Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Russiski guvernørurin í Donetsk váttar í dag, at spreinging hevur verið við russisku høvuðsskrivstovuna í hersetta býnum

Nøvnini Baldur, Brandur og Kristian eru fyri fyrstu ferð ovast á listanum fyri best umtóktu dreingjanøvn

Í sambandi við kannan av glasplátunum á løgtingsbygningnum, verður Tinghúsvegurin stongdur frá Vaglinum niðan til Bøkjarabrekku týsmorgunin 19. september frá kl. 8.30 til kl. 11

Ukrainska stjórnin hevur givið seks vararáðharrum í verjumálaráðnum fótin, teirra millum Hanna Maljar, sum mangan hevur verið at sæð í miðlunum

Marglætis cruiseskipið Ocean Explorer sum strandaði í Grønlandi fyrr í vikuni, hevði Føroyar sum næsta mál á skránni

Ístaðin fyri at koyra prísin upp kann framleiðarin eisini koyra minni í pakkan enn vanligt. Men tað vil ein fronsk handilsketa nú ávara kundarnar ímóti

Umleið 150.000 eru komin til hetta seinasta árið, og býurin er um at hokna undir trýstinum

Tað er ikki bara her hjá okkum, at tey ráðandi hava peikað á ávísar bólkar á almenna arbeiðsmarknaðinum sum skulu hava lønarlyft. Tað er eisini hent í Danmark, har nú truplar samráðingar standa fyri framman

Russland hevur sagt, at øll farmaskip eru álopsmál, eftir at landið í juli ikki vildi endurnýggja kornavtaluna

Formansskapurin fer at umrøða møguleikan at tulka grønlendskt og føroyskt

Seinastu tíðina hava verið óvanliga nógvir tilburðir av giardia sníki hjá hundum og kettum í Føroyum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur nøkur góð ráð, fyri at sleppa undan smittu

Londini eystanfyri frykta fyri tí versta og royna at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi

Borgarstjórin segði á samkomu í dag, at arbeiðið hevur gingið heilt ómetaliga væl og hann roknar við, at byggitíðin man vera nýtt met, hóast mong ikki trúðu tað lat seg gera

Eva er vorðið eitt av nøvnunum, vit vanliga síggja ovast á listanum fyri best umtókta navn hjá gentum. Sum nakað nýtt er Elvira fyri fyrstu ferð á listanum fyri best umtóktu gentunøvnini

Eftir at umleið 30 fólk fingu bót í Gundadali leygardagin í farnu viku, er ivi sáddur um avgerðina at lýsa Gundadal sum parkeringssonu, har tað bert er loyvt at parkera innanfyri teir avmerktu parkeringsbásarnar

Vælumtókta appin TikTok fekk í dag eina trivaliga bót frá eftirlitsmyndugleikanum hjá ES á 368 milliónir dollarar, sum svarar til 2,57 milliardir krónur

- Hóast Maria og Jákup hava verið vanligastu nøvn í mong ár, eru fólkanøvnini broytt seinastu árini

- Um F-16-flogfarið var sum ein gomul Nokia-fartelefon, so er F-35-flogfarið tann seinasta nýggja iPhonin

Tað hevur altíð verið ein stórur dreymur, at gera júst hesa ferðina, so at góðtaka støðuna sum nú er íkomin, er ikki so lætt hjá honum

Ukrainski miðilin Ukrainska Pravda hevur í kvøld deilt video av skipinum Minsk sum fekk stóran skaða í turrdokk á Krim hálvoynni undir ukraisnka álopinum í gjár

Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar eru slitnaðar

Andrias Hansen er settur sum nýggjur leiðari á sjálvognarstovninum Sólteigur og Eysturstræti

- Seinastu vikuna hava vit gjørt yvirlitstrolingar við Jákup Sverra á Føroyabanka. Har er ikki bara fiskur í sjónum, men eisini heilt nógv av sjófugli at síggja

Bretar hava júst verið og vitjað á Ráðhúsinum og skrivað undir nýggja avtalu um, at Commonwealth War Graves Comission fær ræði á hermannagravunum í Havn næstu 40 árini

Innbúgvið til skrivstovurnar hjá løgtinginum við Tinghúsvegin 5 kostar slakar 400.000 kr. 75, sum er smápartafelag hjá Heina Weihe, vann útboðið, skrivar KVF

Í samband við kollafjarðardagarnar varð skipað fyri einum serligum tiltaki á Kollafjarðar bókasavni í gjárkvøldið, har gamla lestrarbókin hjá Bernhardi Magnussen varð handað Fornminnisfelagnum

Álopið skapti stóran skaða á skipasmiðjuna í býnum, eitt skip og ein kavbát, skrivar Skynews

Síðstu nátt kom eldur í skipasmiðjuna í Sevastopol á Krim-hálvoynni eftir missilálop

85 ára gamla Dania Andreasen var tann fyrsta at kava av høguvippu. Nýggju vippurnar í Svimjihøllini eru nú avhendar og góðkendar og vippurnar og rusjibanin vórðu tikin í nýtslu aftur í dag

Var eitt sera vakurt “ljós-show”, sum kundi upplivast tá klokkan slóð miðnátt í gjár. Myndirnar eru allar tiknar niðri í býnum.

 

Fundurin millum forsetan í Russlandi, Putin, og leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-un, vardi í fýra-fimm tímar, skriva russiskir statsmiðlar, sambært Reuters og AP

Drekkivatnið í Nólsoy, á Velbastað og í Kaldbak er nú reint, og ikki er neyðugt at kóka vatnið

Ukraina er í nátt farið undir loftálop á Sevastopol á Krim, sambært russisku myndugleikunum

- Russland steðgar ikki, meðan Ukraina svarar aftur við mótoffensivi

- Tað er ein trupulleiki, at annað vaktarskipið liggur stóran part av tíðini, sigur Óli Hans Olsen, stjóri í Vørn, við Útvarpið

Eitt reikferðaskip við 206 ferðafólkum og manning umborð hevur tikið botn í Eysturgrønlandi. Arktisk Kommando er á veg til staðið við skipi, men tað fer at taka fleiri dagar áðrenn komið verður fram

Prosentparturin av teimum í fátækaváða fall frá 2018 til 2019 úr 9,9% niður í 7,7%

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Runavíkar kommunu ikki svaraði einari umbøn um innlit. Umboðsmaðurin helt, at málsviðgerðin av málinum var ikki nøktandi

- Tað hevur víst seg, at við plássbílegging gerst planleggingin av ferðingini munin smidligari og lættari fyri bæði tey fastbúgvandi, onnur ferðafólk eins og manning, sigur Niels Juel Arge, stjór

Amerikanski hellisfrøðingurin Mark Dickey er bjargaður úr hellinum – yvir eina viku eftir at hann gjørdist sjúkur 1000 metrar niðri í einum helli í Turkalandi

Leygardagin 9. september var kekkhandan í Gulu Smiðju í Saltangará. Umframt kekkhandanina vóru rørandi og inniligar røður at hoyra frá umboðum í Team Rynkeby, og Land of Maybe spældi tveir sangir á hugnaligu løtuni

Skeivt tilfar sum ikki hóskar til føroyska veðurlagið má nú skiftast út fyri fleiri milliónir krónur

Í seinastu viku vóru Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Elsbet E Magnussen, kommunuskrivari og Anfinn í Toft, tekniskur leiðari, og løgdu fram fyri politikarum og starvsfólkunum í býráðshølunum í Ilulissat (Jakobshavn)

Ukrainskar deildir hava tikið fleiri olju- og gassboripallar tætt við Krim aftur

Í sambandi við Kollafjarðardagar 2023 og súkklutiltak, sum verður leygardagin 16. september 2023, verða vegir stongdir í Kollafirði

Ein av teimum 17 umsøkjarunum til eitt alment starv í Kringvarpi Føroya hevur kært setanina

Fólkatalið heldur fram við at vaksa, og seinasta árið kom árligi vøksturin upp á 1,2% eftir at hava ligið um 1,1% í nakrar mánaðar

Tað siga ukrainsku myndugleikarnir á staðnum

Vápnaða stríðið í landinum rakar í alt størri mun vanliga fólkið í landinum

USA og Vietnam fara at styrkja um sínamillum samstarvið, eru partarnir samdir um