Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fríggjadagin, 19. januar, verður fyrsta Bitcoin og Cryptocurrency tiltakið í Føroyum nakrantíð

- Hevur tú ábyrgd av fyribyrja og týna rottu og mús? Kennir tú nýggju kunngerðina frá 1. januar 2018? Kom á skeið og dagfør tína vitan um fyribyrging, týning og reglugerðina

Í desembur gjørdust teir fyrstu 16 føroyingarnir lidnir við eftirútbúgvingina í yrkisligum relatiónsførleika, sum ICDP Danmark skipar fyri

Ársins fyrsta Diskosuppa verður mikudagin 17. januar. Tey fara til verka í Perluni kl. 17. Alt fer fram í Tórsgøtu. Har fara tey í felag at skera frukt og grønt, ið verður nýtt til at gera suppu og djús

- Tá umdømið verður skakað, kann tað taka langa tíð at koma undan vatnskorpuni aftur

Sprotin fer hóskvøldið á flog aftur við vælumtókta tiltakinum Orð og tónar á Reinsarínum

SU Suður verður nýggja økisfelagið hjá Sosialistiskum Ungum. Økisfelagið fevnir um Sandoynna, Lítla Dímun, Stóra Dímun og Suðuroynna

Nøkur fá pláss eru eftir til ½ ára útbúgvingina til tín, sum arbeiðir innan skrivstovuøkið. Tú kanst arbeiða samstundis! Tekning á synergi.fo

Hugsjónin aftanfyri felags átakið er, at tað skal ikki vera ráðandi rúsdrekkamentan, ið er fyrimyndin hjá børnum og ungum

- Droppa at “multitaska”. Tað tekur dupult so langa tíð! Skeið um effektivan arbeiðsdag og persónliga planlegging verður 19. februar. Skeiðið fær TOPP-karakter. Tekning á synergi.fo

Bólkur fyri fólk við seinfylgjum eftir sjúku og viðgerð av krabbameini hevur stovnandi fund 18. januar 2018 kl. 19.00 á Grønlandsvegi 58 í Havn

Bara 2 pláss eru eftir til víðka skeið í Revit við sera góðum undirvísara. Fyri arkitektar, verkfrøðingar, bygningskonstruktørar, tekn. assistentar og onnur í byggivinnuni. Tekning synergi.fo

Nú er ikki lukkuligt at vera rotta. Skeið um týning og fyribyrging verður 13. og 14. februar. Avmarkað pláss. Tekning synergi.fo

Í dag verða tvær Nýggjárskonsertir 2018 í Norðurlandahúsinum - tann fyrra klokkan 15 og tann seinna klokkan 19

Í annaðkvøld, sunnukvøldið, 7. január, verður ein serlig nýggjárs-sangløta við felagssangi og nøkrum framførslum í Siloa í Fuglafirði klokkan 18

Árligu møtini í Buli á Signabø byrja fríggjakvøldið kl. 20. Talarar Poul Færø, Eyðfinn Reyðberg, Arne Simonsen og Jákup N. Olsen

- Øll fólk hava eina góða søgu og ikki bara politikarar og fólk, tú dagliga hoyrir og sært í fjølmiðlunum. Og eg merki so væl, at fólk bera heimplássið í hjartanum. Tað sigur Tórður Mikkelsen

Kvøldseta við fyrilestri verður á Bátasavninum í Leirvík týskvøldið 9. januar, kl. 19:30

- Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir uppá eitt kvøld. Fá gongd í broderínálina 22. januar, so ert tú liðug í summar

- Kom við á útbúgvingina ÚSSM18, sum er ment til tín, sum arbeiðir innan skrivstovuøkið. Tú kanst arbeiða samstundis! Tekur hálvt ár

Dagarnar um ársskiftið er skoytubreytin opin soleiðis

Nýggjársdag kl. 15.30 verður ítróttarguðstænasta í sambandi við nýggjársrenning/ganging hjá ítróttarfelganum Frælsi. Henning Bøgesvang prædikar

Tú søkir um at brenna nýggjársbál á netinum HER áðrenn 31. desembur 2017 klokkan 12.00

Í dag byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og tað verður Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum fer at seta starvstevnuna

Mikudagin 10. januar hevur Krabbameinsfelagið Opið hús. Opið hús er eitt tilboð, ætla fólkið, sum hava ella hava havt krabbameini

Fleiri ár á rað hevur Keldan skipað fyri væleydnaðum sangtiltakið tollaksmessukvøld, har jólini verða sungin inn. Og í ár er onki undantak

Í næstu viku stendur Norðurlandahúsið at bresta við føroyskum arbeiðsgevarum, sum vilja koma á tal við lesandi ella fólkum við útbúgving, sum sóknast eftir starvi í Føroyum

Í arbeiðinum at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum og hjálpa teirra familjum, skipar Team Rynkeby Føroyar fyri Galladøgurða á Hotel Føroyum 10. ferbruar 2018

Her er skráin fyri guðstænasturnar í Vestmanna kirkju um jólini og nýggjársaftan

- “Áðrenn Jobmatch” er fyri kommununa ein “avleggari" av stóra Jobmatch tiltakinum í Norðurlandahúsinum, ið Tvøroyrar Kommuna eisini luttekur á hin 28. desember

Ikki færri enn 180 fólk fólk høvdu teknað seg til borðhaldið. Oddvør Skarðhamar borðreiddi við sera leskiligum mati, køldum borði og heitum rættum

Gudstænastan er ætlað at boða vón til øll, sum hava tungt at bera, og sum kenna sorg og sakn. Hvør situr við sínum

Leygardagin 23. desember klokkan 15 hava jólamenn boða frá, at teir koma í býin á rossabaki

Mikukvøldið, 20. des. kl. 20, verður jólalig sangløta við Siloakórinum og øðrum í Siloa í Fuglafirði

Eiðis ljómfelag fer at spæla jólaløg í Hósvíkar kirkju

Sunnukvøldið kl. 20 verður árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni

- Stóra jólagávan í ár, fiskivinnunýskipanin, verður heiðrað, sigur sosialistiski ungdómurin hjá Javnaðarflokkinum, sum hevur hildið sosialistisk jól

Dreingjakórið undir Brúnni framførir í SMS, Ebenezer og Tilhaldinum hesar komandi dagarnar

Fyriskipararnir av tónleikatiltakinum Voxbotn avdúka í dag, at Mike Perry verður eitt av høvuðsnøvnunum í Vágsbotni

Brandbilurin kemur við jólamonnunum til Toftir kl. 16.00 leygardagin 16.12.2017. Teir syngja nakrar sangir og hava pakka við til børnini

Jólini verða sungin inn í Kunoyar kirkju - mikukvøldið 13. des. kl. 19.00

Jólakonsert verður í Vestmanna kirkju fríggjakvøldið við Vestmanna Sangkóri, Vestmanna Hornorkesturi og Vestmanna Barnakóri

Leygardagin 16. desember klokkan 15:00 leggur jólaskipið at undir Bryggjubakka

Enn einaferð verða tað bæði lokalir og uttanbýggja sangarar og tónleikarar, sum koma at syngja og spæla jólaløg í vøkru Vestmanna kirkju

Tiltakið er í Tilhaldinum í Tórsgøtu mikudagin klokkan 15.00

Mikudagin 14. desember kl. 14 verður hin árliga eldraguðstænastan í Hoyvíkar kirkju. Theodor Eli Dam Olsen, prestur, prædikar, og kirkjuráðið bjóðar ein drekkamunn

Við íblástri frá vælumtóktu Bach In Candlelight i kirkjuni St Martin In the Fields i London verður ein Bach konsert við kertuljósum nú hóskvøldið kl. 19.30 í kirkjuni i Kirkjubø

Tað verða Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni og Kristiliga Sangkórið, sum aftur í ár hava felags jólakonsert

Sunnudagin 10. des. kl. 18.00 verða jólini sungin inn í Skála kirkju. Hetta er nú 8. árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki

Gitte Haslebo, ein av kendastu organisatiónssálarfrøðingunum í Norðurlondum, hevur verkstovu á altjóða ráðstevnu í vár