Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Helle Borrowman kemur til Føroya og hevur Jan við sær sum eisini er kynsliga misbrúktur sum barn. Jan var í fleiri ár bundin av alkoholi, stoffum og sex. Jan er útbúgvin løgreglumaður og námsfrøðingur

Nú stundar til Umhvørvisvikuna 2017, og tá handar Tórshavnar kommuna Grøna Gávu, sum hevur virðið 5.000 krónur. Hon kann verða latin stovni, virki, felagi, bólki ella einstaklingi í Tórshavnar kommunu. Til ber eisini at skjóta seg sjálvan upp

Leygarkvøldið 22. apríl 2017 verður ein stuðulskonsert til frama fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Vesturkirkjuni, har Jens Lisberg og dótturin, Kristel Lisberg, fara at framføra við bólki

Hvat er hent uppi á Sátuni fyri milliónum av árum síðan, sum brýtur grundleggjandi jarðfrøðiligar meginreglur? Á Sátuni við Leynar finna vit nevniliga yngri jarðløg djúpt inni í fjallinum heldur enn ovast á fjallatindinum, har vit væntaðu at finna tey

Hevur tú ov nógvan skund, og ikki stundir at eta um morgunin? “Ferðast grønt” bjóðar ókeypis skúlabreyð og – mjólk til teirra, ið ferðast burðardygt í skúla og til arbeiðis. Mjólkin er stuðlað av MBM

Fríggjadagin 21.apríl kl 17 fer X Factor-vinnarin Morten Nørgaard at framføra á Torginum í SMS

Hevur tú eitt hugskot, eina verkætlan ella eina fyritøku? Mikudagin 26. apríl kl. 19.00 verða Íverksetarahúsið og Vinnuframi á Tvøroyri við ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar

Sunnudagin hin 23. apríl kl. 12.00 verður konfirmatión í Viðareiðis kirkju

Almennur pallborðsfundur verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið 27. apríl 2017 kl. 19.30 og yvirskriftin er: Klókar hendur og kvik høvd er okkara tilfeingi

Ringrás skipar saman við øðrum sjálvboðnum í Suðri fyri Føroya Størsta Ruddingartiltaki leygardag 22. apríl - nevniliga uppruddingini av rekastaðnum Trongisvágsbotni í Suðri

Við støði í Umhvørvispolitikkinum "Grøna leiðin" fer Tórshavnar kommuna í næstum undir eitt nýtt átak innan burðardygga ferðslu. Átakið "Ferðast grønt" fer av bakkastokki 20. apríl og verður í allari kommununi - frá Kirkjubø til Kollafjarðar og út í Nólsoy

Excel er gott at duga og lætt at læra. 2 pláss eru eftir til byrjunarskeiðið 27. og 28. apríl. Tekning nú

Stór og fjølbroytt páskastevna verður hildin í Kelduni í Skálafirði 13.-17. apríl

So er at koma í Gøtu kirkju skírisdag ella í Vesturkirkjuna langa fríggjadag. Har verður stórmessan hjá Wolfgang Amadeusi Mozar framførd. Konsertin er lítlan tíma til longdar og er ikki áður framførd í Føroyum

- Nú veturin er um at missa takið og tað gongur móti ljósari tíðum, er nevndin í Føroya Ríðingarfelag eisini av álvara farin undir at fyrireikað Djóradagar 2017

Normaðurin Ole-Magnus Olafsrud vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hann hevur virkað í kristiligum arbeiði í mong ár, og hevur nógv at geva. Hann hevur undirvíst í nógvum londum og skrivað bøkur, sum hava við familjulívi at gera og at vera eitt kristið menniskja

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu fer í næstum at hava eitt sera áhugavert tiltak fyri starvsfólkum í kommununi og fyri almenninginum

Betri Trygging og Betri Pensjón hava fingið nýggjar stjórar. Í hesum sambandi verður almenn móttøka á Kongabrúnni í Havn, fríggjadagin 7. apríl frá kl. 15 – 17

 

Komandi sunnudag, pálmasunnudag 9. apríl, er konfirmatión í Nes prestagjaldi. Konfirmatiónsgudstænastan er í Gøtu kirkju kl. 11.00. Ovi Brim prædikar

Nú leygarkvøldið vitjar kendi lag og sangskrivarin M.C. Restorff í Vági, har aftankvirra er á skránni

8. mai verður seminar sum Farec International við Óla Samró skipar fyri

Suðuroyingar fáa nú eisini høvi at kunna seg um uppskotið til fiskivinnunýskipan og seta spurningar í hesum sambandi, tí leygardagin 8. apríl skipar Suðuroyar Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi um fiskivinnunýskipanina

Sunnudagin 2. apríl vitjar Klovnurin BUBU sunnudagsskúlan í Meinigheitshúsinum. Tað er Blái Krossur, sum á hvørjum ári skipar fyri landsstevnu, sum í ár er í Havn

Undir heitinum “Úr gomlum goymslum” skipar ROÐIN-økistænastan fyri áhugaverdum og hugnaligum tiltaki fyri pensjónistar búgvandi í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu

Mikudagin komandi byrjar páskasølan í Tilhaldinum. Opið verður mikudagin 5. apríl frá 13 til 17, hósdagin 6. apríl frá 13 til 16 og fríggjadagin 7. apríl frá 13 til 15

Skúgvar tú alt skriviarbeiði til viks? Kom og lær teg powerwriting/flowskriving 5. mai. Tekning nú!

So er skeiðið her til allir verkætlanarleiðarar við áhuga fyri effektivisering. Professional Scrum Maser verður 12. og 13. juni, avmarkað pláss! Tekning á synergi.fo

 

Í vikuskiftinum vera sangløtur við Svein í Prestgarði. Fríggjakvøldið kl 21 í Reinsarínum í Havn. Leygarkvøldið kl 20 og sunnukvøldið kl 19.30 í Eydnuni á Oyrabakka. Tað er ókeypis atgongd

Delta Seafood byrjaði virksemi sítt á kajuni á Tvøroyri í 1995 í leigaðum hølum, við saltfiska framleiðslu. Hóast upp- og niðurgangstíðir, so hevur Delta, ið tað verður rópt millum manna, altíð klárað seg

Í sambandi við, at Barnahjálpin hevur 10 ár á baki, verða stuðulskonsertir í Perluni í Vágsbotni leygardagin og sunnudagin

- Plast hoyrir heilt einfalt ikki heima í náttúruni, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru og umhvørvisnevndini

Týskvøldið, 28. mars kl. 19.30, verður almennur fiskivinnufundur í Tofta skúla, har uppskot um nýggja fiskivinnunýskipan verða viðgjørd

Í sambandi við Barnafestivalin 2017 í Norðurlandahúsinum, verður skipað fyri tiltaki um barnarættindi fyri næmingum í 7.flokki

Excel er gott at duga og lætt at læra. Skeið fyri byrjarar verður 27. og 28. apríl. Fleiri pláss eru longu farin. Tekning nú

Sunnukvøldið kl. 18 hevur Betesdakórið sangløtu í Filadelfia í Gøtu

Danski orkumálaráðharrin, Lars Christian Lilleholt, verður eitt av høvuðsnøvnunum á orkuráðstevnuni, “Frá olju til vind”, sum Sambandsflokkurin skipar fyri, fríggjadagin 7. apríl, á Østrøm. Har fer hann at umrøða orkupolitikkin í Danmark og ES

Verkstova við virðislønta undirvísarinum og høvundanum Anette Prehn um Heilasmartan Pedagogikk, verður 24. mars. Bara 5 pláss eftir! Tekning á synergi.fo

Altjóða broytingarnar, sum kunningarsamfelagið hevur við sær, raka eisini í Føroyum og vit síggja eina vaksandi gjógv millum tey ungu, sum fóta sær í eini alt meira altjóða- og kappingarkendari verð og tey ungu, sum ikki finna sín veg í lívinum

BankNordik og Atlantic Airways samstarva um at fáa føroyskar útisetar at velja Føroyar

Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin 2017. Í ár verður dagurin í Løkshøll í Runavík leygardagin 25. mars, kl. 13-16

Tað skal síggjast, hoyrast og ikki minst smakkast nú SAS um vikuskifti byrjar nýggja rutu ímillum Vágar og Keypmannahavn

Kundi tú hugsað tær at lisið skjótari? Kom á skeið í skjótlesing, longu fyrsta dagin skimmar tú 100 síður uppá 20 min. Tekning www.synergi.fo

Hósdagin hittast útisetar í Keypmannahavn til tiltakið Tórskvøld, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri á Norðuratlantsbryggjuni

Verkstova við virðislønta undirvísarinum og høvundanum Anette Prehn um Heilasmartan Pedagogikk, verður 24. mars. 9 pláss eftir! Tekning á synergi.fo

Kom og lær at gera lekrar fotobøkur uppá eitt kvøld. Tú byrjar longu sama kvøld uppá tína egnum bók. Nøkur pláss eftir!

Ffyri fyrstu ferð í meira enn 50 ár, fara føroyingar at fáa eina nýggja bíbliuútgávu – eitt nýggja testamenti á gerandisføroyskum, kallað Nýggi Sáttmálin

Dagarnar 17.-25. mars vitjar DBI í Føroyum. Við á ferðini eru Finn Aasebø Rønne og Jákup E. Petersen. Teir fara at halda fyrilestrar

Sunnudagin – hin 19. mars – verður hátíðarguðstænasta í Viðareiðis kirkju í sambandi við, at Gudrid Dahl Sørensen hevur spælt urgu í kirkju í 70 ár

Mánadagin 20. mars kl 19 verður pallborðsfundur á Miðrók í Skúlanum á Argjahamri, um staðseting av og innihald í nýggjum ungdómstilboði á Argjum

Um vikuskiftið fáa føroyingar eina rættiliga forvitnisliga vitjan, tá danin Hans Berntsen kemur hendavegin