Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Endamálið er at fáa meira av svartkjaftinum til høldar sum mannaføði, sigur Eirkur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum við KvF

Fýra pør fiska upsa og eitt fiskar svartkalva

Úrslitið áðrenn skatt fyrra hálvár 2022 var eitt avlop upp á 6,1 mió. kr. sammett við 10,4 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri

Farnet: Um ársskiftið skal nýggja farnetið hjá Føroya Tele takast í nýtslu. Hóast talan er um stórt inntriv, og avbjóðingar hava stungið seg upp, hevur arbeiðið gingið væl

Vaksinuframleiðarin Moderna saksøkir Pfizer og Biontech viðvíkjandi patentrætti, skrivar Moderna í tíðindaskrivi

Ein trupulleiki er, at skipini hvørki sleppa í íslendskan ella norskan sjógv, sigur skiparin á Tróndi í Gøtu við Útvarpið

- Um Effo hevði so stóran vinning av brennievni sum tíðindastubbin í gjár nevndi, hevði ársúrslitið hjá Effo verið yvir 500 mió. kr. í 2021

Tað er stórur vandi fyri, at fyritøkur koyra prísin meira upp enn hægst neyðugt av inflasjónini, heldur danski vinnumálaráðharrin Simon Kollerup

Føroyska byggifyritøkan hevur ikki megnað at tjent pengar, og tað fær nú avleiðingar

Úrslitini frá árligu felags kanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark, Íslandi og Grønlandi, eru nú tøk

Frá at hava kostað beint undir seks krónur í januar 2021 liggur dollarin nú á kurs 7,50, sum merkir at amerikanska gjaldoyrað hevur hægri virði enn evran

Føroyska orkufelagið Effo skal hava nýggjan stjóra, tí Janus Thomsen, ið hevur verið stjóri síðani august 2018 tekur við sum stjóri í P/F Tjaldur eftir Árna Rasmussen

Mikudagin 10. august skrivaði Bakkafrost undir sáttmálar við fyritøkurnar Malltek, RV-tøkni og Nomatek um útbygging av Høll D á smoltstøðini á Viðareiði við 2.000 m3

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing 2022 var 587 milliónir krónur

- Ógvusligi vøksturin í gass- og elprísunum hava størri ávirkan á gerandisdagin á evropeiska meginlandinum enn í Føroyum

Úrslitið var áleið tað sama sum árið frammanundan

Trý pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski

Heitt verður á allar iPhone- og iPad-brúkarar um at uppdatera til seinastu versjónina

Úrslitið fyri skatt fyrra hálvár 2022 er 1.444 t.kr., sum er á leið tað sama sum fyrra hálvár 2021

Landsstýrið heitti í fjør á nevndirnar í Føroya Tele og NET um at gera eina óhefta frágreiðing um, hvussu ein full ognarlig sundurskiljing kann tryggja fult gjøgnumskygni, fría og javna kapping

Fyrra hálvár í ár varð innflutt fyri 5,8 milliardir krónur, sum eru 1,5 milliardir meira enn fyrra hálvár í fjør

Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 5,3 milliardir krónur. Tað eru 1,3 milliardir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør

Her eru nakrar myndir frá tá ið nýggi Akraberg kom á Fuglafjørð í dag og móttøka var fyri stásiliga skipinum

Fleiri høvdu leitað sær oman á bryggjuna at taka móti Akraberg seinnaprtin í dag. Akraberg skuldi koma kl 16 eftir ætlan, men var nakað seinkaður

Talið av ferðandi á Kalsoyarleiðini er framvegis hægri í 2022 - mánaða fyri mánaða - í mun til 2019, sum var tað størsta áðrenn

Loftvegis flutningur minkar ikki bara útlátið, men eisini matoyðsl, og framvegis fer bara ein lítil partur av laksinum loftvegis, sigur stjórin í Bakkafrost við KVF

Hóast flutningstíðin er nógv styttri við flogfari, er útlátið stórt. Tað sigur Bogi Hansen, havfrøðingur, sum í mong ár hevur granskað í veðurlagi

Í sambandi við at nýggi Akraberg kemur til Føroya hósdagin, skipar Fuglafjarðar kommuna fyri móttøku

Í kvøld vórðu vindmyllubløð koyrd niðan á Flatnahaga til tær seks vindmyllurnar, sum skulu reisast har hjá Pf. Flatnahagi. Bløðini eru 40 metrar

Nú er fyrsta tornið av teimum seks vindmyllunum hjá Pf Flatnahaga komið upp at standa í Flatnahaga, og sambært forstjóranum í Magn, so verða vindmyllurnar tiknar í brúk fyri jól í ár

Stríðið hjá miðbankunum at fáa tamarhald á inflasjónini er helst størsta avbjóðingin í heimsbúskapinum í løtuni

Nýggja navnið á felagnum, sum varð stovnað 07.07.2021, er í dag almannakunngjørt. Navnið FarCargo P/F ber boð um longri flogfarmatúrar og ikki minst at talan er um eitt føroyskt flogfarmafelag

Amerikanska Apollo Global Management og SAS kunnu gera lániavtalu á 700 milliónir dollarar, um konkursdómstólurin góðkennir avtaluna

- Tað er ein andsøgn at fólk ganga hendur í lumma og bíða eftir arbeiði á fiskavirki, samstundis sum stórur tørvur er á arbeiðsmegi aðrastaðni, sigur Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS, við Kvf

Ársúrslitið hjá eini av stóru byggifyritøkunum í landinum tódnaði niður í minni enn ein tíggjundapart av tí sum tað hevur verið seinastu árini

Helst verður nakað av útróðri fyrst í vikuni sum kemur, metir Fiskamarknaðurin

Fiskimálaráðið fekk níggju umsóknir um part av kvotuni – tilsamans varð søkt um 7.600 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru seks umsóknir játtaðar

ALS hevði 134 milliónir krónur í avlopi í 2021, og tað er tað næstmesta í søguni hjá grunninum. ALS-stýrið heitir á landsstýrismannin í vinnumálum, um at gera ymsar broytingar í Arbeiðsloysisskipanini, skrivar KVF

Innrásin hjá Russlandi í Ukraina hevur sett ferð á spurningin, hvar vit skulu fáa orkuna frá í framtíðini

Skráseting Føroya hevur nú móttikið so mikið av eigaraupplýsingum, at skipanin kann gerast tøk á heimasíðuni, sigur Skrásetingin

Í hesum sambandi hevur FLYTA eisini keypt tveir av stóru lastbilunum hjá Høj, so fyritøkan framyvir kann bjóða fjølbrottari vøruflutning

Allar 7-Eleven kioskirnar í Danmark eru stongdar eftir at tær eru raktar av hackara-álopi. Tað skrivar danska finansavísin Finans

Heilsølan hjá Poul Michelsen hevði stívliga 7 milliónir krónur í ársúrsliti í fjør. Tað er munandi minni enn árið fyri

Trý frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er í altjóða sjógvi

Framleiðslukostnaðurin vaks nógv og tað eydnaðist ikki í fullan mun at fáa meirútreiðsluna víðari út til kundan

Seinastu vikuna er oljuprísurin fallin 11 prosent tilsamans

Virksemið hjá BankNordik-samtakinum royndist væl ársins fyrstu seks mánaðir. Vaksandi inflatión og búskaparlig óvissa settu tó eisini sín dám á tíðarskeiðið

Fyritøkan hevðï hall uppá 24 mió kr í fjør

Í India, sum skjótt verður fólkaríkasta land í heiminum, kappast teir báðir ríkastu menninir, Ambani og Adani, nú um 5G-netið í landinum

Nettosøla og bruttovinningur minkaðu og tað gjørdi ársúrslitið eisini