum hava sagt, at teir vilja arbeiða fyri, at tað verða fleiri føst størv og harvið eisini færri tíðaravmarkað størv

- Í nýggjari samrøðurøð, kallað Seturstos, hava vit givið lesandi frá ymiskum útbúgvingum á Setrinum mikrofonina til at greiða frá, hvussu tað í roynd og veru er at taka eina universitetsútbúgving á Fróðskaparsetrinum

Arbeiðið at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík gongur eftir ætlan. Tað sigur Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon, við Útvarpið

Í dag hava 29 tilflytarar í trimum flokkum lokið prógv á Tórshavnar Kvøldskúli í føroyskum sum annaðmál. Tað varð hátíðarhildið á hugnaligari samkomu fyrrapartin

Tá Føroyar nýliga fingu limaskap í nevndini í NordForsk, var hetta eitt týdningarmikið stig á leiðini til at fáa størri leiklut í norðurlendska granskingarsamstarvinum

Ukraiinsku børnini í Eysturskúlanum eru í aldri frá fyrsta til níggjunda flokk. Summi teirra byrja spakuliga at skilja og tosa føroyskt

– Vit fáa javnan og lutfalsliga nógvar fráboðanir frá skúlum í Føroyum um happing og fyrispurningar um, hvussu happing kann basast, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, við Skúlablaðið

Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, tók í gjár lut á NLS-fundi í Íslandi saman við forfólkunum í norðurlendsku lærarafeløgunum og Norðurlendska Ráðharraráðnum

- Í fleiri ár hava røddir verið frammi um, at tørvur er á sálarfrøðingi í fólkaskúlanum at røkka teimum næmingum, sum lærarar og heilsufrøðingar ikki røkka

- Serliga er tørvurin stórur í vinnunum, ið arbeiða við grøna orkuskiftinum til havs og innan byggivinnuna

Mikukvøldið 3. mai kl. 19.00 til 20.30 fer Erling Fles, sálarfrøðingur, at halda fyrilestur fyri foreldrum og avvarðandi at næmingum í Skúlanum við Løgmannabreyt

Føroyar lesa hava verið á vitjan hjá nýggja landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum. Hóast nógv arbeiði verður gjørt, er fitt av arbeiði eftir at gera, serliga á dagstovnaøkinum og innan skúlaverkið

Næmingar í dag eru ógvuliga tilvitaðir um ymiskt sálarfrøðiligt, ið teir halda, at teimum bagir, sigur Thorvald Danielsen, sálarfrøðingur í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík

Gundur Mortensen er settur sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum

Næmingar í Tofta- og Runavíkar kommunuskúla kappast um DM í íverksetan

Høgni Hammershaimb Andersen hevur verið innskrivaður á universitetinum í Keypmannahavn á heilsuvísindaliga fakultetinum og verkætlanin er gjørd í samstarvi við Herlev og Gentofte sjúkrahús

Hósdagin hevði Vágs skúli sera forkunnuga vitjan, tá ið landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvinarmálum var á rundferð í Suðuroynni og vitjaði og luttók til undirvísing

Michael Schweigler og tann føroyski næmingurin fara á túrinum í Føroyum at vitja fleiri framhaldsskúlar og greiða frá um upplivungar á Øse Efterskole

- Tað eru alt ov fá vaksin til alt ov nógv børn. Tað hevði loyst upp hjá nógvum næmingum, sum hava skúlaaftran, at havt styttri skúladagar, siga Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, og Tórfríð Danielsen, sálarfrøðingur á Sernámi

Seinastu mongu árini hava nógvir ungir læknar fingið sína útbúgving í Pólandi. Nú eru eisini fleiri tannlæknar á veg. Nú í summar verða 5 læknar og 3 tannlæknar liðugt útbúnir á Pomeranian Medical University í Stettin