Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Her eru nakrar myndir sum myndamaðurin Ólavur Frederiksen tók fyrrapartin

Fyri veður eru avgreiðslurnar hjá Føroya Politi stongdar í dag, boðar løgreglan frá

Arbeiðspallaurin sum brúktur var til arbeiðið at taka glasplátur niður á Løgtingsbygninginum koppaði yvir móti gamla Sparikassabygninginum

Suðuroyar norðara bjargingarfelag boðar frá, at takplátur fúka niðri á Heyggi í Hvalba. Pláturnar eru frá einum seyðahúsi, skrivar KVF

Vindurin er nógvur í høvuðsstaðnum, og ein hørð hvirla reiv tekjuna á einum húsum í Heygsgerði í Havn, skrivar KVF

Krígsmótstøðumaðurin Boris Nadezjdin er nú klárur sum valevni til russiska forsetavalið

Eingin ruskinnsavning er í dag av vánaliga veðrinum, sigur Tórshavnar kommuna

Veðurfrøðingurin Andrias Gregoriussen frá Veðurstovu Føroya greiðir her frá ringa veðrinum og veðurfyribrigdinum, sum ferðast framvið okkum í løtuni (Mynd: KVF)

Ein atmosferisk bumba nærkast Føroyum, og tað er orsøkin til, at tað verður kolandi stormur í dag, skrivar KVF, sum fer at uppdatera um veðrið, tá ið tað brestur á

Fyri fjórðu ferð í ein mánaða hevur Russland feilbumbað egið øki

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, sum er 300.000 føroyskar krónur, setir í 2024 fokus á burðardygga bygging

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Akademikarafelag Føroya eru samd um ein leist fyri setanarsáttmála til starvsfólk innan virkisøkið hjá Akademikarafelag Føroya á privata arbeiðsmarknaðinum

Maðurin, sum politiið hevur leitað eftir í sambandi við svik á netinum, ringdi til politiið í nátt. Politiið hevur avtalað við mannin, hvussu nú skal farast fram, skrivar KVF

Sunnudagin 28. januar legði Hizbollah út upptøku av einum álopi á Ras-Al Naquora, á markinum millum Ísrael og Libanon

Samanumtikið vísa tølini higartil í ár, at ferðandi við SAM og bussum er munandi hægri, meðan bilatalið eisini økist

ES hevur í dag sett fýra russarar á sanksjónslistan, teirra millum Ekaterinu Mizulina og hennara Liga fyri internettrygd-felagsskap, sum arbeiðir saman við russisku stjórnini

Frá tí kríggið byrjaði tann 24. februar 2022 og til 25. januar í ár hevur russiski herurin mist umleið 4900 brynjað akfør og 2600 stríðsvognar kallaðir Main Battle Tanks

- Í januar 2024 fór fram formansfundur hjá Altjóða Havrannsóknarstovninum (ICES) og høvdu Føroyar (Havstovan) eitt umboð á fundinum

Seinnapartin í gjár gjørdust starvsfólkini á pubbinum Three Horseshoes í Leeds rættiliga skakað

 

Í sambandi við grevstrararbeiði hjá SEV, verður eingin gjøgnumkoyring eftir Havnargøtu frá mánakvøldinum 29. januar 2024 kl. 23.30

Á Oyndarfjarðarvegnum var mált upp í 51 m/s í hvirlunum

- Ukraina hevði vunnið kríggið skjótari, um loyvt var at bumba mál djúpt inni í Russlandi við vesturlendskum vápnum

Ringa veðrið ger, at farmaskipini eru seinkað. Tí kann tað vera tómligari enn vanligt í handlunum í morgin

Veðrið ger, at allir bussar hjá Strandferðsluni standa stillir í løtuni, skrivar KVF

Tað verður bardagi tá ið tjetjenski kommandørurin, Vakha Khambulatov, verður steðgaður í Mercedes luksusbilinum av einum russiskum hermanni og biðin um at vísa sítt krígsprógv

Per dags dato finst eingin viðgerð móti Alzheimers. Nýggj gransking birtir nú lív í vónina um at beina fyri sjúkuni

Ein sakførari í Malmø snýtti eldri og dement, vísir kanning sambært miðlinum Sydsvenskan

Sambært nýggjari frágreiðing frá DR Analyse, sum kannar miðlar í Danmark, er talið av danskarum, sum dagliga brúka Facebook, fallið úr 65 niður í 59 prosent

Donald Trump skal gjalda 83,3 milliónir dollarar - 572 milliónir krónur - til rithøvundin E. Jean Carroll, sum í 2019 saksøkti fyrrverandi forsetan fyri ærumeiðing

Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins fingu allar kommunur í dag formliga sess kring borðið í Kommunufelagnum. Á skrá vóru alt frá aktuellum lógaruppskotum til framtíðar talgildar raðfestingar og gransking í kommunala geiranum

UNRWA hjá ST er farið undir at kanna fleiri av starvsfólkunum í Palestina eftir at hava fingið kunning um at tey hjálptu Hamas í sambandi við álopið 7. oktobur

Síðstu vikuna hava børn á dagstovninum Hans Andrias Djurhuus málað, teknað og bakað ymiskt sum í gjár bleiv víst fram á einum foreldrakaffi, har foreldur høvdu møguleika at geva eina gávu til innsavningina

Setiumboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Leigunevndin ikki avgreiddi mál klagarans um uppsøgn úr einum bústaðarleigumáli skjótast gjørligt

Maðurin hevur m.a. selt fiskiloyvi, bátamotorar og matvørur, men fólk hava ikki fingið vøruna, hóast tey hava goldið, skrivar KVF

- Vónandi koma tit skjótt og væl fyri aftur, og vilja vit eisini fegin vera við til at lata eina peningagávu, sigur Lions í brævi til íbúgvarnar

Mesti vindur klokkan 23:46 var á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð tá vindurin í hvirlunum var upp til 40 m/s, sambært Landsverk

Kári Annand Berg varð ættleiddur úr India til Danmarkar í 1973. Higartil hevur søgan altíð verið, at hann var foreldraleysur, men møguliga er veruleikin ein annar, skrivar KVF

Erdogan hevur skrivað undir at Svøríki kann gerast limur í NATO

Tórshavnar býráð skal í kvøld taka støðu til at geva umsitingini heimild til at kanna áhugan fyri at byggja á Signabø og í Kollafirði

Danskir ættleiðingarstovnar vistu í 70'unum og 80'unum at suðurkoreanskir samstarvsfelagar broyttu samleikan hjá børnum

Regluligur býráðsfundur verður í býráðshúsinum í dag kl 16, har fleiri mál koma til viðgerðar. Eitt nú verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu lagdur fram til samtyktar

Á felagsfundi í samkomuhøllini í Finsen í gjárkvøldið valdu foreldraráðini fimm umboð í nýggja, felags foreldraráðið

Leingi hevur verið lítið at sæð til barnasjúkuna meslingar í Vesturheiminum, men nú ávarar Heims Heilsustovnurin (WHO) um at barnasjúkan ger um seg aftur í Europa

Trygdarráðið í ST skal hava fund í morgin í sambandi við ákærurnar hjá Russlandi um, at Ukraina skjeyt niður russiskt flutningsflogfar

Umborð vóru 65 ukrainskir krígsfangar

Dátueftirlitið viðgjørdi 37 mál um trygdarbrot í 2022. Hetta eru nógv fleiri enn í 2021, tá 18 mál um trygdarbrot vóru fráboðað. Tey flestu av teimum 37 málunum eigur tað almenna, tey eru 20, skrivar KVF

Áhugafelagið “Varðveitið fríøkið við Sandá” handaði ígjár Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum ta fyrstu áheitanina at friða øki eftir nýggju náttúruverndarlógini

Russiska verjumálaráðið váttar, at eitt hernaðarligt flutningsflogfar av slagnum IL-76 er dottið niður í økinum við Belgorod. Tað skriva ríkistíðindastovurnar Tass og Ria

Arabiski yvirgangsfelagsskapurin Hamas hevur kunngjørt sína versjón av tí sum hendi í Ísrael 7. oktobur. Men serfrøðingar siga, at frágreiðingin er full av skeivleikum og søgufalsan

Øll skulu eiga mat og drekka inni, so tey kunnu klára seg í minst tríggjar dagar, siga norskir myndugleikar nú við sínar landsmenn