Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað vóru bert nøkur heilt fá sum mótmæltu, tá ið ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen vitjaði úti í Tinganesi

Sáttmáli er nú undirskrivaður millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, og Føroya Skipara-& Navigatørfelag, FSN

Nýhugsan innan tøkni skal hjálpa bókmenta – og mentanarligu ferðavinnuni í Tórshavnar kommunu. Tí er Visit Tórshavn vorðin partur av ES-verkætlanini N-Lite

Fyrr í ár tók Smyril Line avgerð um at seta skipini Eystnes og Hvítanes til sølu. Søluavtala er nú undirskrivað við norska felagið Nordwest Ship Management, og skipini verða latin nýggja eigaranum í april 2024

- Hetta hevur heilt vist gjørt, at fleiri eru vorðin áhugað í skaldskapinum hjá Williami, sigur abbadóttirin, Elisa Heinesen, við KVF

Teknisku trupulleikarnir við plássskipanini og ForeldraGlugganum eru nú loystir og skipanirnar atkomiligar aftur

Myndamaðurin Ólavur Frederiksen hevur tikið eina 3D-mynd inni í City Church, sum brendi herfyri. Sum skilst er farið undir at rudda nú

Nevndin í HR í Føroyum hevur skipað seg eftir væleydnaða aðalfundin 22. februar 2024

Talan er um fyribilsloyvi, men endaliga loyvið kemur skjótt, sigur stjórin í Vága floghavn við KVF

Stjórnin í Bretlandi fer at banna at myndugleikar í øðrum londum keypa bretsk bløð

Vit skulu aftur til 2016 fyri at finna eitt verri úrslit. Men leiðslan er nøgd og væntar at stóri vøksturin seinastu árini verður avtakandi og kemur í eina meira javna legu næstu árini

Russisk proukrainsk milits heitir á fólk um at fara úr býunum Belgorod og Kursk í Russlandi og hóttir við umfatandi álopum á hernaðarlig mál har

- Ongin verulig viðgerð var av málinum í góðar sjey mánaðir frá tí, at klagað varð til kommununa, tann 15. februar 2023, og fram til tann 3. oktober 2023, og borgarin fekk ikki svar

Maritima Útbúgvingarráðið fegnast um eina væleydnaða ráðstevnu um sjóvinnuútbúgvingar, sum var á Vinnuháskúlanum í síðstu viku

Ónevnd kelda í ukrainsku fregnartænastuni SBU váttar fyri Reuters, at álop eru framd á trý russisk oljureinsingarstøð

Møguleikarnir hjá føroyskum fiskaútflutningsfyritøkum at taka kappingina upp í India við sínar norsku- og íslendsku kappingarneytar eru við at tódna heilt burtur í einki

Í samrøðu við russiska miðilin RIA sigur russiski forsetin eisini, at Russland er til reiðar at nýta kjarnorkuvápn um landið kennir seg hótt

Ukraina fer at hópframleiða mobilar robottar, sum millum annað skulu finna minur, passa álopsdronur, flyta særdar hermenn og ammunisjón

Fyrstu ferð síðani 20. februar eru neyðhjálparfólk hjá ST inni í Gaza býi, boðar matvørustovnurin WFP frá í tíðindaskrivi

Altjóða kokkakapping verður á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, leygardagin t. 17. august. Tað er NORA, sum skipar fyri kappingini, saman við Tekniska Skúla í Klaksvík

Málið um listina í Sandoyartunlinum verður tikið upp í Landsferðslunevndini. Tað upplýsti Michael Boolsen, fúti, fyri Degi og Viku í gjárkvøldið

Við Mylnuna í Berjabrekku eru 14 parkeringsbásar, sum nú hava tíðaravmarkingina 1 tíma frá klokkan 9 til 18 yrkadagar

Tað vóru 15 fólk við flogfarinum, sigur russiska verjumálaráðið

Eftir Covid-19 farsóttina stavaði meginparturin av íkastinum til virðisøkingina í føroyska búskapinum frá tænastuvinnuni

Kristian Reinert Davidsen ásannar, at fyritøkan er ikki tann sama, sum han fór úr fyri meira enn átta árum síðani, skrivar KVF

Ímeðan Vága- og Sunda kommunur hava havt stóran fólkavøkstur er tað sama ikki galdandi fyri Vestmanna

Umboð úr flestu flokkum á tingi vórðu møtt til fund í bygdini í gjárkvøldið, og tey tyktust samd um, at møguleikarnir fyri, at hol verður sett á verkætlanina í hesum valskeiðnum eru góðir

Løgreglan hevur handtikið tveir persónar eftir at ein 13 ára gomul genta doyði í Hjallerup í Norðurjyllandi í dag

Núverandi fólkatal í Danmark á knappar 6 milliónir minkar við fleiri milliónum næstu trý ættarliðini, um so fá børn verða fødd sum nú

Tað gongst betri hjá Ukraina í krígnum móti Russlandi, enn tað hevur gjørt leingi. Tað sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj

Hetta er í veruleikanum ein landsuppgáva, og ti er neyðugt, at landið skipar viðurskiftini nú, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, við KVF

Mykola Oleshchuk, kommandørur í ukraisnka flogvápninum, hevur deilt video á Telegram, sum sambært kommandørinum vísir tá russisk samskipanarstøð verður bumbað

Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar og Eysturkommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík og í Leirvík

Ein heilsufrøðilig góðkenning krevst frá matvørumyndugleikanum í Brasil, MAPA, áðrenn føroyski útflutningurin kann gerast veruleiki

Kate prinsessa viðgongur nú, at tað var hon sum manipuleraði eina umstrídda mynd av sær og børnunum

Fleiri føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur halda, at Føroyar mugu fáa betri handilsviðurskifti við fleiri lond í Asia

Fólkatalið vaks við 450 persónum seinasta árið, og 1. februar búðu 54.569 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði

Nýggjur framleiðsluháttur og bíligari battarí fara at gera framleiðsluna av elbilum bíligari

Í ár vitja 21 ferðamannaskip Runavíkar havn. Flestu skipini koma inn á Kongshavn á Skálafjørðinum, meðan seks koma til Elduvíkar og Funnings

Málini sum skulu viðgerast snúgva seg milllum annað um neyðtøku, harðskap, grovan narkotikakriminalitet og brot á ferðslulógina

Videobrot av harðskapi, drápi, sjálmorði og meiðslan enda í telefonini hjá børnum og ungum á sosialu miðlunum

Harurnar vórðu skotnar á 556 túrum í 234 høgum kring landið. Hetta er 24% færri harur enn í 2022, tá 6.578 harur vórðu skotnar í Føroyum og eisini nakað undir miðal

Stígur er í samráðingunum um sáttmálan fyri Strandferðsluna

Dagførdi samleikin er tíðarhóskandi og endurspeglar grundvirðini hjá Sev. Við íblástri úr føroysku listasøguni er ein dragandi og umboðandi samskiftisleistur skaptur, sigur SEV

Aðalfundurin átalar upp á tað harðasta, at roynt verður at trýsta eina slíka lóggávu ígjøgnum løgtingið

Men Russland er eisini farið at brúka nógv sterkari og oyðileggjandi bumbur á frontinum

Av tí at tyngru elbilar slíta vegirnar meira er eisini rímiligt, at tey sum eiga elbil skulu av við meira í vegskatti, siga politikararnir í landslutinum Alberta

Nærum 500 sjúkrarøktarfrøðingar luttóku á aðalfundinum sum var í dag

Vágakórið syngur og Súsanna Mortensen úr Kvívík heldir grækarismessurøðu

Bruttovinningurin veksur við stívliga fýra mió kr sum allar fara niður á botnlinjuna