Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

625 russisk fiskiskip hava ligið við bryggju í Noreg síðani 14. oktobur í fjør – tá ið norska stjórnin framdi avmarkingar bert til tríggjar havnir. Sama tíðarskeið árið fyri var talið 788

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undirskrivaðu fríggjadagin nýggjan tvey ára sáttmála fyri miðlafólk í privata geiranum

Hetta er aðru ferð í stutta tíð, at Rætturin í Hjørring viðgerð mál um narkosmugling til Føroya

Jólamerkjagrunnurin hevur stuðlað børnum og ungum síðan 1976, og hvørja ferð tú keypir eitt jólamerki fer vinningurin til verkætlanir til frama fyri børn og ung

- Boðini eftir Fróða Sørensen komu alt alt ov tíðliga, einans 50 ára gamal

Tað fer at taka fleiri mánaðar at berja Hamas niður, sigur Yoav Gallant við Times of Israel

Hetta er aðruferð hann er sjúkur av korona

Hóast helvtin sigur seg vilja gjalda eyka fyri eina burðardygga vøru, so velja undir 2% at gjalda nakrar fáar krónur afturat flogbilettini sum eru markaðar til umhvørvisátøk

- Men tað skulu teir ikki, nóg nógv er til og um neyðugt skal statskassin punga út, lovar ráðharrin

Floghavnirnar í Aleppo og høvuðsstaðnum Damaskus eru stongdar eftir ísraelsk álop í nátt

Skulu hjálpa til at verja Ísrael

Fyrst fara tey sum sita við vindeygað umborð, síðani tey í miðsetrinum, og síðst tey sum sita við gongina

Í dag var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Fjalshaga í Vestmanna. Thomas Koba var á staðnum við kameranum

Seks dagar tók tað hjá Noreg og Russlandi at gerast samd um fiskiveiðuavtaluna fyri 2024

Ein merkismaður innan snikkarayrkið er farin

Fallandi trendurin hevur nú gjørt, at vit skulu eitt ár aftur í tíðina fyri at finna sama kursstøði

Serliga er tað vatnflóðin sum hevur elvt til stórar skaðar nógvastaðni í landsynningspartinum av landinum

Men í seinnu helvt harðnar streymurin og veðrið verður meira óstøðugt. Her er metingin hjá Fiskamarknaðinum

Ísraelskir myndugleikar hava almannakunngjørt eina mynd av teimum báðum amerikansku gíslunum

Fjølmentarvikan varð sett í dag og her eru nakrar myndir

Seinnapartin í dag læt Framskák dyrnar upp í nýggjum hølum á Sigmundargøtu

Í seinastuni hevur verið lýst eftir samskiftisfólki til stjórnarskrivstovuna hjá Heðini Mortensen á ráðhúsinum í Havn. Starvið er nú sett

Fyri løtu síðan bleiv kunngjørt, at fyritøkan Intra, er kosin Ársins íverksetari 2023

- Í 2024 kann eitt miðal húsarhald vænta at rinda umleið 200 krónur meira um mánaðin fyri fjarhita

Nógv fólk vórðu savnaði til eldradagin í Dansifrøi fyrrapartin í dag

- Fyri privat- og vinnukundar fylgja útlánsrenturnar tillagingini hjá Danska Tjóðbankanum, og hækka sostatt við upp til 0,25% stigum

Súni Selfoss, formaður, útihýsir ikki møguleikanum fyri samhugaverkfalli, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir hava verið í verkfalli í tríggjar vikur, skrivar KVF

Servandar deildir hjá Ukraina bumba fleiri russiskar stríðsvognar, vísir video sum deildirnar hava lagt út

Nú verður bannað at lýsa við rúsdrekka á sosialu miðlunum. Tað var samtykt í løgtinginum í gjár, tá ein partur av rúsdrekkalógini var fyri, skrivar KVF

- Føroyingar, sum arbeiða heima í Føroyum skulu hava somu skattligu treytir, sum teir føroyingar, ið arbeiða uttanlands

Jødahaturið hevur ikki verið størri síðani Seinna Heimsbardaga

Í morgin verður spurningurin um yvirdeyðleika tikin upp í bretska parlamentinum, sum óviað er fyrstu ferð hesin spurningur verður tikin upp í parlamenti

Í morgin sleppa 20 lastbilar við neyðhjálp inn í Gaza úr Egyptalandi

Amerikanskt krígsskip hevur skotið trý missil og fleiri dronur niður har norðuri í Reyðahavinum

Í sambandi við tiltakið Slaktið, verður parkeringsplássið framman fyri ráðhúsið stongt fríggjamorgunin 20. oktober kl. 8 til leygarkvøldið 21. oktober kl. 20

Dagføring av broytingaruppskoti í byggisamtyktini hjá Sørvágs kommunu

Ísraelskt loftálop á Gaza hevur sambært Hamas-miðlum dripið ein av leiðarunum í Hamas, Jehad Mheisen

Ukrainskar deildir eru farnar um ánna Dnipro í Kherson, har suðuri í Ukraina. Tað skrivar amerikanska Institute for the Study of War, ISW

- Íbúðirnar liggja allar sera væl fyri, við FK sum nærmasta granna, stutt til ítróttarhøll, barnaskúla, dagstovn og vakra náttúru

Í mai í ár lýsti Vága kommuna eitt øki á 3.300 fermetrar til sølu til íbúðabygging, men einki boð kom inn, sambært borgarstjóranum

Tað er sjáldan at okkum er loyvt at síggja kjarnorku-kuffertini hjá Putin, sum kallast ”Tjeget” eftir einum fjalli í Kaukasus

Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 12500 kr., er 24. novembur, sigur Havstovan

- Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur síðani 2. oktobur verið í verkfalli. Síðani tá er verkfallið alsamt víðkað

Tá ið Ritan, sum er 52 ára gomul, og Sildberin, ið komandi ár verður 30 ár, hava verið á beding, skulu eftir ætlan ikki fleiri skip hjá SSL á beding í ár

Síðstu nátt brúktu ukrainar nýggja ATACMS-missilið í krígnum móti russum

- Hetta er fyrstu ferð, at mentanarvirðislønirnar verða handaðar í Vestmanna, men tað er ikki fyrstu ferð, at vestmenningar verða heiðraðir við mentanarvirðislønum

Mentanarvirðisløn landsins 2023 varð í kvøld latin Teiti Lassen, tónlistamanni, sum tøkk fyri útint listarligt avrik

Sømdargáva landsins verður latin Ole Wich, myndlistamanni, fyri hansara áhaldandi og beinraktu eygleiðingar av føroyska samfelagnum

Landið ætlar at selja sín ognarlut í Smyril Line á gott 16% av partabrøvunum. Tummas Justinussen, nevndarformaður og partaeigari í Smyril Line, viðmerkir støðuna í sendingini Búskapur & Vinna

Heiðursgáva landsins 2023 verður latin Eilifi Samuelsen, týðara, fyri hasara stóra arbeiði at týða eina røð av klassiskum bókmentum til føroyskt