Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fiskurin var fangaður og skaðin avmarkaður

Kann gera, at virksemið hjá virkinum í Sørvági fer at minka, sigur Atli Gregersen, stjóri, við KvF

Tann fyrsta av tveimum tvíkiljum til Hiddenfjord fór av bakkastokki í dag. Tvíkiljan verður nú royndarsigld komandi dagarnar og seinastu snøklarnir fingnir til høldar

Tað gekk ikki væl í hond tá ein lastbilur fullur av føroyskum laksi skuldi um markið til Norðurírlands herfyri

Brúkaraumboðið hevur verið á vitjan hjá fleiri handlum og minst onkran teirra á, nær tað er í lagi at lýsa við niðursettum prísum

Verður landað í Vestmanna og Fuglafirði

Her er metingin hjá Fiskamarknaði Føroya fyri vikuna sum kemur

Nevndin á Posta hevur sett Hans Jákup Langgaard sum stjóra á Posta. Hans Jákup tekur við starvinum tann 1. desember 2023

Men Vladimir Barbin sigur, at Russland hevur ongar ætlanir um at steðga fiskiveiðiavtaluni frá 1977, skrivar KVF

Dragon 12 drekin, sum svenska fyritøkan Minesto hevur ment og skal brúka í Føroyum til at framleiða ravmagn úr sjóvarfallinum, er nú ávegis til Vestmanna

– Sjómannafrádrátturin skal millum annað kompensera sjófólk fyri at vera leingi heimanífrá. Frádrátturin hevur leingi verið óbroyttur, men verður nú hækkaður

Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, umborð á nýggja Christian í Grótinum, har leiðsla og eigarar í felagnum tóku ímóti

Marknaðurin tekur væl ímóti hópuppsagnum og kanska eisini royndini frá politiskari síðu at lætta um hjá alivinnuni

Kristian R. Davidsen tekur við starvinum sum samtaksstjóri í Føroya Tele í fyrsta ársfjórðingi 2024. Nevndin í Føroya Tele fegnast um, at fyrrverandi stjórin í samtakinum, ið hevur sera drúgvar royndir á fjarskiftisøkinum, er sinnaður at taka eitt tørn aftrat

Føroysku uppisjóvarskipini hava nú rakt við norðhavssild í íslendskum sjógvi. Skipini hava í eina tíð leitað beint eystanfyri fyri 11 stig 30 vestur

Í seinnu helvt av 2026 er ætlanin, at nýggj smoltstøð stendur klár í Skálavík

Tað er ein røtt avgerð at lækka lønarskattin hjá lág- og miðalløntum og at avtaka serskipanir, men skeivt, at so stórur partur av fíggingini skal koma frá skjótt hækkandi gjøldum á vinnulívið

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2023 var 269 milliónir krónur, í mun til 325 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið eftir skatt var 219 milliónir krónur, í mun til 249 milliónir sama tíðarskeið í fjør

Búi Tyril er útgevari og ritstjóri, Maria Olsen fotoredaktørur og framleiðari Tyril & Olsen

Landsverk fyri almennari hátíðarløtu við tunnilsmunnan í Dali kl. 15:00

Dokumentarfilmur um tá ið Michelin-matstovan Koks í Ilimanaq byrjaði hevur vunnið virðisløn á kanadiska matfilm-festivalinum

Fiskivinnan kundi verið nógv betur umsitin til gagns fyri bæði samfelag og vinnu. Hetta er evnið í nýggjari grein, sum Hans Ellefsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað saman við Daniel Bromley, professara

Í næstu viku verður veðrið gott og tí væntar Fiskamarknaðurin at nakað væl kemur uppá land

Gildistíðin á veiðiloyvum og fiskiloyvum verður stytt úr 12 árum niður í 10 ár. Tað hevur samgongan gjørt av

Úrslitið triðja ársfjórðing var munandi verri enn tað plagar og stóra danska reiðaríið ávarar um hópuppsagnir

Tað var ikki í lagi, at felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar góvu øllum sínum limum boð um at fara heim í gjár

Arbeiðið at knýta Nema í farnetið hjá FT Samskifti er sett í gongd. Arbeiðið er mett at taka umleið 10 vikur, og sostatt tendrar 5G væntandi um ársskiftið

Talan er um alibrúk hjá íslendska felagnum Arctic Fish, dótturfelag hjá Mowi, á Tálknafjørðinum í Íslandi

Virksemið á Vestmanna Fiskavirki er upprunaliga grundað á menningarkvoturnar, sum vóru latnar í samgonguskeiðinum frá 2015 til 2019

Triðji ársfjórðingur hevur verið merktur av bæði innláns- og útlánsvøkstri. Gongdin hjá bankanum higartil í ár hevur verið góð, men størri niðurskrivingar lúra

Í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna verður sjóneykan sett á íverksetarafyritøkur. Tvær íverksetarafyritøkur eru gestir í sendingini, har búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum er vertur

Í hondini hevur Høgni Hoydal, landstýrismaður við ferðavinnumálum, bóklingin Heim, sum Visit Faroe Islands legði fram í Norðurlandahúsinum í dag

Fyrsta føroyska Whisky frá Einar's Distillery, er nú búnað í 5 ár. Sambært serfrøðingum er nógv at fegnast um

Nýggj ferðavinnustrategi 2030 setur kós og mál fyri føroyska ferðavinnumenning komandi árini. Grundarlagið er hundraðtals samrøður og fundir

Innlánsrentur hækka við upp til 0,50 %-stigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar

Málið um gongd í haga má loysast, tí annars verður eingin ferðavinna. Tað sigur formaðurin í Ferðavinnufelagnum við KVF, nú tað er greitt, at eitt lógaruppskot ikki varð lagt fram í heyst

- Royndirnar vísa okkum, at landið fær góð úrslit av at bjóða út alment. Keypsportalurin skal tryggja, at almenn keyp eru rættvís og gjøgnumskygd, sigur Gjaldstovan

 

- Tað er ikki rætta gøtan at ganga at gera tað truplari hjá arbeiðsgevarum at hava starvsfólk við nógvari sjúkrafráveru í starvi

- So skalt tú rinda skatt av koyringini, tí so er tað fríur bilur. Arbeiðsplássið skal kanska eisini endurrinda mvg'ið, tað fekk aftur fyri bilin

Ikki alt arbeiðið sum var gjørt á turkisku skipasmiðjuni var nóg væl frágingið

Um Russland boykottar innflutning av fiskavørum úr Føroyum, so fer tað at merkjast, sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur við dr.dk

Á almennum kjakfundi í Ribarhúsið hóskvøldið hevði Símin Pauli Sivertsen, stjóri í Bergfrost, áhugaverda framløgu um aktuellu støðuna í mun til russlandssáttmálan

Effo fer at byggja eina orkulund í Eysturoynni. Við hesari verkætlanini leggur Effo grundarsteinin undir at vinnan kann skifta frá olju til varandi orkukeldur

Altjóða sjóvinnuframsýningin Atlantic Fair, sum verður í Klaksvík 28. til 30. mai komandi ár, boðar frá, sjey mánaðir undan messuni, at alt framsýningsøkið er bílagt

- FarPay eru júst útnevnd sum ein Gazelle fyritøka av Børsinum. Hetta er ikki fyrstu ferð. Hetta er heldur ikki aðru ferð. Hetta er triðju ferð á rað

- Síðstu vikurnar hava fleiri manningar hildið ondini, tí løgmaður hevur stríðst fyri at sleppa at slíta fiskiveiðusamstarvið í Barentshavinum

Komandi týsdag koma umboð frá altjóða fyritøkuni VISA og slóðbrótandi gjaldsveitaranum Vibrant til Føroya

Russiski fiskivinnumyndugleikin, Rosrybolovstvo, hevur skotið upp at banna øllum innflutningi av føroyskum fiskavørum

Mortan Sólheim Thomsen, nevndarlimur í Maskinmeistarafelagnum, finst harðliga at føroysku revsitiltøkunum mótvegis Russlandi, sum hann heldur vera meiningsleys

625 russisk fiskiskip hava ligið við bryggju í Noreg síðani 14. oktobur í fjør – tá ið norska stjórnin framdi avmarkingar bert til tríggjar havnir. Sama tíðarskeið árið fyri var talið 788