Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Umsóknarfreistin til filmsjáttanina úr Filmsgrunninum er 1. sep. 2018. Í hesum seinna umfari eru kr. 799.700 tøkar at býta út

Átakið hjá klovninum BUBU, at varpa ljós á viðurskifti hjá børnum í føroyum, heldur áfram í Eysturoynni ídag

- Eg veit ikki, men vit skulu brúka í minsta lagi 10 til at rudda Føroyar

Stórir vinningar til kappingar á Føroya Sjómannadegi og matur úr havinum v.m. til øll, sum vitja ársins Sjómannadag

- Vit hava talu-og skrivifrælsi, men er einki mark? Fá skil uppá sosialir miðlar, loyalitetsskyldu, decorum vm. uppá 4,5 tímar, 12. september kl. 9-13.30

- Hvussu roynist nýggja lóggávan, og hvussu gongur við skiftinum frá fiskidagaskipanini til eina kvotuskipan fyri heimaflotan?

Tilhaldið er eitt einastandandi tilboð til allar persjónistar í Tórshavnar kommunu. Kom og ver við í einum hugnaligum, skapandi og mennandi umhvørvi!

- Arbeiðir tú við bókhaldið í Navision? Kom og lær at gagnnýta skipanina til fullnar. Seinast var útselt! Tilmelding á synergi.fo

Runavíkar kommuna skipar miðvikukvøldið hin 15. august fyri borgarafundi í Løkshøll. Fundurin byrjar kl. 19

Allir borgarar í Eiðis kommunu kunnu nú verða við til at skipa ferðavinnuna har norðuri í 2019

Fyri fyrstu ferð verður nú skipað fyri felags norðurlendskari ráðstevnu um millum annað burdardygga námsfrøði

Tað er í kvøld, at Klovnurin BUBU fer undir verkætlanina við heitinum BUBU á ferð, at súkkla verður av Viðareiði til Klaksvíkar, við stuttum steðgi í Hvannasundi

Føroya Sjómannadagur hevur til endamál at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera

Føroyskt átak, við føroyingum, kring um í Føroyum á súkklu, og við smáum konsertum við føroyskum sangum. Hetta eru eyðkennini fyri nýggjastu verkætlanina hjá Klovninum BUBU

Sunnudagin 5. august kl. 16 verður aftur høvið til at njóta serstaka upplivilsið at vera til guðstænastu í Gjónni við Gjógv

Ó skipar saman við BankNordik fyri tiltakinum “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa”, ið verður í Spaniastovu í kvøld kl.19.00 og í BankNordik høvuðssætinum 2. august kl. 19.00

Her er stóra og sera spennandi skráin fyri Ovastevnuna, sum byrjar nú fríggjamorgunin og varar líka til mánakvøldið

Evangelsika Røddin fer aftur í ár at netvarpa frá útifundunum uttanfyri Ebenezer

Í kvøld – fríggjakvøldið 27. juli kl. 21.00 – verður serstøk sangløta í Ebenezer, har nakrir av kendastu sangarum okkara fara at syngja

Á hesi síðuni fært tú alt at vita um ólavsøkuna 2018. Her eru allir hentir upplýsingar - her er skrá, nær bussarnir koyra og meira um ferðsluna í miðbýnum á tjóðhátíð okkara

Vinafelagið Føroyar- Ísrael hevur aftur í ár opið hús í Sloans húsum á Ólavsøku. Báðar dagarnar verður opið millum kl. 15.00 - 20.00

Dagin fyri ólavsøkuaftan verður orgulkonsert í Havnar kirkju við enska urguleikaranum Richard Brasier

Konsertin er í Kvívíkar kirkju, leygardagin. 21. juli kl 17:00

Beint fyri ólavsøku, hóskvøldið 26. juli, fer íslendski professarin Torfi Tulinius, sum hevur íslendskar miðaldarbókmentir sum sergrein, at halda fyrilestur um Føroyingasøgu við serligum denti á Gøtutrónd

Leygardagin verður matiné við sangara og guitarleikara Guðrið Hansdóttir

Laksatorgið verður í ár flutt oman á havnarlagið við bátahylin á parkeringsøkinum uttanfyri Faroe Origin, sigur Runavíkar kommuna

Mentanarnáttin, ið varð avlýst á Tvøroyri 6. juli, er nú lýst at vera komandi fríggjadag, og luttekur savnið í gamla pakkhúsinum á havnalagnum við fjølbroyttari skrá

Leygardagin 14. juli er Bastilledagur – tað er tjóðardagur Fraklands. Móttøka verður millum kl. 15 og 17 í franska konsulátinum

Matiné'in við Ragnari Olsen, sum skuldi verða í morgin í Havnar kirkju er tíverri avlýst av sjúku

Leygarmorgunin, 14. juli kl. 11:00 verður G!festivalgudstænasta við altargongd. Gudstænastan verður hildin í Fjósinum í Syðrugøtu

Í døgunum 17. til 21. juli verður skótalega fyri smátjóðir í Evropa á skótadeplinum á Selatrað

Fyri 9. ferð, fer LGBT Føroyar at hátíðarhalda ymiskleikan í Føroyum við árliga tiltakinum ”Faroe Pride”

Hásummar er, og vit fegnast um veitslur, stevnur og festivalar. Fyri summi merkja summar og hugni vín, øl og aðrir drykkir. Tíverri eru tað tey, ið gloyma at lata bilin standa, tá tey hava smakkað sær á

Árliga tiltakið FT GameJam verður bæði størri, betri og stuttligari í mun til undanfarin ár, tá tað fer av bakkastokki 28. september í ár

Í dag mikudagin klokkan 17.00-19.30 verður tiltak í Norðagøtu í nýggja Býráðshúsinum hjá Eysturkommunu við fleirtjóða list, framløgum og bókmentum

8. juli klokkan 15 fer Ólavsøkukórið at hava sína fyrstu venjing í Læraraskúlahøllini í Havn

Her er endaliga skráin til Føroya Regatta, sum verður dagarnar frá 6. til 08. juli. Sluppirnar hittast í Vestmanna og koma á Havnina leygardagin

Komandi fríggjadag er mentanarnátt á Tvøroyri, og tá verður ymiskt áhugavert á skrá í Pakkhús 5

Um tú hevur eitt tiltak, sum tú vilt hava skal standa í ólavsøkuskránni, so er seinasta freist at boða frá nú mánadagin 2. juli

Hósdagin 23. august verður nýggja Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum karmur um kappingina Creative Business Cup Føroyar, ið er ein kapping millum føroyskar íverksetarar

Sunnudagin 1. juli er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum

Sunnudagin vitjar ferðamannaskipið Seabourn Quest í Runavík fyri fyrstu ferð

Fríggjadagin kl 15.30 er kórið at hoyra á Trappuni í Vágsbotni í Havn í samband við at dysturin hjá Íslandi verður vístur.

Kunnandi fundur um kappingina verður í Posthúskjallaranum mikudagin 27. juni 2018, kl. 19

Í annaðkvøld kl. 21.00 skipar Tórshavnar kommuna fyri árliga tiltakinum Summarsólstøður í Sandagerði

Hóskvøldið á Jóansøku, verður serligt hugnaligt heilsu- og rørslutiltak fyriskipað í Vági

Mikukvøldið 20. juni kl. 19 fer Sámal Petersen, violin, at spæla solokonsert í Hoyvíkar kirkju. Á skránni verða verk eftir J. S. Bach, Trónd Bogason og Kára Bæk

Sunnudagin, 17. juni kl. 17 hevur Kirkjukórið Ljómur summarkonsert í Vágs kirkju. Á skránni eru føroyskir, norðurlendskir, enskir og týskir sálmar og sangir

Í dag seinnapartin kl. 16 verður konsert á Perlutorginum

Í dag kl. 16 skipa íslendingar fyri móttøku í Vágsbotni, har teir bjóða íslendskan mat. Eisini fer Kristján Kristjónsson - KK - at syngja á móttøkuni