Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

ST stovnurin fyri palestinsk flóttafólk í Miðeystri (UNRWA) sigur í dag, at stovnurin er ikki førur fyri at halda fram í sínum arbeiði í Gaza

Myndir frá staðnum vísa persónar sum ikki sleppa av altanini í íbúðabygningi í 14 hæddum

Mamma Aleksej Navalnyj, Ljudmila, hevur nú sæð líkið av soninum. Tað skrivar talskvinnan Kira Jarmysj á sosiala miðlinum X

- Farið verður beinanvegin undir at fyrireika eina tilgongd at seta nýggjan stjóra á Landsverki

Frítíðarfiskarar eftirlýsa meira gransking og heita á norsku stjórnina um at taka ábyrgd. Politikarar bera ótta fyri at sjúkan breiður seg til alifiskin

Í Danmark eru fleiri fólk við nervafrøðiligum sjúkum eftir kovid-19 smittu. Tað vísir ein stór kanning hjá Statens Serum Institut

- Yvir 269.000 menn hava verið við í granskingini

Á hesum økinum sum verður grivið út nú á flogvøllinum í Sørvági fara at standa - eftir ætlan - tveir hangarar og eitt parkeringshús

Talgildu Føroyar hava gjørt av at lækka prísin at brúka Samleikan sum innritan. Príslækkingin skal eggja fleiri smærri fyritøkum at brúka Samleikan

94 prosent av fólkinum í Føroyum hava búð og virkað í Føroyum í longri áramál og hava tað, ið vit kalla bústaðartilknýti. Fyri tíggju árum síðani vóru tað 98 prosent, sum høvdu bústaðartilknýti

Innbrot var á Hotel Hafnia nakað eftir midnátt. Vakmyndatól gera, at politiið sigur seg vita, hvør breyt inn. Matur er tikin, skrivar KVF

Seinastu mánaðirnar hevur vitanin um neyðtøkur og kynsligar valdsgerðir undir Hamas-álopinum givið miklar reaksjónir, bæði í Ísrael og altjóða

Landbúnaðurin í Ukraina hevur mist næstan 80 milliardir dollarar - svarandi til umleið 551 milliardir krónur - í inntøku síðani innrásina

Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett nýtt útbúgvingarráð fyri maritimu útbúgvingarnar

- At landsstýrismaðurin, Dennis Holm, velur at brúka ráð frá privatum um Suðuroyartunnilin, kann eg ikki sum stjóri á einum stovni, sum hevur sum fremstu uppgávu at ráðgeva politisku skipanina, góðtaka

Bíðað verður nú eftir at Heilsutrygd fer undir at endurgjalda teimum persónum, sum av órøttum hava goldið heilsutrygdargjald. Seinasta metingin var at talan er um 30-40 mió.

Sigurð Lamhauge, sum fyrr í dag boðaði frá, at hann segði seg frá sum stjóri í Landsverki, var ikki arbeiðsleysur leingi

Ríkisákærin hevur tikið avgerð um at sleppa skuldsetingini um brot á grein 266b í revsilógini

Tað kann vera torført at finna tøkar parkeringsbásar í Havn yrkadagar. Tí verða broytingar nú gjørdar á parkeringsøkinum undir Svínaryggi

Aleksej Navalnyj varð dripin við slagi móti hjartanum sum fyrr var pensum hjá sovjettisku fregnartænastuni KGB, sigur aktivisturin Vladimir Osetsjkin

Sigurd L. Lamhauge hevur sagt seg úr starvinum sum stjóri á Landsverk. Starvsfólkini eru kunnað um hetta fyrrapartin, skrivar KVF

- Svárt var at fáa boðini um, at okkara kæri floksformaður og starvsfelagi, Anfinn Kallsberg, eftir stutta, men tunga sjúkralegu er farin hiðani

- Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá maður, pápi, abbi og langabbi okkara, andaðist og varð jarðaður

13. umfar við sanksjónum móti Russlandi er samtykt í dag, skrivar tíðindastovan AFP

Í dag andaðist fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg, 76 ára gamal

Royndin at selja partabrøvini hjá landinum í Smyril Line hevur kostað landskassanum hálva millión krónur. Tað vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið frá Løgmansskrivstovuni og Fíggjarmálaráðnum

Seinnapartin í dag handaðu skúvoyingar løgmanni undirskriftir í sambandi við ætlaða Suðuroyartunnilin og við eini áheitan um íbinding

Sáttmálasamráðingarnar millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið "KAF" og Føroya Skipara-& Navigatørfelag " FSN" eru slitnaðar og semingsstovnurin er boðsendur

Russiskur tyrluskipari tjenti 3,5 mió. kr. fyri at stjala eina álopstyrlu frá Putin. Seinasta týsdag var hann dripin í sponskum frítíðarbýi

Russland er nú komið við nýggjum revsimáli móti yngra beiggjanum hjá Aleksej Navalnyj, Oleg. Tað upplýsir innlendismálaráðið sambært Ria Novosti og Tass

Tað kostaði Tórshavnar kommunu 11.200 krónur at rinda 48 fólkum fyri 56 p-gjøld, 200 kr. hvørt, sum tey fingu í Gundadali. Kommunan fekk 53 umsóknir um endurgjald, skrivar KVF

Formansskapurin í løgtinginum hevur fingið ein advokat at kanna, um endurgjald kann krevjast, nú tað er staðfest, at glaspláturnar uttan á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum ikki eru rætt festar, skrivar KVF

Fólkakirkjan fer í dag undir nýtt tilboð, har bjóðað verður sálarrøkt sum kjatt-samrøða á netinum

Umframt Cialis og Viagra, sum eru tablettir, gjørdist nýggja kremið Eroxon, reseptfrítt á norska marknaðinum í síðstu viku

Fríggjadagin fall dómur í máli um smugling av uml. 25 kg av hassji til Føroya. Teir ákærdu fingu ávikavist 3 ár og 1 ár og 3 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing

Donald Trump gevur ikki Vladimir Putin skyldina fyri at andstøðupolitikarin Aleksej Navalnyj doyði í russiskum fongsli, skrivar NTB

Rís hevur hægri innihald av krabbameinselvandi evnum enn fyrr hildið, vísir váðameting

Á eykabýráðsfundi í kvøld fer Tvøroyrar býráð at viðgera hoyringarsvarini, sum komu um ætlanina hjá Varðanum Pelagic at byggja hægri enn meginreglan er í byggisamtyktini, skrivar KVF

Julia Navalnaja, kona Aleksej Navalnyj, sigur at Putin drap mannin. Hon sigur seg fara at halda fram í arbeiði hansara fyri einum fríum Russlandi

Í farnu viku var stovnandi aðalfundur í bransjufelagnum Bilasølufelagið, sum verður partur av Vinnuhúsinum

Almenni bygnaðurin endurspeglar ikki stóru broytingarnar í okkara undirstøðukervi, sum hevur havt við sær, at landið er knýtt tættari og tættari saman, heldur Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni

"Um ikki Skúvoy fær eina íbinding frá komandi Suðuroyartunlinum, so hevur okkara oyggj ikki langa tíð eftir, har fólk búgva"

 

Nývalda felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu hevur skipað seg við Barbaru Djurhuus sum forkvinnu og Ólavi Jóannesarson Hansen sum næstformanni

Samlaði vøruinnflutningurin var 11,8 milliardir krónur í 2023, hetta er 3,3% lægri enn í 2022

Útflutningurin av fiskavørum vaks nærum eina hálva milliard krónur í 2023 í mun til 2022. Hetta er 4,3% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin vaks 26%

Vitlíki kann geva tær skjótari og neyvari svar uppá blóðroyndina enn læknin, og kann eisini rokna sannlíkindini fyri um tú fært álvarsamar sjúkur ella ikki

Stríð ímillum ymsar ættarbólkar sigst liggja aftanfyri

Harumframt er millum annað eisini eitt russiskt stríðsflogfar skotið niður

Russiska avísin Novaja Gazeta skrivar í dag seinnapartin at líkið av Navalnyj er funnið í líkhúsinum á sjúkrahúsinum í Salekhard

Bæði tey donsku verjuskipini í Grønlandi liggja við maskinskaða