Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Talan er um slagið "Storm Shadow", sum sambært framleiðaranum hevur eitt skotmál á yvir 250 kilometrar, skrivar BBC

Fleiri italskir miðlar skriva um eld í fleiri bilum og nógvan royk eftir spreinging í miðbýnum í Milano

Føðitíttleikin í Føroyum hevur frá fyrst í hesi øldini verið um 2,5 barn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Men hetta er broytt síðstu fýra árini

Australska námsfelagið Energy Transition Minerals vil hava endurgjald, tí Grønland steðgaði ætlanunum at útvinna mineral úr grønlendsku undirgrundini aftaná valið í 2021

Sambært Ukraina eru tað eisini hermenn frá Wagner-herinum sum flýggja

Nýggja nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur havt sín fyrsta og skipandi nevndarfund eftir aðalfundin, sum var síðst í apríl mánaða

- Nú er vorðið greitt, at føroyska hondbóltslandsliðið skal spæla sínar bólkadystir til EM-endaspælið í týska høvuðsstaðnum Berlin í januar 2024

- Sera nógv ymisk sløg av hvalspýggjum eru á okkara havleiðum og tá Havstovan ger kanningar av æti í sjónum, er vanligt at síggja ymisk sløg í smáum nøgdum

Ferðsluavmarkingar á Gamla Velbastaðvegi 13. mai kl. 13-15

- Orsakað av plásstroti verður nú leygardagin neyðugt at flyta arbeiðsskúrarnar út á gongugøtuna

Ísraelskir miðlar skriva um umfatandi álop við rakettum skotnar frá Gaza-geiranum

- Hvussu kunnu vit vinna kríggið, um tað nú vísir seg, at okkara ”abbi” er ein komplett idiot, spyr leiðarin í Wagner-herinum

Býrt tú í Grønlandi so er vandin fyri at doyggja av krabbameini munandi størri enn um tú búði í einum øðrum Norðurlandi

Hanna í Horni er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Íslands. Hon tekur við 1. septembur, tá ið hon avloysir Hallu Nolsøe Poulsen, ið hevur verið sendikvinna í Reykjavík síðani 2020

– We are back, skrivar Tucker Carlson á Twitter góðar tvær vikur eftir at hann fekk fótin frá konservativu sjónvarpsrásini Fox News

Fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, er av dómstól í New York í dag dømdur sekur í kynsligum ágangi móti rithøvundinum E. Jean Carroll

Region Hovedstaden hevur steðgað samstarvinum við seks starvsfólk eftir kanning viðvíkjandi at hyggja í sjúkradagbókina hjá eini 13 ára gamlari gentu

- Stutt eftir hersýningina fleyg Lukasjenko aftur til Minsk, skrivar Lukasjenko-kritiski journalisturin Hanna Ljubakova á Twitter

Felagsnevnarin fyri tey bæði frímerkini, sum koma út í dag, er friður

Kafe List er latin upp í nýggjum hami við Breyðvirkinum við róðrið

Samtíðis sum Vladimir Putin og russiski herurin minnast «sigursdagin» á Reyða Torginum, kemur Wagner-ovastin við nýggjum ákærum, millum annað at russiski herurin flýggjar

Hóast innflutningurin vaks nógv í 2022, so vaks útflutningurin meira, og tí hevði Føroyar eisini í 2022 avlop á handilsjavnanum fyri vørur

Stóru vinningsbýtini í Bank Nordik komu stóru partaeigarunum væl við, men fleiri av veikastu pensjónistunum mistu brennistuðulin av somu orsøk

91 børn fingu uppihaldsloyvi í 2022, 13 sum familjusameining, meðan 78 eru samfylgjandi familja hjá útlendskum arbeiðstakara

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina og málsviðgerðina av einari førleikameting, ið Yrkisdepilin, í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík, hevði skipað fyri

Leygardagin 29. apríl hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund á Hotel Hafnia, har m.a. nevndarval var á skránni. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali og tríggir varalimir

Nú um middagsleitið varð fyrsta skotið latið av fyri Húsareynstunlinum í Havn. Tunnilin verður 1,84 km til longdar og samlaða vegalongdin á innkomuvegnum íroknað tunnulin er verður 6,25 km

Leiðararnir á námsfrøðiligu arbeiðsplássunum vilja hava leiðsluuppgávuna í brennidepilin, tí hon er dottin niður ímillum í nógvu umrøðuni

Kvinnur og menn eru ikki á einum málið um javnstøðu millum kynini á arbeiðsplássinum

Tvær danskar fyritøkur, Rockwool og Danfoss, hava latið útgerð til Vladimir Putin síðani 2015

Innflutningurin av vørum úr Russlandi minkaði mest í Svøríki av ES-londunum, heili 90 prosent

- Tað gevur best meining at brúka pengarnar í Grønlandi og Føroyum, heldur serfrøðingur

Ein maður er handtikin í Texas í USA tí hann við vilja ella av ósketni hevur beint fyri fleiri og meitt enn fleiri

- Enn er ov tíðliga at siga nakað, men tað sær út til, at vit koma at byggja millum 200 og 240 íbúðir undir Fjalli í Havn, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon við KvF

Kinzjal rakettin verður søgd at vera eitt tað sterkasta vápnið og stoltleikin hjá russum. Men nú hevur ein amerikansk Patriot rakett skotið eina Kinzjal rakett niður, siga ukrainar

Í trimum førum tók politiið bilførarar sum koyrdu bil hóast teir høvdu drukkið, og nú verður bíðað eftir blóðroynd

Í Vestmanna gleðast tey um ferðafólkini og 83% av íbúgvunum halda, at bygdin kann fáa stóran ágóða av ferðavinnuni

Serliga ráðið fyri væntað avkast hevur talað

Eigarin kærdi avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, men fekk ikki viðhald

Milliónir fara at fylgja við hátíðarliga degnum, bæði í London og um allan heimin

- Eg tosi eisini við starvsfelagar í Føroyum um støðuna, og hvat teir gera, sigur Kristian Reinert Davidsen, stjóri í Tusass, við Sermitsiaq

Corona er ikke longur ein global heilsuhóttan, sigur WHO

Tað endaði í bardaga tá ið russiskir og ukrainskir diplomatar hittust undir handilsráðstevnuni PABSEC í Turkalandi

Russiski leiguherurin sigur seg fara út úr Bakhmut í Donetsk, sum Russland í tíggju mánaðir hevur roynt at tikið, mikudagin tann 10. mai, um fimm dagar

Stóra felags bjargingingarvenjingin “Tor Rescue 2023” verður skipað komandi leygardag, 6. mai 2023

Loftávaringin ljóðar í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv og økjum við býin, upplýsur hervaldið í Kyiv á boðtænastuni Telegram

Ukrainski borgarstjórin í havnabýnum Odesa, Hennadij Trukhanov, er handtikin í sambandi við kanning um mutur, skrivar Reuters

Í dag var avhandan í Havnardali. Talan er um tríggjar snotiligar timburbrúgvar, ið varliga leggja seg í lendið á serliga útvaldum støðum, og eitt lendisgøtukervi, sum er longt við umleið 620m

- Russland hevur nýliga sett upp fleiri løg av rakettverjuskipanum í og kring um Moskva, og tað er tí sera ósannlíkt at dronur kunnu koma so langt

Lítið hátíðarhald var í Álakeri seinnapartin, tá Kvøldskúlin flotaði enn eitt snotiligt fýramannafar, sum 13 næmingar hava smíðað saman við læraranum, Andrass Joensen