Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hamas hevur almannakunngjørt video sum vísir at ísraelsku gíslarnir Yossi Sharabi (53) og Itai Svirsky (38), sum sunnudagin vóru á lívi, eru deyðir

- Í løtuni rennur vatn úr loftinum í Eysturoyartunlinum niður á koyribreytina. Bilførarar gjørdu vart við hettar sunnukvøldið, stutt fyri miðnátt, skrivar Løgreglan

Russisku flogførini sum sigast verða rakt eru eitt Beriev A-50 radar-flogfar og eitt Ilyushin Il-22-flogfar

Stríðsflogfar hjá amerikansku verjuni skjeyt í nátt eitt krússaramissil niður sum var skotið úr Jemen. Missilið var sambært Reuters á veg móti einum amerikanskum skipi

Tað sigur Anders Ellebæk Madsen á Kristeligt Dagblad er "ørkymlandi"

Á Instagram hevur Kongshúsið deilt video, sum vísir ein rørdan Fríðrik kong, sum andar djúpt inn sekund áðrenn hann trínur fram á svalanum á Christiansborg Slot

Video-upptøka tikin við tyrlu vísir støðuna í Grindavík

Grótbræðingin er nú komin til bygt øki, skriva íslendskir miðlar

Í gjár var ein av heilt stóru døgunum í Føroyum, tá ið føroyska hondbóltslandsliðið fekk javnleik móti Noreg í EM-kappingini í Berlin, men í dag er fokus á Keypmannahavn og trónuskiftið

Eftir stóra eldgosið 18. decembur er býurin Grindavík ikki komin aftur í rættlag, og nú skula teir um 4.000 íbúgvarnir aftur úr heimum sínum

Sambært nýggjari frágreiðing hjá handilsskúlanum í Kyiv, eru 44 prosent av øllum elektróniskum komponentum í russiskum vápnum gjørdir av vesturlendskum fyritøkum

Í sambandi við trónuskiftið hevur Carlsberg tvær serligar royalar útgávur av bjór

- Eftir at hava almannakunngjørt mynd av manninum, tikin frá vakmyndatóli inni í Listasavninum, fekk løgreglan fleiri fráboðanir um, hvør maðurin kann vera. Og í gjárkvøldið møtti maðurin sjálvur á politistøðini í Havn, skrivar KVF

Í morgun brennur stórt goymsluøki hjá størstu nethandlunum í Russlandi, Wildberries. Tað vísa fleiri video upptøkur á X

USA og sameindu hava aftur framt álop í Sanaa, Jemen. Tað skrivar CNN

Fyrr í dag lýsti Løgreglan í Útvarpinum við at ein bilur var stjolin og sambært Vakthavandi, so var bilurin funnin aftur í øllum góðum seinni á degnum, men søgan er eitt sindur longri enn so

Tað er sera sjáldan at slanga krýpur upp í sengurnar hjá fólki. Men tað kann koma fyri

Maðurin sum fyrr í dag varð eftirlýstur av løgregluni í sambandi við innbrotið í Listaskálanum í nátt, er nú funnin og er í varðhaldi, skrivar Løgreglan

Sambært borgarstjóranum Hera Sverrason, so var talan um 80 litrar av olju, har nakað rann á sjógv, og hendi óhappið einar 40 metrar frá bryggjukantinum

Vápnaðar ukrainskar FPV-dronur sum hava kamera geva russisku deildunum á russisku síðuni við Dnipro-ánna stórar trupulleikar, skrivar bretska verjumálaráðið

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Klaksvíkar kommunu av áheitanum um óljóð, ið stavar frá Norðhavnini í Klaksvík

Ísrael biður ICJ um at avvísa kravið hjá Suðurafrika um at dómstólurin kemur við bindandi kravi um eina vápnahvíld beinanvegin

Tórshavnar kommuna hevur latið nýggja bíðilistaskipan upp til dagstovnaøkið, har møguleiki er at skriva seg á bíðilista á upp til 4 dagstovnar og at raðfesta hesar

Føroya Politi handtók í fyrradagin ein mann og skuldsetti hann fyri fleiri brot á ásetingar í revsilógini

Advokaturin hjá Turið Arge, aðalstjóra, heldur, at Løgmansskrivstovan hevur tikið støðu í málinum, uttan at hava fyrihildið seg til frágreiðingina frá aðalstjóranum, skrivar KVF

Houti rørslan sigur seg kortini ætla at halda fram við álopunum á skip sum sigla í Reyða havinum

- USA og Bretland hava lopið á Houthi-uppreistrarmenn í Jemen. Tað hava fýra ymiskar keldur í USA váttað fyri Reuters

Dagur og vika verður send klokkan 19.30 bæði í annaðkvøld, hóskvøldið, og mánakvøldið av EM-dystunum hjá manslandsliðnum í hondbólti, boðar Kringvarpið frá

Hvørt ár fær kongshúsið yvir 120 milliónir skattakrónur. Men hvussu verða pengarnir brúktir?

Seinnapartin í dag fingu tríggjar stórar listaligar verkætlanir handaðan stuðul frá Tórshavnar kommuna. Tórshavnar kommuna stuðlar teimum trimum listarligum verkætlanum við tilsamans góðari hálvari millión

Til tess at loysa vaksandi trupulleikan við at fáa heilsustarvsfólk, søkir Danmark sær nú hjálp aðrastaðni frá, eitt nú úr India og Filippinunum

Búskaparráðið leggur týsdagin 16. januar 2024 sína temafrágreiðing um fíggjarpolitiska haldførið fram

Tórshavnar kommuna lýsir nú eftir trivnaðarstjóra. Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi leiðslustarv við stórari ábyrgd

Fólkatalið vaks við 478 persónum seinasta árið, og 1. desember búðu 54.547 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,9%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði

Meira enn helmingurin av føroyingum tekur undir við, at fosturtøka skal vera loyvd til og við 12. viku av viðgongutíðini. Tað vísir ein spurnakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið í dag

- At avgerðarrætturin nú liggur hjá kvinnuni, fegnast Javnstøðunevndin um. Tað sigur Bjørk Maria Kunoy, forkvinna nevndini, nú uppskot til nýggja, dagførda fosturtøkulóg er farið til ummælis

Í Danmark verður mett at talið av parkinsonraktum tvífaldast, men sløg og intensiv venjing hjálpa so sjúkueyðkennini gerast minni

Flogfelagið United Airlines hevur funnið leysar boltar undir kanningini av Boeing 737 Max 9-flogførum

Prísurin fer úr 136 krónum aftur og fram við Teistanum upp í 300 krónur báðar vegir í Sandoyartunlinum, sambært KVF

Undir propalestina demonstrasjónini í Keypmannahavn í gjár var eitt skelti við tekstinum "Befri Palæstina fra Hamas" og á baksíðuni "Hamas = Terrorister" rykt úr hondunum á demonstranti

Skráin fyri trónuskiftinum er nú almannakunngjørt á heimasíðuni hjá kongshúsinum

Fýrverk er vandamikið burturkast og skal latast inn beinleiðis til Endurnýtsluna, har tað verður burturbeint fyri seg á skynsaman hátt

Reyði Krossur sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2023

Á danska Center for Sund Aldring er kannað, um mann kann ávirka biologisku aldringina við til dømis at leypa morgunmatin um

Jú, á útoyggj er vakurt og tað ger tað ikki verri, tá ið veðrið er gott

Avísin Wall Street Journal skrivar at toppfólk í feløgunum hjá Elon Musk, Tesla og SpaceX, eru ørkymlað av narkotikabrúkinum hjá milliardinginum

Talspersónurin fyri ísraelska herin, Daniel Hagari, sigur í kvøld at tað hevur eydnast at «demontera» herleiðsludeplarnar hjá Hamas har norðuri í Gazageiranum

- Hetta er ein søguligur møguleiki at fáa terrorstatin at gjalda fyri sín terror, skrivar forsetin á X

Eitt Boeing 737 Max-flogfar hjá Alaska Airlines mátti trygdarlenda í deilstatinum Oregon eftir at partur av flogfarinum blásti út úr síðuni, meðan flogfarið var í luftini

Tveir statir hava avgjørt, at tað kann hann ikki. Men tað er kært og tí skal hægstirættur nú siga sína hugsan