Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

625 russisk fiskiskip hava ligið við bryggju í Noreg síðani 14. oktobur í fjør – tá ið norska stjórnin framdi avmarkingar bert til tríggjar havnir. Sama tíðarskeið árið fyri var talið 788

Floghavnirnar í Aleppo og høvuðsstaðnum Damaskus eru stongdar eftir ísraelsk álop í nátt

Seks dagar tók tað hjá Noreg og Russlandi at gerast samd um fiskiveiðuavtaluna fyri 2024

Fallandi trendurin hevur nú gjørt, at vit skulu eitt ár aftur í tíðina fyri at finna sama kursstøði

Men í seinnu helvt harðnar streymurin og veðrið verður meira óstøðugt. Her er metingin hjá Fiskamarknaðinum

Seinnapartin í dag læt Framskák dyrnar upp í nýggjum hølum á Sigmundargøtu

- Í 2024 kann eitt miðal húsarhald vænta at rinda umleið 200 krónur meira um mánaðin fyri fjarhita

- Fyri privat- og vinnukundar fylgja útlánsrenturnar tillagingini hjá Danska Tjóðbankanum, og hækka sostatt við upp til 0,25% stigum

Súni Selfoss, formaður, útihýsir ikki møguleikanum fyri samhugaverkfalli, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir hava verið í verkfalli í tríggjar vikur, skrivar KVF

- Føroyingar, sum arbeiða heima í Føroyum skulu hava somu skattligu treytir, sum teir føroyingar, ið arbeiða uttanlands

Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 12500 kr., er 24. novembur, sigur Havstovan

Landið ætlar at selja sín ognarlut í Smyril Line á gott 16% av partabrøvunum. Tummas Justinussen, nevndarformaður og partaeigari í Smyril Line, viðmerkir støðuna í sendingini Búskapur & Vinna

Um tveir mánaðir, 21. desembur, letur Sandoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu. Tað váttar Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum Eystur- og Sandoyartunlar, fyri KVF

Fyrstu 8 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 7,8 milliardir krónur

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 7,8 milliardir krónur. Tað eru 491 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022

Javnaðarflokkurin tykist nú standa rættiliga einsamallur um at slíta fiskivinnusamstarvið við Russland, skrivar KVF

Filmurin kallast "Gadus - er søga og framtíð okkara"

Hagstova Føroya fer nú at kanna nýskapanina í føroyskum fyritøkum og stovnum. Kanningin verður afturvendandi

- Hetta er okkara søga. Hetta er tað vit gera og hetta er tað, vit eru. Hetta er sálin í okkara virksemi. Og hetta er ein partur av fólkasálini í Klaksvík

Betri Trygging er fyrsta tryggingarfelag í Føroyum, ið bjóðar sær til at tryggja fyritøkur fyri álop á netinum

Í morgun og aftur í morgin fortelja handverkarar og onnur yrkislærd um teir mongu møguleikarnir, sum eru við at fara í læru

Hann avloysir Janus Vang sum hevur verið stjóri síðani 2013

- JFK yvirlivir nokk uttan ein nýggja fiskivinnusáttmála við Russland - men tað verður uttan nýggja skipið, tað sigur Hanus Hansen við KvF

Nýggi stásiligi Gadus er komin á Klaksvík í góðveðrinum í morgun. Her eru nakrar myndir

Norðlýsið var umborð á Ziska til móttøku av Gadus. Sí fleiri myndir á Norðlýsinum

Her er metingin frá Fiskamarknaðinum fyri komandi vikuna

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum viðurkennir, at eitt nú SSL-sáttmálin nú er so vánaligur, at kappingarførið er burtur

Nýggi Gadus, sum varð yvirtikin fyri umleið tveimum vikum síðani, verður doyptur komandi sunnudag klokkan 14.00 í Klaksvík. Skipið er í dag vestanfyri Írland

- Jákup Sverri er júst liðugur við árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski.

Blómuhúsið hjá Haraldi S. Hammer lat upp nýggjan handil á Toftum í dag. Handilin hevur leigað seg inn í “Sannusa handil” á Toftavegi 10 á Toftum

- Fyri einum ári síðani byrjaði tilgongdin at gera eina nýggja ferðavinnuætlan fram ímóti 2030, ið skal vera grundarlag undir okkara arbeiði framyvir

Botnlinjan vísir eitt hall á slakar 700 túsund krónur fyri skatt. Eginognin er tí negativ við 1,6 milliónum krónum við ársenda 2022, skrivar Norðlýsið

- Samstarvið kom upprunaliga í lag, tá Ocean Rainforest fekk í boðið at skipa eina royndarverkætlan í Kalifornia

Vitan til varandi aling er heitið á vísindaráðstevnu, sum Fiskaaling skipar fyri fríggjadagin 20. oktober 2023

Føroyskur laksaalari hátíðarheldur umhvørvisbragd, eftir at hann gavst at útflyta laksin loftvegis

- Landsstýrið rópar tað fyri eina sparing. Men tað er tað ikki. Tað er lætt at spara, tá ið tú bara flytur útreiðsluna til onnur at rinda

Hansara starv fevnir millum annað um at gera greiningar og kanningar av týdningi fyri samfelagið og føroyskt vinnulív

Her er metingin hjá Fiskamarknaði Føroya fyri vikuna sum kemur

Ukraina biður allar framleiðarar av fiskafóður um ikki at keypa rávøruna úr Russlandi

Stovnurin av norðhavssild hevur ikki verið so lítil síðan 1988. Hetta sæst aftur í tilmælinum hjá ICES um heildarkvotuna í 2024

- Nýggju hagtølini visa, at fyri allar vinnur hevur gongdin verið góð í 2022 í mun til seinastu árini. Koronufarsóttin hevði við sær, at frá 2019 til 2020 lækkaði samlaða úrslitið fyri allar vinnur

Sp/f Intra hevur nú keypt danska fyritøku, sum hevur veitt intranetsloysnir á danska marknaðinum seinastu 15 árini, og keypið víðkar munandi um kundaskaran hjá felagnum í Danmark

Amerikanska fíggjareftirlitið sigur seg fara at kanna Musk í sambandi við keyp av Twitter-aksjum

Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fyri 2022 vísir eina lítla minking í rakstraravlopinum í mun til 2021

Bilasølan WAAG hevur í dag keypt allan partapeningin í Auto Service frá RS47

Føroyingar fylgja væl við talgilda rákinum. Tað sæst á nýgga søluportalinum nethandlar.fo, sum hevur savnað omanfyri 100 føroyskar nethandlar á sama stað

Málið ímillum Føroya Reiðarafelag og Føroya Landsstýri um uppboðssølu av fiskakvotum skal nú roynast í Hægsta Rætti

- Haldførið er kanska tann størsta einstaka avbjóðingin, sum okkara samfelag hevur. Tað hevur ikki trotið við ávaringarrópum um vantandi haldføri seinastu tíðina

Á Náttúruráðstevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum týsdagin 3. oktober, hevði Sólvá Jacobsen, lívføðingur á Havstovuni, eina framløgu

Kvinnur eru stjórar í 14 av teimum 100 størstu føroysku fyritøkunum. Jórun Gardar, varastjóri í Vinnuhúsinum, mælir til pápakvotur í barsilsskipanini fyri at bøta um javnstøðuna