Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eftirspurningurin á heimligu marknaðunum heldur gongd í virkseminum, samstundis sum ferða- og útflutningsvinnurnar bíða eftir, at heimurin fer at lata uppaftur

Í løtuni krevja føroysku peningastovnarnir negativa rentu fyri innlán og av hesi orsøk hava summir kundar roynt at spjaða síni innlán út á allar fýra peningastovnarnar

Bæði undan kreppuni í 90’unum og fíggjarkreppuni í 2008 vuksu útlánini skjótari, enn búskapurin

Partafelagið Svend Krosstein hevði 8,5 milliónir krónur í vinningi í fjør. Tað er yvir ein millión meira enn árið fyri

Bæði topplinja og botnlinja høvdu stóra framgongd í fjør

Men tað kom enski 'celebrity' kokkurin ikki væl frá

Atlantic Airways var 29. januar 2021 dømt at gjalda kunda endurgjald fyri avlýsta flogferð. Kundin skuldi í mai 2020 ferðast úr Billund til Føroya, men ferðin varð avlýst av koronuumfarssóttini

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 mia. kr. 12-mánaðarskeiðið (mar. 20 - feb. 21) samanborið við undanfarna skeið

Eftir salmonellaútbrot afturkallar Orkla nú alt sítt úrval av 'Husk'-vørum. Tað upplýsur felagið í einum tíðindaskrivi.

- Skopun var við sviðusoð í samstarvinum, heldur Gerhard Lognberg, borgarstjóri, í samrøðu við Útvarpið

Betri Pensjón hevur orðað ein greiðan málsetning um bert at gera íløgur, har burðardygd verður tikin í álvara. Longu nú er væl meiri enn helvtin av íløgunum sett í feløg við burðardygd sum eyðkenni

Í nýggjari vísindagrein verða ymiskir kanningarhættir samanbornir at meta um tal av laksalýs í sýnum. Granskarar á Fiskaaling eru viðhøvundar á greinini

Í mun til fjórða ársfjórðing í fjør er brúkaraprístalið økt 1,3 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 1,1 prosent

Sum nú er tykist Covid-19 at hava verið sum ein tíðaravmarkaður stoytur, heldur enn ein kreppa fyri føroyska búskapin, tað vil siga ein knapplig og ógvuslig lækking við eini skjótari tillaging

Skulu Føroyar ikki hava verri rating í sambandi við eini komandi búskaparliga afturgongd, er neyðugt at nettoogn landskassans er væl omanfyri tað, hon var í 2007

Tá Covid-19 rakti, fekk tað beinanvegin ávirkan á fíggjarmarknaðin, og dagligu sveiggini vuksu í mars mánaði 2020 til hægsta støðið síðani fíggjarkreppuni í 2008

Samgongan fær stuðul frá tveimum andstøðuflokkum

Skulu hjálpa grønlendska gistingarhúsinum á beint aftur eftir korona

Eitt Dash 8-flogfar úr Kulusuk til Nuuk fekk í gjár trupulleikar og mátti venda við og trygdarlenda í Kulusuk. Hetta er triðju ferð í fáar mánaðir, at flogførini fáa trupulleikar

Hjá Vestas fegnast tey um at arbeiða saman við Røkt og Effo

400 milliardir krónur. Umleið so stórt var holið amerikanski finansmaðurin Bernie Madoff legði eftir seg á kontunum hjá íleggjarum, tá eitt av heimsins størstu svikabrøgdum var avdúkað í 2008

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag undirskrivað semju við Finansforbundet

Skeljungur hevur í tí sambandi gjørt av at kunngerða fíggjarætlanina hjá Magn fyri í ár

Fiskivinnunýskipanin kundi fáa stóra ávirkan á PP í Hollandi, sigur Mark Rutte, sum hevur svarað tingmonnum, hví hann ringdi til løgmann í 2017, skrivar KVF

Ársúrslitið gjørdist 2,8 milliónir krónur í mun til 6,5 mió kr í 2019

Ósemja millum nevnd og stjóra ger, at partarnir hava valt at gera eina fráfaringaravtalu

Nýggju partafeløgini fara at starvast innan bygging, kt, íløgur, ráðgeving, orku, vælveru, o.a.

- Fleiri framstig eru gjørd og DG100 drekarnir hava framleitt metnógvan streym samanhangandi í long tíðarskeið

Norrøna lá við Skansabryggjuna í dag og var tað bæði fyri at royna havnina og eisini tí bjargingarbátarnir skuldu eftirhyggjast

Fríggjadagin í farnu viku handaðu partarnir hvør øðrum krøv til sáttmálasamráðingarnar

- Óhappið í farna mánað, tá bingjuskipið Ever Given legði seg tvørt fyri í Sues-veitini í eina lítla viku, hevði risastórar útreiðslur við sær fyri heimshandilin. Mett hevur verið, at hetta óhappið kostaði 60 mia. kr. um dagin

Partafelagið Jarðhiti hevði tvær milliónir krónur í vinningi áðren skatt í fjør

Fimm milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni í fjør eftir hall uppá 5,4 mió kr í 2019

Í 2026 ali vit nógv meira enn í dag, sigur nevndarformaðurin eftir aðalfundin

- Eftir at hava hugt eftir sendingini “Teir ómettiligu II” í KVF tann 6. apríl, sat eg eftir við eini løgnari kenslu

- Vit fegnast um, at tað gongur væl í øllum dótturfeløgum, og at Betri samtakið støðugt er eitt sterkt og gott felag, sigur Aslaug Gisladóttir, ið fríggjakvøldið varð vald sum nevndarforkvinna í Betri á triðja sinni

Tað er sera torført at kanna hvar ræðisrætturin er, tá ið útlendingar eiga nakað í føroyskari fiskivinnu. Tað sigur stjórin á Vørn, við KVF

Afturkalling av kaldroyktum vørum frá Sjógæti á Norðskála, umfatar nú eisini frysta kaldroykta vøru, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Ein bólkur av leiðandi starvsfólkum og nevndarlimum í Nema keypa bróðurpartin av íslendska ognarlutinum, og verandi høvuðspartaeigarin Tjaldur keypir eftirverandi partin, soleiðis at Nema nú kemur 100% á føroyskar hendur

Forbes hevur í vikuni almannakunngjørt sín árliga lista yvir heimsins ríkastu persónar

Teldusnýkarnir høvdu í hesum førið falsað eina rokning og teldupostsamskiftið í eini roynd at snýta starvsfólk í bókhaldinum til at trúgva, at teirra leiðari hevði góðkent flytingina

- Hetta er eitt risa fet fyri Føroyar á grønu kósini, tí hetta svarar til eina oljusparing á uml. 19.000 tons av olju, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, sum fegnast um at felagið vann útboðið

Úrslitið á botnlinjuni øktist við góðum 17 mió. í fjør í mun til undanfarna ár og kom upp á 81 mió kr eftir skatt. Sp/f Framherji eigur og rekur tvey uppsjóvarskip, eitt verksmiðjuskip og trý línuskip

Felag undir stovnan hjá Vindrøkt fær loyvi at framleiða el við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum

Eingin fólkaskaði var, tá ein alibátur hjá Bakkafrosti sakk í morgun, skrivar KVF

Taks fer at hyggja nærri at málinum um sambandi millum føroysk feløg, sum Samherji eigur í, og kypriotisk dóttirfeløg hjá Samherja, skrivar KVF

Farmaskipið «Eemslift Hendrika» verður nú sleipa móti Ålesund

Ætlanin var at bjarga farmaskipinum «Eemslift Hendrika» í dag, men tann ætlanin er slept

Reality-stjørnan og vinnulívskvinnan Kim Kardashian kann feira ekstravagant: at enda er hon verd eina milliard dollarar

Anfinn Olsen, stjóri hjá Framherja, visti ikki av, at tað var nakar samhandil millum feløg, sum hann er stjóri fyri, og feløg, sum Samherji eigur á Kýpros