Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Á Umhvørvisvikuni, sum í ár verður í døgunum 30. apríl til 7. mai, setir Tórshavnar kommuna sjóneykuna á matoyðsl og á, hvussu vit sleppa undan at matur endar sum rusk

- Aftur í ár ynskir Fríkirkjan Oasan at bjóða til páskastevnu, sum verður í døgunum 14.-18. apríl

Mikudagin 13. apríl kl. 15 framførir Tina frá X-factor í SMS

13. mai fyriskipar harmoniorkestrið Eiðis Ljómfelag fyri árligu musikkstevnuni, sum í ár verður hildin í ítróttarhøllini á Eiði

Komandi vikuskifti verður ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn, har sangur, tónleikur, hugni, felagsskapur og páskaboðskapurin eru í fokus

Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, hevur Mentanarnáttin ment seg til størsta einstaka tiltak í Tórshavn aftan á ólavsøkuna, og ofta verður hon eisini rópt ”lítla ólavsøka

Tær tríggjar samkomurnar Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði skipa fyri møtunum, sum verða frá skírisdegi 14. apríl til páskadag 17. apríl. Øll møtini verða stroymd

Einir 100 spælarar koma eisini úr Danmark

- Aftaná koronasteðg í tvey ár gleða vit okkum til at skipa fyri djóradøgum aftur, siga tey hjá Føroya Ríðingafelag

 

Í tvey ár hevur Føroyska sjómansmissiónin ikki kunna bjóðað kvinnum í sjómanskvinnuringunum og øðrum til landsstevnu, vegna koronu. Nú er Covid 19 vónandi fortíð, og tí verður aftur bjóðað til stevnu

Fríggjadagin 8. apríl byrjar nýtt og forkunnugt skeið á Tórshavnar Kvøldskúla

Komandi vikuskifti verður Norðurlandahúsið karmur um ráðstevnuna Matvit, hvørs endamál er at skapa karmar til at hittast, kjakast og sparra um, hvussu vit røkka burðardyggum matsjálvbjargni

- Eftir tveimum korona raktum árum við nógvum tilmælum og avmarkingum, kunnu vit langt um leingi aftur bjóða vælkomin til Føroya Tatt Fest! -og vit mæla øllum til at koma og prika seg!

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi til eina hugnaløtu týskvøldið 26. apríl kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum

Týsdagin 26. apríl 2022 verður kommunuráðstevna í Løkshøll í Runavík, har føroyskir og norðurlendskir granskarar seta sjóneykuna á kommunur í føroyskum og í norðurlendskum høpi

Heili seks ymiskir føroyskir filmar verða í døgunum 2-9 apríl 2022 sýndir fyri fyrstu ferð í London

Í samband við at nýggi salurin hjá Brøðrasamkomuni í Runavík, BERØA, verður tikin í brúk, bjóðar samkoman til almenna móttøku í nýggja salinum leygardagin 02. apríl

8. apríl verður ADHD Rundferðin í Vági. Hettar er fjórða av seks spennandi og sera væl vitjaðu kunningartiltøkum kring landið

Mikudagin 6. apríl letur Søgu- og samfelagsdeildin aftur dyrnar upp í døgurðatímanum til eina fróðskaparflís

Ráðstevna verður á Fróðskaparsetri Føroya hósdagin 7. apríl frá 10-12:45 undir heitinum "Trygd og altjóða politikkur í Norðuratlantshavi og Arktis nú og í framtíðini"

Hósdagin 31. mars verður Vinnuforum í Kongshøll, har sjóneykan verður sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan

Í kvøld, sunnukvøldið 27. mars, verður stór stuðulskonsert fyri Ukraina í Lívdini í Hoyvík

Týsdagin verður spennandi ráðstevna í Kongshøll um pápar og familjulív

Sunnudagin 27. mars kl.15.00 verður ein stuðulskonsert í Havnar kirkju til fram fyri neyðstødd í Ukraina

- Aftur í ár fer Føroyamál at seta dám á móðurmálsdagin 25. mars

Røður og sangir vera á skránni á mótmælistiltakinum sum verður í morgin

Í morgun varð skipað fyri hugnaligum grækarismessuhaldi í Tilhaldinum í Tórsgøtu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð vælkomin og hugleiddi um árstíðina, eldrapolitikkin og Tilhaldið

Hósdagin 31. mars verður Vinnuforum í Kongshøll, har sjóneykan verður sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan. Ein av fyrilestrahaldaranum til tiltakið er Tania Ellis

Saman við starvsfólkum á Løgmansskrivstovuni skipa starvsfólk á Tjóðsavninum fyri stuðulstiltaki, har peningurin ið kemur inn, fer óskerdur til hjálpararbeiði í Ukraina umvegis Reyða Kross

Týsdagin 29. mars kl. 16.00 bjóðar Klaksvíkar kommuna útisetum vælkomin á Christiansborg til forkunnuga framsýning og framløgu

Í dag hevur bóndin á Trøllanesi, Jóhannus Kallsgarð, eisini nevndur “The King Of Kalsoy”, bjóðað til serliga avdúking úti á Kallinum

Ein av afturvendandi hátíðarligu pørtunum av Dansibandsfestivalinum er Dansibands-gudstænastan, sum er í Vágs Høll leygardag

TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2022 eru valdir

Sunnudagin 27. mars kl. 12 bjóðar LGBT+ Føroyar øllum lgbt+ foreldrum við børnum til brunsj

Atlantic Mission skipar fyri sang- og vitnisburðarløtum í Hólmahúsinum á Eiði leygardagin og sunnudagin 19.-20. mars

Í ár verður skipað fyri einum túri niðan á Kongavarða, haðani gongufólkið eygleiðir býin, meðan ljósini sløkna

- Ert tú LGBT+ari? Hevur tú eitt kristiligt trúarlív? Hevur tú havt eitt? So er at vera við hóskvøldið 24. mars kl. 19, har núverandi og fyrrverandi kristnir LGBT+arar fara at hittast til eitt hugnaligt kvøld

Hósdagin 17. mars klokkan 14 fer Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetrinum, at hava almennan fyrilestur um rættarmálið í altjóða dómstólinum í Haag millum Ukraina og Russland

Leygardagin 19. mars skipar Fróðskaparfelagið fyri ráðstevnu sum kallast “Hvat er náttúra? - føroysk náttúrufatan í fortíð nútíð og framtíð”

Frá 17. mars til 6. apríl er Ribarhús í Fuglafirði á øðrum sinni karmur um prentvikur, sum seta grafikk, tilfar og tøkni í brennidepilin

Landsinnsavnanin 2022 hjá Bláa Krossi Føroya verður útsett til 01. oktober 2022

Hoyvíkar kirkja var mestsum fullsett sunnukvøldið 13. mars, tá skipað varð fyri stuðulskonsert fyri flóttafólk úr Ukraina

Lagið er um sløktan kærleika og vónina um, at hesin kann byrtast aftur

Sunnukvøldið kl. 19 verður stór stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju

Hósdagin 10. mars verður borgarafundur í Nólsoy. Evnið á skrá er, hvussu tilbúgvingin er skipað í sambandi við møguligar hendingar í oynni. Við á fundinum verða partar frá ymisku tilbúgvingareindunum

Hósdagin 31. mars verður spennandi vinnutiltak í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Tiltakið er ókeypis

Hóskvøldið 10. mars kl. 19 verður loksins kvøldseta aftur á Miðnámsskúlanum á Kambsdali

Í kvøld klokkan 18.00 verður stutt samhugatiltak fyri Ukraina og øðrum krígsraktum økjum í heiminum. Tiltakið verður uttanfyri Kongaliga handilin á Tvøroyri

- Á stórum tiltaki í annaðkvøld kl. 18:30 verður sjóneykan sett á bústaðartrot, og hvussu vit kunnu loysa tað. Tað er Javnaðarflokkurin, sum skipar fyri

- Sosialir miðlar lumpa okkum hvønn dag. Vit lesa uppsløg, sum eru sniðgivin til okkum. Tað, vit halda, verður styrkt, og tað, vit ikki halda, verður fjalt